Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 83 - 1. mai 2006 ] Nr. 83 • mánadagur • 1. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyski verjuspælarin í AaB hevur fingið nýggjan skaða í knæið, og seinnapartin í dag skuldi greiða fáast á, um Ingi Højsted verður førur fyri at fara við føroyska fótbóltslandsliðnum til Póllands at spæla Fótbólts- landsliðið Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Pólski landsliðsvenjarin hevur sett navn á spælararnar, sum hann ætlar sær at brúka í venjingardystinum ímóti Føroyum um slakar tvær vikur. Føroyski landsliðsvenjarin hevur ikki enn tikið sítt lið út, men í gjár var hann á Svangaskarði og hugdi eftir dystinum ímillum B68 og KÍ. Har sá Jógvan Martin Olsen saman við 600 gjaldandi klaksvíkingum KÍ vinna greitt á sínum bygdamonnum. Neyvan spæla fleiri klaksvíkingar seg inn á landsliðið eftir einum dysti, men onkur mundi fáa eitt pluss í bókina hjá landsliðsvenjaranum. Í kvøld ella í morgin fer Jógvan Martin Olsen at taka sítt lið út, og orsøkin til, at hann ikki hevur gjørt tað longu er, at óvissa er um tveir lyklaspælarar á landsliðnum Ingi hevur tað betri Annar teirra er B36- spælarin Ingi Højsted, sum eftir 12 minuttir síðsta mikukvøld ímóti HB, var borin av vøllinum. Í fyrstu atløgu vóru teir bangnir fyri bæði krossbandinum og liðbondum, men nú sær betri út hjá Inga. Hvat fyri slag av skaða, talan er um, skuldi finnast út av seinnapartin í dag, tá ið Ingi skundi til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Um gongdin fer at verða, sum hon hevur verið seinastu dagar, so er lítil ivi um at Ingi verður ein av miðvallarunum ímóti Pólland Knæið hjá Jón Róa Sunnudagin slapp AaB undan niðurflytingarhóttanini, tá teir vunnu 1-0 á AC Horsens. Súni Olsen var á miðvøllin, men einki var at síggja til Jón Róa Jacobsen – hvørki á vøllinum ella á beinkinum. Orsøkin er ikki tann, at Jón Rói er settur uttan fyri av leikligum áðum. Orsøkin er, at Jón Rói er skaddur, og talan er um rættiliga keðiligan skaða. Undir venjing í síðstu viku skeiklaðist knæið, og síðani hevur tað verið so hovið, at tað hevur ikki borið til at staðfest, hvat fyri slag av skaða talan er um. Úr Aalborg skilja vit, at talan helst ikki er um krossbandsskaða, sum Jón Rói áður hevur havt. Kanska er tað okkurt liðband, sum er dragnað, men fyrr í dag var hetta framvegis ikki greitt. Tað, sum er greitt, er, at Jón Rói Jacobsen í løtuni ikki er førur fyri at venja og spæla dystir. Um hann verður førur fyri at spæla, tá ið landsliðið um tvær vikur skal til Póllands, er ikki greitt enn. Fleiri ferðir óheppin Jón Rói hevur verið óheppin við knænum. Tá ið hann spældi í Brøndby, sleit hann eitt krossband, og tað helt honum burturi frá fótbóltinum í næstan eitt ár. Samstundis misti hann sáttmálan við Brøndby, og hann byrjaði líkasum av nýggjum í Frem. Har spældi hann framúr væl í verjuni, og tað fekk superligafelagið AaB at gera sáttmála við hann. Fyrr í ár, tá ið AaB var á venjingarlegu í Turkalandi, fekk Jón Rói ein skaða í knæið, og tað var stúrt fyri tí ringasta, men tíbetur spældi tað væl av, og Jón Rói spældi aftur eftir fáar vikur. Nú hevur Jón Rói fingið ein nýggjan snudd í knæið, og enn er ikki endaliga greitt, hvussu leingi hann má halda frí frá venjing og dystum. B36-FH 5-3 eftir brotssp. 2-2 (1-1): Jákup tók brots- spørkini Talan var um undirhaldandi dyst, tá føroysku og íslendsku meistararnir tókust í Gundadali leygardagin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Veðrið var av tí fagrasta, og hóast Norðoyatunnilsferð stóð á skránni hjá nógvum havnarfólki, so vóru hóast alt eisini nøkur, sum høvdu leitað sær í Gundadal. Og hesi fingu ein til tíðir heilt undirhaldandi dyst at síggja millum B36 og FH. Íslendska liðið gjørdust í fjør meistarar í suverenum stíli, men tað stóð skjótt greitt, at talan ikki skuldi gerast um nakran klassamun hesaferð. Javnt spæl At kalla allan dystin leikaði rættiliga javnt á. B36 kom á odda, tá Fróði Benjaminsen gjørdi sær dælt av verjumistaki hjá íselndingum, men stutt fyri steðgin javnaði FH við einum frálíkum máli, har B36-verjan varð spæld heilt tunn, áðrenn bólturin varð langaður í málið. Amed Sylla Davy legði tó B36 á odda aftur tíðliga í seinna hálvleiki. Ivorianski framherjin fekk fatur á einum returbólti úr íslendsku verjuni, og so setti hann størsta partin av FH- liðnum av, áðrenn hann eisini rundaði málverjan og legði bóltin stillisliga í meskarnar. Tann støðan helt sær, til bara fáir minuttir restaðu. B36 varð í løtum trýst langt aftur á vøllin, og upp á eitt av hornaspørkunum, sum hetta kastaði av sær, fekk FH javnvað. Við javnleikinum gjørdist neyðugt við brotssparkskapping, og her gjørdist Jákup Mikkelsen stóri maðurin í Gundadali. Landsliðsmálverjin tók ikki færri enn tríggjar av teimum fýra royndunum, sum FH slapp at skjóta, Føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen hevur aftur fingið ein skaða í knæið, men enn er ikki staðfest, hvussu álvarsamur skaðin er Jón Rói er aftur skaddur í knænum