mikudagur 3. mai 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 3. mai 2006
Seinasta árið er ein
stórur bygningur
bygdur í Magnus
Heinasonargøtu
15 í Havn. Inni
í bygninginum
eru fimm
marglætisíbúðir,
ið als ikki standa
aftan fyri aðrar
marglætisíbúðir
uttanlands.
Íbúðir
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Byggivirkið hjá Jógvani
Berg hevur staðið á odda
fyri bygninginum í Magnus
Heinasonargøtu,
men
somuleiðis hava Húsa-
varðatænastan,
Elmek,
SG
Asfalt,
Magnus
Thomsen, Maria Poulsen
og Uni Patursson verið við
í arbeiðnum:
– Tvær íbúðir eru seldar,
og hinar eru leigaðar út til
oljuvinnuna. Men Ruba
hevur somuleiðis í fleiri
ár fingist við ‘Bed and
Breakfast’, og hetta ætla vit
seinni eisini at bjóða fram
í nýggju íbúðunum, sigur
Jógvan Berg.
Hábærsligar íbúðir
Tá eg og myndamaðurin stíga
inn í bygningin, leggja vit alt
fyri eitt til merkis, at nógv
er gjørt burturúr at prýða
hølini. Í bygninginum eru
tríggar hæddir, og á hvørjari
hædd eru tvær íbúðir á 58
fermetrar hvør. Somuleiðis
er eitt felag vaskirúm.
Vit fara síðan upp gjøgnum
trappurnar, ið eru klæddar
við svørtum granittflísum,
og koma til eina íbúð. Fyri
at sleppa inn í íbúðina
kunnu vit velja ímillum at
nýta ein vanligan lykil ella
eitt forvitnisligt kort. So tað
er at kalla júst sum at vera
umborð á Norrønu, har vit
vanliga fáa kort útflýggjað
til kamarið:
– Vit hava valt at gjørt
tað soleiðis, fyri at gera
tað lættari hjá eitt nú
útlendingum og ferðafólkum
at sleppa inn. Somuleiðis
hava vit sett eina ringiklokku
uttanfyri til teirra, ið ætla
sær inn í bygningin at vitja.
Tey skulu síðan ringja á ein
ávísan knøtt og bíða eftir
svari frá teimum, tey ætla at
vitja. – Júst sum uttanlands,
sigur Jógvan Berg.
Tá vit lata hurðina upp til
íbúðina, stíga vit beint inn í
køkin og stovuna. Umframt
at køkur og stova eru í
einum, hava allar íbúðirnar
somuleiðis eitt baðirúm,
tvey kømur og eina gongd.
Køkurin er nossligur,
og tað er eyðsæð, at hann
er fyrsta floks. Eisini er
baðirúmið snøgt – eitt nú
hevur brúsuklivin útvarp og
aðrar hentleikar:
– Innrættingin í øllum
íbúðnum er í høvuðsheitum
rættiliga eins. Byggiarbeiðið
er gjørt soleiðis, at allar
íbúðirnar kunnu broytast til
alt møguligt. Eitt nú kunnu
allir veggirnir takast niður,
so íbúðin verður eitt stórt
høli í einum, sigur Jógvan
Berg.
Jógvan Berg sigur, at tey
byrjaðu at byggja bygningin
í septembur 2005, so alt
hevur gingið rættiliga skjótt
fyri seg:
– At byrja við ætlaði eg
at víðka um Ruba, men til
hesa ætlan fekk eg ikki nóg
nógva fígging. So tískil sær
bygningurin út, sum hann
ger í dag. Tað var somuleiðis
trupult at fáa byggiloyvið.
Eg haldi, vit baksaðust við
at sleppa at byggja í tvey ár.
Í roynd og veru ætlaðu vit,
at íbúðirnar skuldu verða
lidnar 1 februar í ár, men
tá ein byggir um veturin,
verður ein jú so ofta tarnaður.
Tað er sjálvandi keðiligt, at
tíðarætlanin ikki er hildin
til fulnar, men nú verða vit
skjótt liðug við alt arbeiðið,
sigur Jógvan Berg at enda.
Marglætisíbúðir í miðbýnum
Nýggju marglætisíbúðirnar húsast í hesum bygninginum í Havn. Takkonstruktiónin verður kallað Mansard, ið vit síggja nógvastaðni uttanlands.
Mynd: Jens Kr Vang
Karl Joensen, Arbeiðseftirlitið:
– Áttu at havt reglugerð fyri hoppiborgir
Sum
nú
er
hevur
Arbeiðseftirlitið ikki eftirlit
við arbeiðnum, ið fevnir um
stuttleikaútgerð – eitt nú
hoppiborgir:
– Onkur hevur spurt okkum
áður, um vit hava nakrar
reglur til stuttleikaútgerð,
men tað hava vit ikki. Og í
roynd og veru er hetta heldur
ikki okkara øki. Men onkur
áttu avgjørt at havt nakrar
reglur hesum viðvíkjandi, so
tað ikki bert verður upp til
hvønn einstakan at avgera,
hvussu trygdin á slíkum
hoppiborgum skal verða.
Onkuntíð standa somuleiðis
børn og ung og ansa eftir
hoppiborgunum, og tað líkist
ongum, sigur Karl Joensen,
stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
-horsdal
Eitt óhapp hendi leygardagin
í einari hoppiborg í Klaksvík