Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 23. mai 2006 27 Áhugin fyri at grilla er stórur í Klaksvík eins og í restini av landinum. “Vit hava 15 ymisk sløg av gassgrillum í ár” greiðir Richard hjá KBI í Klaksvík frá. Umframt at vera amboðshandil, er KBI gassumboð í Norður Oyggjum. Handilin seldi gass til fleiri, ið høvdu gass grillir. Tí varð í fjør avgjørt at taka nakrar gassgrillir heim sum eina roynd. Hetta gjørdist ein sera væl eydna roynd, tí øgiliga nógvar grillir vórðu seldar, greiðir Richard frá. Tí hava KBI í ár munandi fleiri grillir til sølu, nú grill­ tíðin aftur nærkast. Richard sigur, at orsøkin til at gass grillir eru so vælumtóktar millum føroyingar, ivaleyst er tað skiftandi føroyska veðrið. Ein gassgrill skal ikki hitast upp í ein tíma, áðrenn hon er nóg heit, tí kanst tú í eini handavending grilla, meðan sólin skínur eina løtu. Nógv hava grillina stand­ andi frammi alt summarið og blaka ein búff á hana, sjálvt um veðrið ikki er nóg gott til at eta úti, grillin gerst tí eitt annað tól í húsarhaldinum í gerandisdegnum. Nógvar grillir í Klaksvík