mánadagur 1. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 98 - 23. mai 2006
»Stuttligari og lættari!«
Soleiðis ljóðar slagorðið, nú
Atlantic Airways hevur riggað
til summarflúgvingina, sum
í ár er meira umfatandi, enn
hon nakran tíð áður hevur
verið.
Magni Arge, stjóri, slær
eisini fast, at hetta er ein
tørvur, sum heilt náttúrligt
býr í føroyinginum.
– Tá summarið er gott, so
er tað jú ótrúliga vakurt her
hjá okkum. Men vanliga vil
tað vera so, at vit øll hava
tørv á at sleppa burtur úr
hesum regninum av og á.
Og tað er jú ongantíð betri
í Føroyum, enn tá tú kemur
aftur úr útlondum, tekur
stjórin til.
Fjølbroytni
Magni leggur dent á, at
felagið í ár hevur lagt nógv
fyri, soleiðis at ferðaætlanin
er so fjølbroytt og ódýr, sum
tað á nakran hátt ber til. Og
hann dylur ikki fyri, at tað er
við eitt sindur av stoltleika,
at tey hava ment rutunetið til
at vera somikið umfatandi,
sum tað nú er.
– Vit flúgva fimm ferðir
um vikuna til Íslands. Tvær
ferðir av hesum er møgu
leiki fyri víðari flúgvin til
Grønlands, og hartil koma
jú góðu møguleikarnir, sum
Icelandair gevur ferðafólkum
at koma til USA fyri ein
bíligan penga.
– Flúgvingin til Stanstead
í London er vorðin alt meira
vælumtókt. Vit flúgva tvær
ferðir um vikuna á hesi rutu,
og ert tú fyrst í London, so
eru møguleikarnir nógvir.
Bæði fyri ferðing í enska
høvuðsstaðnum, men so
sanniliga til at ferðast víðari.
Ikki minst tí feløg sum Ryan
Air og Easy Jet hava nakrar
ferðir, sum eru ófatuliga
bíligar.
– Og hartil koma meira
føstu ferðamálini hjá okk
um. Billund er á skránni
níggju ferðir hvørja viku.
Aalborg, Edinburgh, Oslo og
Stavanger standa somuleiðis
á kortinum. Og so sjálvandi
eisini Keypmannahavn. Tað
er so framvegis tann rutan,
har vit flyta flestu ferða
fólkini, og soleiðis verður
helst eisini rúma tíð afturat,
staðfestir Magni Arge.
Atlantic er klárt til summarið
Við seks flogførum í flotanum kann Atlantic Airways borðreiða
við einum fjølbroytni, sum føroyski kundi ongan tíð áður hevur
upplivað
www.klaksvik.fo
H E I M A S Í Ð A N H J Á K L A K S V Í K A R K O M M U N U
Býurin, har mentanar- og vinnulívið
ganga lið við lið