mánadagur 1. mai 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 83 - 1. mai 2006 ]
Gestirnir vóru
betri, grammari
og effektivari, tá
VB/Sumba kom á
stigatalvuna. ÍF eru
hinvegin framveigs
púrasta sørir
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fótbóltsbarometrið er í botni
í Fuglafirði fyri tíðina. Laku
úrslitini, sum liðið hevur
havt, tykjast hava tikið
fótbóltshugin úr bygdini,
og hetta speglast aftur í
talinum av teimum, sum
stuðla liðnum.
Í øllum førum var
botndysturin móti VB ikki
nakað, sum kundi toga
serliga nógv fólk úr stovuni
og á vøllin.
Gestirnir grammari
Og skal rætt vera rætt, so
sýndi ÍF heldur ikki nakað
spæl, sum soleiðis av sær
sjálvum var lokkandi fyri
áskoðaran. Fyri tað nógva
gekk spælið sera óskipað
niðan eftir vøllinum, og
stinna VB-verjan við Evrard
Ble og nýggja Christian
Soelberg sum lyklaspælarum
kom sjáldan undir nakað,
sum líktist trýsti.
Vágbingar tóktust hinvegin
vera væl betri fyri enn
vertirnir. Hóast heldur ikki
teir høvdu nakað stig undan
dystinum, og sálarliga
styrkin ikki var stórt øðrvísi,
enn hon var tað hjá ÍF, so
hómaðist alt fyri eitt ein ávís
optimisma í teirra spæli.
Hóast kantarnir kanska
vóru meira miðvallarar
enn áleyparar, so gav 4-3-3
skipanin møguleika at spæla
breitt niðan móti ÍF-verjuni,
og onkrar vandastøður
spurdust eisini burtur úr
stóra renniarbeiðinum, sum
Dan Djurhuus og Henning
Joensen framdu.
Tá leiðslumálið kom, var
hetta tó heldur úrslit av
ósketnum verjuspæli. ÍF
verjan heilkiksaði, tá eitt
hálvgum miseydnað fríspark
varð sent móti brotsteiginum.
Tað gav Birgiri Jørgensen
møguleika at fáa hoppandi
bóltin við inn í brotsteigin, og
slíkan møguleika skal Birgir
altso ikki hava ov nógvar av.
Bólturin varð kanóneraður
fram við málverjanum, og
so varð mótbrekkan bara enn
tyngri hjá ÍF.
Perlu-uppspæl
avgjørdi
Restina av dystinum gekk
tað sum so bara eina leið.
VB royndi fyri tað allar
mesta at halda fast um
verjupartin, fyri síðani at
satsa við kontra-álopum,
sum eisini í fleiri førum
gjørdust vandamikil.
Fuglfirðingarnir skaptu
hinvegin onkra staðni millum
lítið og einki. Bartal Eliasen
varð heilt skjótt flutur
niðan í álopið, og so kundi
altíð spælast við longum
bóltum. Men samstundis
gjørdi tað uppgávuni hjá
verjuni rættiliga nógv
meira einfalda, nú spælið so
miðvíst varð lagt eftir einum
og sama leisti.
Deyðsstoytin fekk ÍF, beint
sum seinni hálvleikur var
byrjaður. ÍF var annars á veg
niðan í høgru, men tá VB
fekk bóltin, gekk skjótt fyri
seg. Henning og Jón spældu
skjótt sínamillum, áðrenn Jón
sendi framúr diagonalbólt
til Dan Djurhuus, sum rann
verjuna av, áðrenn hann sendi
fram við Emil Toftegaard í
málinum.
At ÍF eftir hetta kom meira
við í spælið, mundi einamest
vera, tí gestirnir nú tóku seg
enn longur aftur á vøllin.
Tað gav ÍF betri fortreytir
at senda bóltar inn móti
høvdinum á Bartali, men í
alt ov nógvum førum førdi
hetta ikki til meira enn
fríspørk til vágbingarnar, tá
Bartal nýtti kroppin dekan
av nógv í luftdystunum.
Tað eydnaðist tó at minka
um munin, tá Bartal stútaði
hornaspark frá Atla Petersen
í kassan, men í aðrar mátar
komu teir ikki inn um
Marcin Davids, sum í einum
tveimum førum togaði heilt
stórar bjargingar fram. Og í
hinum endanum hevði VB
eisini nakrar heilt stórar
møguleikar, sum kundu
punkterað fullkomuliga.
Men spenningurin helt sær
til at tað allarseinasta, og so
kundu gestirnir fegnast um,
at teir ikki longur eru niðasta
liðið í deildini. Tann ivasama
heiðurin lótu teir nú ÍF um.
Curbushley fer frá Charlton
Alan Curbishley hevur seinastu 15 árini staðið á odda fyri Charlton, sum við tíðini hevur
bitið seg fast í ensku Premier League. Men nú stendur greitt, at væl lýddi venjarin ikki
heldur fram á the Valley.
Tíðindini vórðu um vikuskiftið váttað av formanninum í Charlton, Richard Murray, og
tað setir ferð á gitingarnar um, at Curbishley verður nýggjur enskur landsliðsvenjari.
Tað er áður váttað, at Charlton-venjarin er ein av teimum, sum enska fótbóltssambandið
hevur tosað við um sessin, sum verður tøkur, tá Svenn Göran Eriksson gevst eftir HM-
kappingina í summar.
-mørk
Firmakapping í Klaksvík
Komandi vikuskiftið verður skipað fyri firmakappingin í flogbólti í Klaksvík.
Tað er Mjølnir, sum stendur fyri tiltakinum, sum nú verður hildið triða árið á rað.
Kappingin hevur hvørja ferð verið væl vitjað, og nú ókeypis tunnilssamband verður alla
vikuna, roknað tey í Klaksvík við, at luttakararnir verða ikki færri í tali hesaferð, enn
teir áður hava verið.
Reglurnar fyri luttøku eru, at tað skal vera ein kvinna á hvørjum liðnum, og at tað í mesta
lagi skal vera ein spælari á liðnum, sum hevur spælt við meistaradeildini hjá monnum
ella kvinnum seinasta ári.
-mørk
Hetta
trongdi til
Liðformaðurin hjá VB/
sumba, Dan Djurhuus,
var sjálvandi ovurfegin,
tá fyrstu stigini hjá
liðlnum komu til høldar
sunnudagin.
– Hetta trongdu vit í
øllum førum til. Vit hava
jú havt eina sera trupla
byrjan, og skuldu vit
vinna framá, so var mest
sum alt avgerandi, at vit
vunnu í dag.
Tit tóktust eisini
hava eitt gott tak fyri
tað mesta. Kendu tit á
tykkum, at hetta fór at
verða dagurin?
– Vit stríddust í øllum
førum væl, og vit hildu
okkum til ætlanina.
Móti endanum koma vit
kanska undir nakað av
trýsti, men vit halda so
allan vegin heim, og tað
var tað týdningarmesta.
Nú ber betri til at hyggja
frameftir til komandi
uppgávurnar, staðfesti
Dan Djurhuus.
-mørk
ÍF-VB/Sumba 1-2 (0-1):
Púrasta sørir fuglfirðingar
ÌF
VB/Sumba
Vágbingarnir vóru fyri tað nógva væl grammari, og tað var fult uppiborið, at teir fóru úr aftur Fuglafirði við øllum stigunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Stigaleysir
Tað var einki lag á
spælarunum hjá ÍF eftir
dystin sunnudagin. Hóast
tað enn eru 21 dystir eftir
at spæla, sær verandi
støðan á talvuni ikki sørt
hættislig út. Við ongum
stigi eftir seks dystum, og
nú heima- og botndysturin
móti VB/Sumba varð
taptur, er bjargingin
longur burturi, enn hon
hevur verið áður.
Og heldur ikki hjá
liðskiparanum, Høgna
Zachariasen, var lagið
nakað serligt.
– Vit selja okkum
sjálvar alt fyri eitt. Teir
fáa eitt bíligt mál, og so
verður tað altso ræðuliga
tungt hjá okkum at gera
nakað.
Tað tykist kortini, sum
fáa tit eitt ávíst trýst móti
endanum. Høvdu tit alla
tíðina vónina um, at tað
skuldi bera til?
– Partvíst, men eg haldi
ikki, at vit trúgva nokk
upp á møguleikan. Teir
duga eisini væl at halda
fast og at fáa tíðina at
arbeiða fyri seg.
-mørk