Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 83 - 1. mai 2006 ] – Í ár hugsaði eg fleiri ferðir um at gevast. Hetta er keðiligasta felag í heiminum at vera venjari fyri, segði Jose Mourinho, tá meistaraheitið var tryggjað við 3-0 sigri á Manchester United Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann hevur aloftast verið maður fyri at geva tíðindafólkunum nøkur gullkorn heim við til dystarfrásagnir sínar. Og leygardagin gav Chelsea venjarin enn eitt av slagnum, tá hann tosaði um tankarnar, sum hann hevði havt gjøgnum árið. – Tað er mest sum líkamikið, hvat vit hava gjørt, tí eingin virðir okkum fyri avrik okkara. Øll tosa bara um, at tað eru pengarnir hjá Abramovich, sum hava givið okkum meistaraheitið. Hetta kappingarárið vunnu vit til dømis níggju dystir á rað, men eg havi ongantíð, ongantíð, ongantíð vunnið heitið sum besti venjarin nakran mánað, segði Mourinho millum annað. Gav medaljuna Umframt fagnaðin, sum var um alt Stamford Bridge, tá næsta meistaraheitið á rað var komið til høldar, so vóru tveir áskoðarar, sum kendu seg serliga væl. Mourinho tveitti nevnliga sítt gullmerki út til áskoðararnar, og tá hann seinni fekk nýtt gullmerki, fór hetta sama veg. Út til áskoðararnar. – Eg havi longu eina slíka medalju, og hendan er jú akkurát líka. Tí haldi eg, at áskoðararnir høvdu uppiborið hesa, og onkur av hesum hevur so fingið sær eitt minni fyri lívið. Ella eisini kann viðkomandi skora kassan, um hann setir hetta til sølu á e-bay, helt Mourinho skemtiliga fyri. Suverenir Hvussu er og ikki, so kann neyvan nakað spurnartekin setast við dygdirnar hjá Chelsea, nú teir fyri aðru ferð á rað kunnu rópa seg meistarar. Við tveimum dystum eftir at spæla er munurin niður til Manchester United ikki minni enn 12 stig, og tí var eingin veruligur vandi á ferð - heldur ikki hóast United skuldi vunnið dystin leygardagin. Hetta seinasta gjørdist tó ongantíð aktuel. Gallas, Cole og Carvalho vóru málskjúttarnir í trygga 3- 0 sigrinum, har skaðar hjá tveimum landsliðsspælarum tó eisini fingu stórar yvirskriftir. Wayne Rooney hevur av álvara fingið sítt HM- endaspæl í vanda, og eisini John Terry hjá Chelsea spældi dystin lidnan við einum skaða, tó at hesin ikki tóktist heilt so álvarsligur. – Eg vildi als ikki fara av vøllinum. At endurvinna meistaraheitið er fantastiskt, og tað vildi eg fyri alt í verðini ikki verða fyriuttan, staðfesti fegni liðskiparin, eftir at hann hevði verið uppi á pallinum. Reading setti met Við 106 stigum hevur Reading sett met í næstbestu ensku deildini. Metið gjørdist veruleiki, tá Reading leygardagin spældi á heimavølli móti QPR. Sjálv uppflytingin hevur annars verið veruleiki í fleiri vikur, men síðani hava teir í Reading strembað eftir metinum, sum Sunderland setti í 1999, tá teir vunnu deildina við 105 stigum. -mørk 600 milliónir fyri Tevez Tað eru ikki smápengar, sum brasilianska Corinthians vil hava, um teir skulu selja Carlos Tevez. Argentinski framherjin er trý ár á rað kosin besti spælari í Suðuramerika, og tað hevur fingið eitt nú Real Madrid, Inter og Chelsea at vísa spælaranum áhuga. Enn er tó ikki nógv, sum bendir á, at Tevez verður seldur. Corinthians vilja hava onkra staðni millum 600 og 800 milliónir krónur, um teir skulu selja spælaran. Ein upphædd, sum vildi gjørt Tevez til dýarasta spælara nakrantíð. Verandi metið eigur Zinedine Zidane, sum kostaði 441 mió kr., tá Real Madrid keypti hann. -mørk Vit verða sterkari Sir Alex Ferguson metir, at Manchester United í enn størri mun verður ein hóttan hjá Chelsea komandi kappingarár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast greiða 3-0 tapið leygardagin, so ivast Sir Alex ikki í, at hann og Manchester United væl kunnu standa seg í kappingini við Chelsea um eitt ár. – Vit eru sera uppsettir til at geva Chelsea ein skarpan gang, og vit verða heilt víst partur av oddastríðnum. Ferguson hevur áður sagt, at bæði hann og Arsene Wenger hava arbeitt meira langsiktað enn Mourinho, sum støðugt hevur kunnað keypt stjørnuspælarar fyri milliardirnar hjá Roman Abramovich. – Tann møguleikan hava vit ikki havt, og tí hava vit arbeitt nógv við at fáa góðar ungar spælarar til felagið. Tað haldi eg eisini hevur eydnast rættiliga væl, og í ár hava vit sæð, at okkara lið er um at vera í hæddini aftur. Og komandi ár rokni eg altso við, at vit kunnu vera við til allar seinasta sparkið á kappingarárinum, heldur Aex Ferguson. Mourinho ætlaði at rýma Beckenbauer hartar Ballack Hóast einki er undir- skrivað, so verður tað frá flestu síðum roknað við, at Michael Balalck komandi ár fer at spæla í bláa Chelsea-búnanum. Somikið vísur er for- setin í Bayern München, Franz Beckenbauer, í hesum, at hann nú hartar Ballack, sum hann heldur spara seg til komandi kappingarár. – Onkra tíð hugsi eg við mær sjálvum, um Ballack er við á liðnum hjá okkum ella ikki. Tað tykist í øllum førum, sum roynir hann bara at gera sum minst, so hann er væl fyri, tá hann skal byrja í Chelsea. Sjálvur leggur Ballack tó lítið í, hvat Kaiser Franz heldur um sítt spæl. -mørk Sambært Chelsea- venjaranum, so er tað keðiligt at vera venjari undir Abramovich. Alt arbeiðið, sum verður gjørt, verður sagt at koma av pengunum hjá Abramovich, sigur Jose Mourinho Mynd: Reuters