mánadagur 1. mai 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 83 - 1. mai 2006 ]
Framúr málverjin hjá
Skála var orsøkin til,
at heimaliðið á Mølini
ikki vann meiri enn
við tveimum málum
EB/STREYMUR-SKÁLA
Jóannes Hansen
EB/Streymur
vann
sunnudagin oddasessin
aftur. Tað gjørdu teir við
2-0 sigri á heimavølli móti
Skála. Serliga síðsta hálva
tíman var gott snitt yvir
oddaliðnum, og tað var tá, at
teir gjørdu tey bæði málini.
Fyrra umfarið var leikliga
einki at reypa av. Vindurin,
sum lá upp á tvørs, plágaði,
og tá ið bólturin ofta var í
luftini, so vóru fyritreytirnar
fyri
samanhangandi
fótbóltsspæli einki serligar.
Í spælbýti vóru gestirnir
væl við. Málmøguleikarnir
vóru tó ikki so nógvir.
Eina ferð noyddust teir
á heimaliðnum at bjarga
á strikuni, og heimaliðið
átti ein góðan møguleika
stutt undan steðginum.
Skála misti í uppspælinum,
Rafal setti ferð á, spældi
Hans Paula Samuelsen,
sum sneiddi framvið
verjuspælara og royndi
móti málinum. Bólturin fór
framvið málverjanum og
rakti í stólpan.
Tað sigur seg sjálvt, at
Skála er darvað av, at fleiri
av stuðulsspælarunum ikki
eru tøkir. Sum 2. hálvleikur
leið,
gjørdist
heima
yvirvágin alt meiri týðulig,
og nú fingu teir væl betri
skil á fótbóltsspælinum,
enn teir høvdu havt tað í 1.
hálvleiki.
Vlada Filipovic var framúr
aftasti skansi hjá alt meiri
sperda Skála liðnum.
Talan tóktist tó vera um
tíðarspurning, áðrenn hol
fór at koma á. Málið kom,
tá ið 2. hálvleikur var
hálvrunnin. Leif Niclasen,
sum stutt frammanundan
var innskiftur, setti hol á.
Liðformaðurin og miðverjin
Egil á Bø legði langa sending
fram í høgra borð. Verjan
beindi burtur við høvdinum,
men Sorin Anghel, sum var
komin fyri seg, hóast hann
í vikuni næstan ikki hevði
fingið stigið fótin til, var
fyrstur á, spældi tvørtur um
til Rafal, ið legði eitt sindur
aftur eftir til Lei Niclasen,
sum smekkaði til, og hesa
ferð var Vlada Filipovic
seldur.
Lætti og fagnaður millum
heimamenninir sum hildu
fram í somu øði. Eftir gott
uppspæl millum Hans
Paula og Rafal gjørdist
Sorin blankur ikki so langt
úr málinum. Skotroyndini
bilti einki, og tað tóktist sum
um, at bólturin var á veg í
málið, tá ið Skála málverjin
á framúr hátt megnaði at
verja fyri.
EB/Streymur, sum var
í 4-5-1 útgangsstøðu við
Sorini Anghel einsamallum
á toppinum, hevði stóra
leikliga yvirvág, og tíggju
minuttir undan dystarenda
varð staðfest, at øll stigini
fóru at vera eftir á Mølini.
Jóhann á Stongum, ið
var komin á vøllin í 2.
hálvleiki, spældi Sorin
Anghel í vinstru, Sorin fór
til baklinjuna, áðrenn hann
sendi innfyri. Skála verjan
megnaði í fyrstu atløgu
at beina burtur, men ikki
longri enn at miðvallarin
Bárður Olsen, sum fyrr í ár
hevur lagt upp til nógv av
málunum, sum felagsliðið
hevur fingið, kundi smekka
til, og enn eina ferð sang
bólturin í Skála málinum.
Heimafagnaðurin var
øgiligur. Sum hann so ofta
hevur verið tað á Skála
tvey tey seinastu árini.
Sunnudagurin í Gundadali
móti B36 og mikudagurin
í næstu viku á heimavølli
móti KÍ fara at geva heilt
góða ábending um í hvussu
stórum álvara EB/Streymur
skal takast í oddastríðnum.
Í løtuni mugu teir finna seg
í, at teir eru eitt tað besta og
kanska tað besta boðið upp
á nýtt meistaralið.
Tað skoðsmálið góvu
mong
Skála
undan
kappingarbyrjan. Gongdin í
fyrstu seks umførunum hevur
víst, at tað eru nýggjar tíðir
á Skála. Fyritreytin undir, at
tað skal fara at hilnast betri,
enn tað higartil hevur gjørt,
er fyrst og fremst at fleiri av
teimum, sum higartil fyri tað
mesta hava hugt at, tí teir
ikki hava verið førir fyri at
spæla, koma fyri seg aftur.
Tað síggja teir fram ímóti
skal gerast veruleiki á Skála.
Men tað tekur sína tíð!
119 fólk vórðu handtikin
Tað var ófriður bæði undan og eftir stórdystin í donskum
fótbólti í gjár. FCK og Brøndby spældu avgerandi dyst í
Parkini, og einki mál kom í dystinum. Tað úrslitið kundi
FCK betur liva við. Ekstrablaðið skrivar, at ófriður og rok
var fleiri staðni í sambandi við dystinum. Uttanfyri eitt
vertshús vóru 40 viðhaldsfólk tikin, og samlagt handtók
løgreglan 119 fólk í sambandi við dystin.
Ulrich er ikki tann sami
Týski súkklumaðurin Jan Ulrich er ikki tann, sum hann einaferð var, og
hann hevur fingið fleiri vánalig úrslit í ár. Einaferð var hann sterkasti
súkklarin í heiminum, men nú hevur hann ilt við at fylgja við teimum
bestu. Heldur ikki í einkultstartinum er hann millum teir longstu longur,
og í kappingini Kring Romandíið um vikuskiftið var hann langt afturi í
røðini í endaligu støðuni. Fyrireikingarnar eru tí ikki av teimum bestu
undan teimum stóru súkklukappingunum í summar.
EB/Streymur-Skála 2-0 (0-0):
Hálvur tími í stórum stíli
Skála
EB/Streymur
Seinasta hálva tíman setti EB/Streymur ferð á, og so vunnu teir oddasessin aftur eftir eina viku fráveru
Mynd: Sofus D. Johannesen
Góð barlast
Heimamenninir á Mølini
vóru ógvuliga fegnir um
júst henda sigurin:
– Tað var týdningar-
mikið, at vit fótaðu
okkum eftir tapið í
Runavík. Nú standa
tvær
rættuligar
lyklauppgerðir fyri
framman. Fyrst í
Gundadali móti B36
og so á heimavølli móti
KÍ. Leikligu avrikini
plaga ikki at vera serliga
polerað, tá ið vit spæla
móti Skála. Tí var tað
fínt, at vit rættuliga fingu
spælið at koyra soleiðis,
sum 2. hálvleikur leið,
var viðmerkingin hjá
teimum í EB/Streymi.
2-0 málið var søguligt
á tann hátt, at hetta var
fyrsta ferðin yvirhøvur,
at tað vórðu skorað
fleiri enn eitt mál í
g rannauppgerðum
millum EB/Streym og
Skála á Mølini!
-jh
Mugu
royna sum
frægast
Á Skála verður stað-
fest, at gongdin fyrsta
partin
av
hesum
kappingarárinum hevur
verið heilt øðrvísi, enn
hon hevur verið tvey
tey undanfarnu árini.
Í trimum royndum
á útivølli hava teir
bara fingið eitt stig - í
Klaksvík.
–
Vit
eru
manningarliga sperdir.
1. hálvleik eru vit
nøgdir við. Tá vóru vit
kanska leikliga omaná.
Eftir steðgin fáa teir
meiri flog yvir spælið,
og teir sekta okkum, tá
ið vit gera mistøk. Tað
ber tó ikki til at missa
mótið. Sunnudagin fáa
vit vitjan av GÍ, og tá
mugu vit royna at reisa
okkum, er viðmerkingin
av Skála.
Skálamenn hava bara
fingið eitt stig burtur úr
trimum teimum seinastu
umførunum.
-jh