Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 83 - 1. mai 2006 ] B71-SÍ 6-3 (2-2) 0-1: Jóhan Petur á Stongum 9. 1-1: Wellingtong Soares 25. 1-2: Marcello Marcelino 40. 2-2: Magnus Olsen 41. 3-2: Rasmus Nielsen 55. 4-2: Clayton Soares 57. 5-2: Magnus Olsen 60. 5-3: Sjálvmál 61. 6-3: Magnus Olsen 70. KÍ-VB/Sumba 1-0 (1-0) 1-0: Erling Fles 9. TB-FS Vágar2004 0-1 (0-0) 0-1: Gisli Sveinbjørnsson 81. HB-AB 2-4 (1-2) 1-0: Allan Mørkøre 12. 2-0: Dion Jacobsen 17. 2-1: Poul Tummas Dam br. 39. 3-1: Ey›stein Jacobsen 49. 4-1: Dion Jacobsen 70. 4-2 Hendrik Rubeksen 82. LÍF-Royn 5-0 (2-0) 1-0: Magnus Skoralí› 2-0: Andreas Lava Olsen 3-0: Magnus Skoralí› 4-0: Áslakur Jacobsen 5-0: Marius Nystrøm Hansen vónirnar. Stóri týdningurin av møguleikanum ikki at fáa stig darvaði samanspælinum, sum tað gekk illa at fáa at hanga saman. Báðir partar høvdu málmøguleikar, men tað tóktist leingi skula endað málleyst. Einasta málið fekk FSV04, tá ið tað vóru níggju minuttir eftir. Málskjútti var Gisli Sveinbjørnsson, eftir at Karl Jóhan Djurhuus hevði lagt innfyri úr høgru. Frammanundan hevði Birgir Joensen stutt eftir at hann í 2. hálvleiki var komin á vøllin rættuliga stóran møguleika, men eftir innlegg úr høgru sendi hann uppum málið. Síðstu løtuna trýsti TB rættuliga nógv. Teir fingu fleiri hornaspørk. Í teimum støðunum eru teir altíð vandamiklir, men FSV04 helt tætt. Allan Poulsen fekk møguleika í brotsteiginum, men hann rakti ikki nóg væl. Í yvirtíðini fekk innskifti Mortan Joensen langa sending, á veg móti TB málinum togaði Kim Roest ov nógv í vágamannin. Tað kostaði seinna gula kortið og harvið ostaskorpuna. HB-AB 2-4 Argjamenn plaga at hava tað torført í Gundadali. Hesa ferð gekk væl, og tað boðar ivaleyst frá nýggjum fótbóltstíðum á Argjum. Enn dúva teir nógv upp á fremmanda arbeiðarar, um tað er loyvt at taka soleiðis til. Allan Mørkøre skoraði fyrsta málið eitt sindur úr høgru, og veteranurin, sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í høgru, átti sín lut í øllum AB málunum. Løtu eftir fyrsta málið átti hann innleggið til málið, sum ungi argjamaðurin Dion Jacobsen skoraði. Undan steðginum minkaði Poul Tummas Dam um munin. Ungi maðurin, sum var miðvallari hesa ferð, umsetti brotsspark, ið var dømt eftir hornaspark. Stutt eftir steðgin økti Eyðstein Jacobsen um munin til 3-1 eftir innlegg frá Allani Mørkøre, og Dion Jacobsen stútaði AB framum 4-1, eftir somu uppskrift. Hendrik Rubeksen er komin fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg. Hann pyntaði um til 4-2 við beinleiðis frísparki. LÍF-Royn 5-0 Tað var ongantíð ivi um, hvat stigini fóru. Spurningurin var heldur, hvussu stórur heimasigurin skuldi gerast í øllum tunnilsróminum. Royn hevði ikki nógv at bjóða uppá. Hugburðurin hjá teimum var, at tapið skuldi verða minni, enn tað var í fjør, tá ið teir taptu við tvísifraðum tali. LÍF vann 5-0, og teir høvdu møguleikar til meiri enn tvífalt so stóran sigur. Magnus Skoralíð, sum tykist vera heilt væl fyri, setti hol á, og undan steðginum økti ein annar av evnaríku leirvíkingunum. Andreas Lava Olsen spældi eitt tvey við Hans Fróða Hansen, sum tóktist vera smáskaddur og hevði sett seg sjálvan í álopið ta løtuna, hann var á vøllinum. Eftir steðgin økti Magnus Skoralíð til 3-0, og hann átti frísparksinnleggið, sum Áslakur Jacobsen við høvdinum sendi í hvalbiar málið. Síðsta málið skoraði Marius Nystrøm Hansen, sum var komin á vøllin fyri Hans Fróða Hansen. Clayton Soares skjýtur framvegis mál við fullari ferð. Higartil eru átta mál komin frá honum í fyrstu seks umførunum