Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 98 - 23. mai 2006 , \ J^ecWi^[lkhi[j^‘iWb|d"X_bb|de] djibkb|d$ >Wdd kc^k]iWh Wj kc# b[]]`W i‡d_ b|d" j‡ \‡]]_d]Whbeoid_d ^ŒiaWh _aa_ j_b ^WdiWhW j´hl e] odia_h$7\jkh]`WbZij‡_d[helijkjj" WlZh´]_d_el^´]"e]h[djkbeoid_d [h Œj‡Wh^ŒiaWdZ_$ >Wdd akdZ_ ^k]iW i³h ij´hh_ h|iWh‘c d‘ e] ie ^[bZkh ]ebZ_ c[_h_" j| X´hd_d_ [hk leh_d  [bZh_" e] _ddj´aWd [h ^³aaW$ J^ecWi>Wdi[d )*|h Ij`Œh_‡[]dWh_\oh_j´ak =_\jkhl_;o Jl[_hiod_h"'e]')|h Summar Festivalurin kunngerð í dag, at David Phelps úr Gaither sangbólkinum verður á skránni fyri festivalin í august. Hann kemur til Føroya við egnum bólki og egnum tónleiki. Festival summarið Niels Uni Dam nielsun@sosialurin.fo Í David Phelps hevur Summar Festivalurin tryggjað sær ein sanna heimsstjørnu á altjóða gospelpallinum. Phelps hevur sum ein av høvuðssangarunum í víðagitna sangbólkinum Gaither Vocal Band, sligið navn sítt fast, sum ein svervektari innan kristan sang. Gaither Vocal Band er heimskendur bólkur, og David Phelps hevur verið við á seks útgávum við bólkinum, sum hava vunnið virðislønir, og hann hevur eisini luttikið á 40 øðrum stórseljandi útgávum hjá Gaither. Ger tónleik sjálvur Samstundis sum David Phelps hevur verið ein av høvuðssangarunum í Gaither Vocal Band, hevur hann eisini skrivað og givið tónleik út sjálvur. Hann spælir melodiøsan, fangandi popptónleik, líka frá teimum lívligu popphittunum til tær inniligu balladurnar, sum avdúka, hvussu góð røddin er. Higartil eru fimm fløgur komnar frá Phelps. Tann seinasta kallast Life Is A Church. Í sambandi við hesa útgávu, gavst Phelps í Gaither Vocal Band. Hetta fyri at fáa betri stundir til sín egna tónleik, og tað er henda tónleik, vit fara at uppliva á Summar Festivalinum. Ein gávuríkur ungur maður David Phelps vaks upp í einum lítlum býi í Texas. Hann treivst væl saman við familjuni í býnum, men tað gjørdist so líðandi eyðsýnt, at gávurnar hjá David vóru ov stórar til hendan lítla býin. Hann fekst nógv við at syngja í kóri og spæla tónleik, og hann hevði eina framúr songrødd. Hóast øll vistu hetta, var tað ikki, fyrr enn hann var við í einari talentkapping á einum studentaskúla, at hann av álvara kom fram í ljósið. Hann sang sálmin Bethlehem Morning, og salurin var málleysur, tá ið hann var liðugur at syngja. Fyrst hoyrdust bert fótafetini hjá David, tá ið hann gekk av pallinum, men so fóru fólk á føtur og klappaðu hann út. Hetta gjørdist byrjanin til yrkisleiðina innan gospeltónleikin. David Phelps hevði nógvar framførslur í skiftandi samanhangum, hann tók útbúgving innan tónleik á Baylor University, og endaði í Gaither Vocal Band. Á heimasíðuni hjá David Phelps ber til at hoyra brot frá útgávunum hjá honum, og videobrot við framførslum kunnu eisini takast niður. Adressan er davidphelps. com. David Phelps er ikki longur í Gaither Vocal Band, men kemur til Føroyar við egnum bólki. Gaither-stjørna á Summar Festivalin