Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 83 - 1. mai 2006 ] Málið er at flyta upp, og hóast teir siga seg vita, at kappingin verður stór, so halda teir í Leirvík, at tað eigur at fara at bera til 1. DEILD Jóannes Hansen Tað gongur sum eftir ánni hjá LÍF. Teir eru einasta liðið, sum ikki hevur tapt, og tað er bara eitt mál farið ígjøgnum. Leygardagin vunnu teir 5-0 á Royn, ið er einasta liðið, sum einki stig hevur fingið. Royn hevur bara skorað eitt mál! – Vit eru væl nøgdir við gongdina higartil. Málið var undan kappingarbyrjan at enda millum tvey tey bestu og harvið at vinna pláss í fremstu deildini. Har hava vit ikki verið í 13 ár, sigur Jógvan Júst Olsen, formaður í LÍF. Næstu ferðirnar skal LÍF spæla móti VB/Sumba og KÍ. – Teir dystirnir mugu vit vinna, um vit skulu hugsa um at flyta upp. Ivaleyst verður mótstøðan kortini nóg stór. Ikki minst í Klaksvík. Fleiri av okkara spælarum eru klaksvíkingar, so tað verður ivaleyst heilt spennandi, heldur LÍF formaðurin. B71-SÍ 6-3 Undan steðginum leikaði javnt á, og støðan var 2-2, tá ið tað var hálvleikt. Eftir steðgin tóku heimamenninir verjupartin í størri álvara, og tá glapp orduliga. SÍ legði bragdliga fyri, og eftir uppspæl í høgru og út frá setti Jóan Petur á Stongum hol á. Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði Wellington Soares við góðum langskoti. Men Marcello Marcelino, sum stutt frammanundan hevði misnýtt, legði SÍ framum aftur. Sørvingar vóru ikki lidnir at fegnast, so var aftur javnt. Gert Lydersen legði innfyri úr høgru, og Magnus Olsen lyfti við høvdinum uppum málverjan. Eftir steðgin gekk sum eftir ánni hjá B71, sum skoraði trý mál eftir lítlari løtu. Gert Lydersen átti innleggið til 3-2 málið, sum 16 ára gamli Rasmus Nielsen stútaði. 4-2 málinum átti ungi maðurin eisini sín part í. Hann sneiddi tveir av, áðrenn hann legði bóltin fyri føturnar á Clayton Soares. Og bara lítla løtu seinni var 5-2. Aftur hesa ferð átti Gert Lydersen innleggið úr høgru. Clayton Soares stútaði upp á tvørs aftur, og Magnus Olsen stýrdi bóltinum í málið. SÍ svaraði aftur við B71 sjálvmálið. Eli Hentze royndi seg við afturlegging, sum málverjin ikki ansaði nóg væl eftir. Sørvingar spruttaðu eitt sindur, men Magnus Olsen stgaðfesti við góðum lobbara sín góða dag (trý mál) og trivaliga heimasigurin. KÍ-VB/Sumba 1-0 Hjá KÍ ræður tað fyrst og fremst um at halda seg røttu megin keðiligu strikuna. Eftir ógvuliga trilvandi fyrstu umførini hevur tað seinastu ferðirnar gingið rættuliga væl. Serliga týdningarmiklir eru sigrarnir móti teimum, sum tað kann roknast við eisini fara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Talan var um tætta uppgerð í Klaksvík, har gestirnir úr VB/Sumba høvdu leikliga yvirvág í 1. hálvleiki, og har tað var meiri javnt eftir steðgin. Málmøguleikar vóru báðar vegir, men tað kom bara eitt mál. Tað skoraði Erling Fles tíðliga í 1. hálvleiki. Miðvallarin David Bertholdsen spældi hann leysan við stikkbólti, og Erling var tryggur, tá ið hann kom móti málverjanum. Tíðliga í ár spældi Erling eina ferð við LÍF, men nú er spæliloyvið aftur í Klaksvík, og tað kemur væl við hjá næstbesta liðnum. Tá ið VB/ Sumba vann stórt í Hvalba, var Bjarni Johansen stóri maðurin. Bjarni var ikki við í Klaksvík. TB-FSV04 0-1 Talan var um tætta uppgerð millum tvey lið, sum fegin vilja vera millum tvey tey bestu, tá ið kappingin verður liðug. Felags fyri bæði liðini hevur verið, at tey higartil ikki heilt hava livað upp til Súni var við í AaB-sigri Súni Olsen byrjaði á vøllinum, tá ið AaB vann sín fyrsta superliga-dyst í ár. Eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Poul Hübertz 12 minuttir fyri tíð. Dysturin var ímóti AC Horsens, har Johan Byrial Hansen er ein av spælarunum. AaB manglaði fleiri av sínum føstu spælarunum til dystin orsaka av leikbanni og skaðum, og Súni Olsen var ein av teimum, sum fekk kjansin. Hann spældi í ein tíma, áðrenn hann varð skiftur út. Jón Rói Jacobsen var ikki við í hesum dystinum. Frem vann pliktsigur Frem spældi í gjár ímóti botnliðnum Brønshøj í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og Frem vann tann væntaða sigurin. Úrlitið gjørdist 4-1, og Wassim El Banna og Martin Jeppesen skutu tvey mál hvør. Jónas Tór Næss spældi allan dystinum sum høgri bakkur, meðan eykamálmaðurin Gunnar Nielsen ikki kom á vøllin. Frem liggur nú nummar 8 av 16 liðum í donsku 1. deild, men tað er tætt millum liðin í miðjuni á stigatalvuni, og tí er skjótt at fara nøkur pláss fram ella aftur. LÍF heldur stílin