mánadagur 1. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 23. mai 2006
29
Í
sambandi við nýggju
Summarkappingina, sum
verður lanserað í dag, verður
Sosialurin borin í hvørt hús
í landinum. Tí vilja vit nýta
høvið her at heilsa øllum
føroyingum.
Eyðkenni fyri tíðina er, at
ferð in er stór, og at tað gongur
við alt størr i ferð. Ikki minst
í fjølmiðlaverðini kenna vit
støðugt trýstið av tíðar veru
leikanum, ið kanska onga
staðni er so sjónskur, sum
hann er í okkara høpi.
Vit hava knívin á bark an
um. Kravið er, at vit bæði
skulu skunda okkum, og at vit
skulu røkka so langt og djúpt
og vítt, sum vit ongantíð áður
hava gjørt tað. Tað er hesin
veruleikin, sum minnir um
at hava knívin á barkanum.
Tað ljóðar ikki so hugnaligt
at vera í sovornari støðu. Men
um vit skulu siga sum er, so
trívast við væl í hesi støðuni.
Vit eru alt fleiri, sum arbeiða á
blaðnum, og gerandisdagurin
er eyðkendur av góðum hýri
og fjøltáttaðum uppgávum.
Alla staðni frá hoyrist
um, at tað er kveikjandi og
sunt, tá ið kappingin er stór.
Serliga gott verður hetta sagt
at vera fyri brúkaran.
Í føroyska fjølmiðlaheim
inum hevur kappingin ong
antíð verið størr i, enn hon
er tað nú. Umstøðurnar og
fyritreytirnar broytast støð
ugt og skjótt. Um hugsningur
skal vera um at fylgja við, so
ræður um at liggja í fremstu
røð og at hava allar antennir
uppi fyri at fanga rákið, og
fyri at vera tilvitaður um,
hvat kappingarneytarnir
gera og hava í kvittanum,
og hvørji krøv og ynskir
brúkarin setur.
Sosialurin hevur síðstu
árini verið í stórari menning,
og vit hava framvegis nógvar
ætlanir. Tá ið vit fyri rúmliga
tveimum ára tíggjum síðani
fluttu út á Argir, varð tað
roknað sum stórt framstig.
Tað bar møguleikar við sær
fyri at økja um síðutalið, og
tað bar við sær, at Sosialurin
sum fyrsta blaðið í Føroyum
varð givin út fimm ferðir um
vikuna.
N
ú er hetta sjálvfylgja.
Hvørki
vit
ella
brúkararnir kundu ímynda
sær, at blaðið ikki kom út
hvønn vanligan yrkadag.
Heldur er spurningurin, um
blaðið skal koma fleiri enn
fimm ferðir út um vikuna.
Júst tann spurningin hava
vit ikki tikið støðu til. Men
Sosialurin hevur seinastu
árini staðið fyri stórum av
bjóðingum, og vit hava roynt
og fara at royna at taka við
teimum. Tað er neyðugt, tí
um vit seta okkum upp aftur
á og halda tað standa væl til,
so verður beinanvegin talan
um afturgongd. Sosialurin
var fyrsti miðilin, sum varð
givin í internetútgávu. Henda
tænastan hevur ment seg eitt
nú við, at vit eisini geva út
serstaka netútgávu til sjófólk
kring allan heim, nevnd Skips
sosialurin.
Møguleikarnir og avbjóð
ingarnar vóru orsøk til, at vit
støðugt og í fleiri ár hugsaðu
um, hvussu tað skuldi bera
til at betra um fysisku karm
arnar. Dreymurin gjørdist til
veruleika, tá ið tað eydnaðist at
leiga húsini í Vágsbotni, sum
vit nú húsast í. Nú hava vit
verið her í Vágsbotni í eitt stórt
ár. Fyri okkum, sum arbeiða
her, hevur hetta verið framúr
broyting, og viðskiftafólkini,
sum vit hava fingið alt tættari
samband við, hava aftur og
aftur givið til kennar, at tey
halda taluna vera um plettskot,
at vit nú halda til her.
V
it kunnu ikki annað enn
vera samd í hesum sjónar
miðnum. Tað var gamalt,
at bløðini áttu at halda til í
miðbýnum í høvuðsstaðnum.
Hetta varð sagt, tá ið sam
skiftismøguleikarnir vóru so
nógvar ferðir vánaligari, enn
teir eru nú. Tá ráddi um at
vera tætt uppat, har tað gekk
fyri seg. Á Argjum kendu vit
okkum væl, og tað gjørdist
hópin lættari, tá ið tað bar til
at senda tekst og myndir og alt
annað umvegis faksið og seinni
netið. Men nú vit hava verið í
miðbýnum í eitt ár, er tað lætt
at staðfesta, at tað er vorðið
væl lagaligari hjá okkum at
arbeiða og at gera blað, nú
vit aftur eru í býarkjarnuni í
høvuðsstaðnum.
Í okkara verð er stóra
takið interaktiviteturin. Tað
vil siga, at nú er tað ikki
nóg mikið, at blaðið verður
borið lesarunum. Nú skal
samskiftið millum blaðið og
lesaran ganga báðar vegir,
og í tí sambandinum verða
fleiri miðlar nýttir.
V
it húsast í Miðlahúsinum
í Vágsbotni. Navnið er
tilvitað valt. Tað undirstrikar
veruleikan, sum er, at vit nú
arbeiða við fleiri miðlum. Nú
eru tað longu nógv ár síðani,
at Sosialurin fór í samstarv
við Føroya Tele. Vit hava
røkt og røkja tíðindapartin
av portal.fo. Hetta hevur
verið fínt samstarv, og tað
er eingin orsøk at rokna við
øðrum, enn at hetta fer at
halda fram.
Eingin føroyingur nýtist at
vera óvitandi um, at Sosial
urin hevur skift eigara. Javn
aðarflokkurin seldi í vár blaðið.
Leiðslan og starvsfólkini á
blaðnum eiga nú 66 pro sent av
partapeninginum, og Føroya
Tele eigur 34 prosent.
Vit fegnast um nýggja veru
leikan av fleiri orsøkum. Ein er,
at vit nú ikki eru knýtt at einum
politiskum flokki. Hóast tað
seinastu tjúgu árini hevur verið
arbeitt stútt og støðugt við at
broyta Sosialin frá at vera
politiskt heft blað og til at vera
óheft tíðindablað, so hevur
ikki borið til at sloppið undan
veruleikanum, sum hevur
verið, at Javnaðarflokkurin
hevur átt blaðið. Nú eigur eitt
privat partafelag blaðið, sum
verður rikið eftir handilsligum
treytum.
N
ýggi veruleikin ger tað
uppaftur meiri neyðugt at
liggja frammarlaga og harvið
at síggja, hvørjir møguleikar
eru, og hvussu teir taka seg
upp. Setningurin er at fáa
fyritøkuna at mennast undir
handilsligum treytum og sam
stundis at fremja og stuðla
menningina av samfelagnum
á ein slíkan hátt, at tað styrkir
rættarsamfelagið, fólkaræðið,
samhaldsfestið og virðing
millum menniskju.
Høvuðsproduktið er fram
vegis blaðið. Tað verð ur støð
ugt arbeitt við at betra tað.
Setningurin er at fevna um øll
evni í orðaskifti, reportasjum
og tíðindagreinum og um alt
landið. Hóast høvuðssætið er
Miðlahúsið í Vágsbotni, so
hava vit framvegis lokalredak
tiónir í Klaksvík og í Suðuroy.
Betraða samferðslukervið ber
við sær, at vit hava møguleika
at vera til staðar kring alt
landið, og tað miðja vit eftir
at vera eitt nú við Rullandi
Redaktiónini, hvørs endamál
er at kunna vera sjónlig alla
staðni alt árið og harvið kunna
endurspegla gerandisdagin hjá
flest øllum føroyingum.
Miðlahúsið er síðsta árið
vorðið partur av føroyska
samfelagnum. Hvørja viku
eru tiltøk á skránni. Tey eru
av øllum handa slag, og tað
fegnast vit um.
Málið er, at Sosialurin, Port
alurin og Miðlahúsið í Vágs
botni á fleiri miðlapallum
skulu vera sera sjónskur partur
av føroyska samfelagnum. Tað
er stór avbjóðing. Vit kenna
okkum støðugt hava knívin
á barkanum fyri at liva upp
til málið fyri tænastum, sum
vit hava sett okkum fyri at
veita lesarum og lýsarum. Vit
trívast í hesum leiklutinum, og
vit vóna, at støðugt vaksandi
viðskiftaskarðin framvegis fer
at taka undir við okkum.
G
ott summar og góða
summarkapping saman
við Sosialinum!
DAGSINS MEINING
SOSIALURIN TIL ALLAR FØROYINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.