Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 98 - 23. mai 2006 Nú fáir dagar eru eftir til heimskenda songkvinnan, Rebecca St. James skal hava konsert í Kelduni í Skálafirði, hevur Keldan avgjørt at byggja verandi pall út Konsert Snorri Brend Keldan, Skálabotnur: Hóast verandi pallur í sam­ komu­húsinum skuldi verið ríkiliga stórur, er hann heilt einfalt ov lítil tá Rebecca St. James skal hava konsert. Ein av monnunum í Keld­ uni, Leif Høj sigur, at teir hava avgjørt at gera eina stálkonstruksjón. Hetta fer at gera allan pallin millum ein og tveir metrar djúpari. – Stálkonstruksjónin verð­ ur gjørd soleiðis, at hon kann brúkast aftur tá aðrar stórar konsertir og tiltøk verða í Kelduni, sigur Leif Høj. Nevnast kann, at henda kon­sertin hjá Rebeccu er part­ur av eini stórari Europa- turne. Ferðin byrjaði í Wales fríggjakvøldið, og vitjar hon síðani í Onglandi, Eysturríki, Sveits, Týsklandi, Estlandi og Bulgaria. Áðrenn Rebecca kemur til Føroyar skal hon eisini hava konsert í Ungarn. Úr Føroyum gongur leiðin til Noregs og Ruslands. Virkin tónleika­ prestur vitjar Filadelfia: Seinni í hesi vikuni fær samkoman í Havn vitjan av einum tón­leikapresti. Danska Katrine Høgenhaug fer á vitjan síni at luttaka á lovsongsmøti í samkomuni leygarkvøldið. Katrine er 30 ára gom­ ul og útbúgvin inn­an tón­ leikavísind á Lærda Há­skúl­ anum í Keyp­mannahavn í 2002. Dagliga arbeiðir hon sum tónleikaprestur í eini kirkju, sum nevnist Kirkjan í Kulturcenteret. Sum ein part av fyri­ reiking síni til hetta starvið hevur hon verið eitt ár á Hillsong College í Sydney. Her fekk hon miklan íblástur til arbeiðið sítt út frá hesi samkomuni, sum er kend um allan heim fyri lovsang sín. Katrine hevur sjálv skriv­ að ein hóp av tónleiki og er nógv av hesum útgivið á fløgum. Fleiri av sangum hennara eru eisini týddir til føroyskt og eru at finna á fløguni “Vit kunngera Jesus”, sum kom út fyri nøkr­um árum síðani. Sum ein part av ar­beiði sínum hevur hon hildið fleiri seminar um sang­ skriving og lovsong í ym­isk­­um samkomum og á há­skúl­um. Nú kemur hon so til Før­oy­ar á fyrsta sinni, og verður hon við á lovsongs­ kvøldinum 27. mai í Fila­ delfia í Havn og á morgun­ møtinum dagin eftir. sb. Møtir við donskum aðalskrivara Klaksvík: Samstundis sum Norðoyastevna er í Klaksvík, verður skipað fyri serstøkum møtum í nýggja samkomubygninginum “Emmaus” í Klaksvík. Møtini byrja hósdagin í komandi viku, og sum eisini er Kristi Himmals­ ferðardagur, og halda síð­ ani fram alt vikuskiftið. Tal­ari á møtunum er dan­ in Ole Andersen, sum eis­ini er aðalskrivari í fe­lags­skapinum “Ordet og Israel”. Tiltøkini eru almenn, men eitt av møtunum vendir sær serliga til tey, sum virka sum talarar í sam­ komu­húsum. Hetta møtið verður leygarmorgunin 27. mai. Byrjað verður tá við kaffi og rundstykkjum, og kl. 10 fer Ole Andersen at tosa um evnið, hvussu ein kann boða út frá Gamla Testamenti nú á døgum. Eftir hetta greiðir hann frá teim nýggjastu tíðindunum úr Ísrael. Møtirøðin við Ole Ander­sen endar við bíbliu­ undirvísing sunnudagin 28. mai. sb. Felagsmøtir við talum og sangi Nesvík: Aftur í ár verður leguhúsið í Nesvík karm­ ur um árligu felags­missi­ ónsvikuna. Henda møtivikan byrj­ar mikukvøldið við møti kl. 19:30, har Regin Høgne­ sen, trúboðari talar og har Marita, Hallgerð og Jóhanna úr Haldórsvík fara at syngja. Síðani halda møtini fram alt at sunnudegi, tá felags sunnudagsskúli verður kl. 15 og seinasta møtið kl. 18. Talar og sangkreftir koma ymsastaðni frá úr land­inum. sb. Størri pall til konsertina við Rebeccu Rebecca St. James sleppur rættiliga at folda seg út í næstu viku. Neyðugt hevur verið við størri palli í Kelduni Leygarkvøldið var gospelkonsert í ítróttarhøllini í Runavík. Fólk í øllum aldri vóru møtt upp til konsertina GOSPELKONSERT Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Fyrst á pallinum vóru Árni og Marner. Teir báðir hava rættiliga gjørt um seg, síðani teir fyri stuttum góvu fløgu út. Serliga teimum eldru dámdu sera væl at hoyra teir báðar. Eftir teir kom Ungdóms­ kórið á Glyvrum upp. Tey hoyra til í Missiónshúsinum á Glyvrum. Tey hava ikki sungið til eitt so stórt tiltak fyrr, men tað eydnaðist sera væl hjá teimum. Kórið varð stjórnað av Morid Simonsen og Etly Olsen. Næstir á pallinum vóru Direct Level. Teir eru eftir­ hondini vorðnir eitt kent navn innan føroyska tón­ leika­heimin. Teirra stílur var meira til tey ungu. Teir hava fingið ein nýggjan trummu­ spælara, sum eitur Martin Rúni Joensen. Hann slapp veruliga at royna seg við teimum hørðu rokksangunum hjá bólkinum, og samspælið við hinar í bólkinum riggaði heilt væl. Til seinast sang Heine Lützen. Heine er ein av teim­ um kendastu tónleik­arunum í landinum. Hann hevur sung­ ið leingi nú, og tað sæst eisini á honum, at hann dugir væl at upptraðka. At hjálpa sær hevur hann sera góðar tónleikarar, og hansara tón­ leikastílur rakar eina sera breiða áhoyrarafjøld. Fyrireikarnir siga seg vera væl nøgdar við tiltakið, hóast tað ikki vóru so nógv fólk sum væntað. Allir bólkarnir høvdu góðar framførslur, og teir vístu allir á, at teir sungu, fyri at gera boðskapin um Jesus kendan. Gospelkonsert í Runavík Heine Lützen rúnarbant áhoyrarnar við sínari frálíku rødd Mynd: Heini S. Kristiansen