mánadagur 1. mai 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 98 - 23. mai 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hans Petur Sigurð
Olsen,
ættaður
av
Oyrabakka, búsitandi
á Skála, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygardagin 20. mai, 76
ár.
Anna Østerø, fødd
Hansen, búsitandi á
Skipanesi, andaðist
á Landsjúkrahúsinum
sunnudagin 21. mai, 62
ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Hann hevði verið uppi til eksamiu í
matematikk hjá Müller í Tvøroyrar
skúla. Matematikk var hansara yndisfak,
og vit bíðaðu spent eftir, hvat úrslit hann
mundi fara at koma heim við. Áðrenn
hann kom inn, fór hann í kjallaran, tí
onkur var har. Ein drongur. Minnist ikki,
hvat drongurin gjørdi í kjallaranum hjá
okkum, men eg minnist, at Heri var eitt
sindur mælskur, eitt sindur harðmæltur.
Tað ljóðaði, sum skeldaði hann dreingin:
“Nú hevur hann mestur fingið ringan
karakter,” helt mamma fyri, “tí er hann
ikki komin beint inn at fortelja.”
Heri kemur inn í gangin. Mamma
spyr alt fyri eitt, um hann hevur fingið
ringan karakter: “Hvat fekst tú?”
“Tvey feit UG!” sigur Heri.
Hjá honum var tað eftir øllum at
døma natúrligt, sjálvsagt, at fáa góðan
karakter í matematikk. Og sjálvandi,
lagið var gott á øllum, sum inni vóru.
Hugdi altíð, tá ið Heri teknaði skip.
Tað vóru tey flottastu skipini, hann
teknaði. So flott, at hvørki fyrr ella
seinni, havi eg sæð nakað líknandi.
Hann teknaði hús. Húsini, sum hann
ætlaði sær sjálvum. Tey vóru so flott,
at eg havi kanska sæð fotomyndir av
húsum í Beverly Hills, ið hava líkst
teimum hjá Hera. Húsini hjá Hera vóru
tó ikki so stór sum tey hjá Hollywood-
stjørnunum. Í so máta var Heri meiri
jarðbundin. Ongantíð untist honum
at fáa eini hús, ið bara bóru brá av
teimum, hann teknaði.
Spurdi hann um alt, tí hann var so
klókur og dugdi so væl at fortelja.
Spurdi hann, hvat framtíðin hevði at
bera av øllum tí fantastiska, streym
linjaða, sum hann teknaði: “Húsini
fara at standa á julum, himmalin verð
ur reyður, fjøllini verða blá, havið
verður gult. So flott verður alt. Skipini
verða atomrikin. Flúgvararnir flúgva
fleiri ferðir skjótari enn ljóðið.”
Eg trúði hvørjum orði. Sveimaði í
huganum saman við Hera í hansara
ótrúligu fantasiverð.
Mær longdist ósigiliga illa eftir Hera,
tá ið hann fór til Havnar at ganga í stud
entaskúla. Visti, at hann búði á Sjómans
heiminum, og at hann skulkaði onkuntíð.
Nygaard var rektari og vildi sum vera
man hava “eina gyldiga grund”.
“Tað var so nógv brim í Vágsbotni,
at eg slapp ikki út,” segði Heri. Eina
gyldigari grund fekk Nygaard ikki.
Jú, kanska var grundin líka so gyldug
eina aðru ferð, tá ið Heri hevði sum
gylduga grund: “Eg hevði ilt.”
Eg gleddist altíð um høvi at vera
saman við Hera, har tað bar til. Tað
veri seg í Sandavági, á Tvøroyri, í
Keypmannahavn og í Havn. Tað var
altíð gott at vera saman við honum.
Hann var stuttligur, romantiskur. Hann
var stutt sagt at kalla aldrin keðiligur.
Og so var hann so hjálpsamur.
Heri hevði eisini so nógvar vinir,
sum allir vóru nakað heilt serligt í mín
um hugaheimi. Eingin var keðiligur.
Allir vóru so stuttligir og klókir, helt
eg. Tað var alt so trygt og gott.
Nei, ikki alt.
Heri góðtók ikki tað, vit rópa eina
vanliga tilveru. Hann treivst ikki í
teirri fyriskipaðu sosialu heildini,
sum eitt samfelag er. Hann tímdi
ikki. Hann vildi liva, sum hann vildi,
soleiðis sum honum dámdi. Og tað
var verri enn so altíð, at tilveran toldi
Hera. Tí kom tilveran honum ógvuliga
tvørt fyri tey seinastu mongu árini.
Einaferð fór Heri niður at “lesa”.
Hann var innskrivaður á universitetið.
Onkuntíð mundi hann vísa seg har, tí
hann fór upp í filosofikum. Setning
urin, hann skuldi svara, æt nakað so
ófatiligt í hansara verð sum “Viljin”.
Her var lítil logikkur í lagnunnar
speisemi. Tað skuldi eingin koma og
bjóða Hera av við viljanum. Og tó.
Henda dagin, hann hevði verið uppi í
viljanum, fór hann um universitetsgátt
við einum feitum UG. Síðan sá eingin
hann aftur – mær vitandi – á universit
etinum.
Líka so deiligt sum tað var at vera
saman við Hera, líka so harmiligt og
tungt kundi tað eisini vera. Nettupp
viljin, soleiðis sum vit yvirhøvur
tulka hetta hugtak, var honum eingin
hollur lívsstuðul. Líka so stórur er
saknurin og líka so sterk eru minnini
um Hera.
Eitt deiligt menniskja, sum næstan
øll vóru góð við.
Eg sakni teg sváran, Heri bróður.
Sonne bróðir
Hera bróður til minnis
Dagurin í morgin
24. mai. Ester. Drotningin, sum Esters bók í Gamla
testamenti er skrivað um. Týdningurin av navninum er
óvissur.
70 ár
Edith Christiansen, Keypmannahavn, dóttir Hergeir Joen
sen úr Vági verður 70 ár 23. mai.
Brúðleyp
Mikudagin kl. 17.00 giftast í Gunn Ellefsen og Jens
á Skipagøtu, bæði úr Hoyvík. Veitslan verður á Hotel
Føroyum fyri innbodnum
Gullbrúðleyp
Mikudagin 24. mai hava hjúnini Andrea og Faber Isaksen,
Kvívík, gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin hjá Magna
og Beintu á Heygnum 5, í Kvívík frá kl. 17.00.
Tøkk
Eg vil fegin takka øllum tykkum, sum
mintust meg á 75 ára føðingardegnum tann
9. mai.
Heilsan Jóna (Beybey)
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og
kenningum, at
Anna Østerø
Skipanes
andaðist sunnudagin 21. mai, 62 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
23. mai kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Elim í Søldarfirði mikudagin
24. mai kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Aksel
Tey, ið ynskja at minnast Annu við blómum ella kransi, kunnu
lata eina peningagávu til Elim í Søldarfirði
Fríggjadagin 5.
mai var móttøka á
Restaurant Muntra í
Fuglafirði í sambandi
við at 35 ár vóru liðin,
síðan matstovan varð
stovnað. Seinastu
21 árini hevur Poul
Rustin í Fuglafirði
rikið matstovuna
Móttøka
Mynd: Hans Mohr
Tað at ein matstova í Før
oyum kann hátíðarhalda
sín 35 ára stovningardag
er ikki nøkur sjálvfylgja.
Tað krevur nógv av okkum
starvsfólkum, sigur Poul
Rustin, sum seinastu 21
árini hevur rikið Restaurant
Muntra í Fuglafirði.
Fríggjadagin 5. mai var
skipað fyri móttøku á 35
ára stovningardegnum hjá
matstovuni, har nógv fólk
nýttu høvi at støkka inn á
gólvið til at heilsa upp á
starvsfólkið og fáa sær ein
góðan bita.
Tað var Petur Mohr, hov
meistari í Fuglafirði, sum
stovnaði Restaurant Muntra
í 1971. Hann hevði áður siglt
sum hovmeistari við skipum
hjá danska reiðarínum ØK.
Petur Mohr rak matstovuna í
14 ár, til 1985, tá Poul Rustin
í Fuglafirði tók yvir.
Tá Restaurant Muntra
varð sett á stovn í 1971,
var bygningurin hjá Føroya
Banka, har matstovan heldur
til enn í dag, nýggjur, og
fleiri handlar hildu til í
niðastu hædd.
Navnið Muntra er staðar
navnið, har sum Restaurant
Muntra er.
Poul Rustin, sum í dag er 53
ára gamal, sigldi í nógv ár sum
kokkur bæði við føroyskum
og útlendskum skipum. Í
1982 legðist hann upp á
land og fór at reka kafeteria
í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Eftir at hann hevði yvirtikið
Restaurant Muntra, rak hann
eisini kafeteria á Kambsdali
eina tíð.
Restaurant Muntra virkar
bæði sum matstova og skipar
fyri matgerð til tiltøk uttan
fyri húsið sum til dømis
móttøkur og konfirmatiónir.
Pláss er til 150 fólk á sjálvari
matsovuni til veitslur,
brúdleyp o.l.
Hóast arbeiðsdagarnir
ofta eru langir, trívist Poul
Rustin væl í sínum starvi
sum kokkur á Restaurant
Muntra, har hann hittir nógv
fólk. Har koma fólk, sum eru
í arbeiðsørindum í Eysturoy,
skúlanæmingar og fólk sum
sigla við skipum sum liggja
á Fuglafirði. Millum ár og
dag hava eisini verið nógvir
fundir í fundarhølinum, har
m.a. formansskapurin hjá
danska Fólkatinginum hevur
hildið fund, og tey kongiligu
hava eisini verið á vitjan,
sigur Poul Rustin.
Restaurant Muntra 35 ár
Poul Rustin sum eigur og rekur Restaurant Muntra