mánadagur 1. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 83 - 1. mai 2006 ]
Holst vann á Andrew
Lyngby við Christian Lamhauge Holst á liðnum vann í gjár
heili 3-0 á Fremad Amager, sum hevur Andrew av Fløtum á
liðnum. Christian Holst skoraði eitt av málunum í dystinum,
meðan Andrew einki fekk gjørt við tapi. Christian og Andrew
hittust í hurðini so at siga. Andrew kom á vøllin eftir ein
tíma, og tá tók Lyngby-venjaran Christian av vøllinum.
Harvið heldur Lyngby fast um góðu gongdina í hesum
kappingarárinum, og teir eru við í rætta enda á stigatalvuni.
Seinasta vónin hjá Fremad Amager um at sníkja seg fram at
einum uppflytingarplássi fór við tapinum í gjár.
Dómari gjørdi sær fyri skommum
Argentinski fótbóltsdómarin Diego Abal var rættiliga í andglettinum
í dysti millum Olimpo og Independiente leygardagin. Tvær ferðir
gav hann púra óskiljandi reyð kort, og tá ið málmaðurin hjá Olimpo í
seinna hálvleiki tók bóltin við hondini uttanfyri brotsteigin, kom Abal
og stórleypandi við hondini niðri í lummanum, eingin ivi var um hetta
reyða kortið. Men tá fann Abal út av, at hann hevði gloymt bæði gula
og reyða kortið eftir í skiftirúminum, og hann mátti flovur upp um
bæði oyru fara inn í skiftirúmið eftir kortunum, áðrenn dysturin kundi
halda fram.
Seinasta vikuskiftið
varð kappast í FM
í eldri deildum í
Eysturskúlanum í
Havn
borðtennis
tíðindaskriv
Í
vikiskiftinum
hevur
føroyameistaraskapi fyri
eldri deildir í borðtennis verið
í eysturskúlanum í Havn.
Kappast varð í meðaldeildini
og blandaðum tvímansleiki
fríggjakvøldið,
og
í
kvinnu- og meistaradeildini
leygardagin. Leitk varð bert
fram til finalurnar, tí sum
flestum kunnugt, so blivu
allar finalurnar avgreiddar
í
badmintonhøllini
seinnapartin leygardagin.
Hetta var eitt finalutiltak,
sum var komi ílag, eftir at
BTSF og BSF vóru samd
um at samstarva við einum
sokallaðum finaludegi, og
einum gallakvøldið eftir at
allir vinnararnir vóru funnir.
Á gallakvøldinum vóru
ársinsleikarar í borðtennis
og badminton avdúkaðir,
og vóru tey heiðrað við
steypum og blómum.
Í meðaldeildini høvdu
núverðandi aldursforsetin
í føroyskum borðtennis
Johannes
Ellingsgaard,
Rógvi Thorsteinsson, Vagnur
Nolsøe og sjálvur formaðurin
í BTSF Andras Nolsøe, leikt
seg í finaluumfarið, sum alt
bleiv avgreitt fríggjakvøldið.
Eftir at allir høvdu leikt
sínar
tríggjar
dystir,
hevði Johannes vunnið
allar sínar, og gjørdist
hann tí føroyameistari í
meðaldeildini.
Tær fyrstu finalurnar,
sum blivu avgreiddar í
badmintonhøllini leygar-
dagin, vóru tvímansleikurin
hjá kvinnum og monnum.
Hjá kvinnunum vunnu Marin
í Dali og Susie Midjord
triðja árið á rað, eftir at
hava bast Sheilu Strøm og
Joan Thomasen 3-1. Hjá
monnunum høvdu Høgni
Carlsson og Petur Niclasen
leikt seg í finaluna ímóti
feðgunum Eyðun og Reidar
Luid. Hetta var ikki fyrstu
ferð at feðgarnir Luid vóru
í finaluni, tí í 2003 vunnu
teir nevniliga tvímansleikin
í meistaradeildini. Og ikki
bleiv øðrvísi hesu ferð.
Teir vunnu 3-0 á Petur og
Høgna, og vunnu tí FM í
meistaradeildini á øðrum
sinni.
Finalan
í
blandaða
tvímansleikinum
stóð
ímillum Susie Midjord og
Sigurð Carlsson, og Marin í
Dali og Reidar Luid. Marin
og Reidar vóru tey, sum vóru
omaná allan dystin og vunnu
eisini sera sannførandi 3-0.
Tað, sum kanska fór at
gerast mest spennandi, varð
finalan í kvinnudeildini. Í
hesum alt
avgerandi
dysti, stóð Susie Midjord
fyri triðju ferð í dag við
finaluborðið, meðan hin
leikarin var Marin í Dali,
sum vann kvinnudeildina í
2003 og 2004, meðan Susie
vann í fjør. Lagt var tí upp
til ein sera spennandi dyst,
har báðar høvdu vunnu FM
í kvinnudeildini fyrr. Men
bert við trimum sera jøvnum
settum, megnaði Susie
at avgerða dystin til sín
fyrimun og gjørdist tí, bert
14 ára gamla tvøragentan,
FM vinnari í kvinnudeildini
á øðrum sinni.
Hjá monnunum høvdu
havnamenninir
Petur
Niclasen og Reidar Luid
leikt seg í finaluna, men
skuldi Reidar hava nakra vón
um at vinna, so skuldi hann
allarhelst leika sín lívsins
dyst. Sum vanta, so varð tað
ikki tann stóra mótstøðan, ið
Reidar gav Petur, sum eisini
vann dystin 4-1.
Á gallaveitsluni, sum
var leygarkvøldið, vóru
um 120 borðtennis- og
badmintonleikarar
við.
Her vórðu Susie Midjord
og Reidar Luid kosin
ársinsstjørnuskot. Harnæst
vann Susie eisini heiðurin
fyri
ársinsleikari
hjá
kvinnum, meðan Grand
Prix- og FM vinnarin í
einmansleiki í ár Petur
Niclasen, bleiv ársinsleikari
hjá monnum. Eisini varð
kosið ársins herðaklapp,
og fór tann heiðurin til tær
tríggjar - Susie Midjord,
Mariann Mikkjalsdóttur og
Rakul Mikkjalsdóttur, fyri
av sínum eintingum, at fara
til Hvalbiar at fáa gongd á
aftur tað borðtennisvirsemi,
sum eina ferð var í bygdini.
Bestu borðtennisspælararnir funnir
FM-kappingin
Meðaldeildin
Einmansleikur:
1. Johannes Ellingsgaard,
Tór
Tvímansleikur:
1. Andras Nolsøe og
Vagnur Nolsøe, TBF
Kvinnur
Einmansleikur:
1. Susie Midjord, TBF
Tvímansleikur:
1. Susie Midjord og Marin
í Dali, TBF
Meistaradeildin
Einmansleikur:
1. Petur Niclasen, Tór
Tvímansleikur:
1. Reidar Luid og Ey›un
Luid, Tór
Blandaður tvímansleikur
1. Marin í Dali, TBF og
Reidar Luid, Tór
Kvinnur
Ársins leikari
Susie Midjord, TBF
Ársins stjørnuskot
Susie Midjord, TBF
Menn
Ársins leikari
Petur Niclasen, Tór
Ársins stjørnuskot
Reidar Luid, Tór
Ársins herðaklapp
Rakul Mikkjalsdóttur,
Mariann Mikkjalsdóttur og
Susie Midjord, TBF
FAKTA