mikudagur 3. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 85 - 3. mai 2006
Útlánið til føroyskar vinnu
fyritøkur hevur sett met,
vísur nýggj kanning hjá
landsbankanum
Í kanningini eru tó eingi
hagtøl yvir útlendska fígg
ing til føroyskt vinnulív,
men hendan er tó neyvan
minni í dag, enn hon hevur
verið undanfarnu árini.
Á heimasíðuni sigur Lands
bankin - við fyrivarni fyri
vantandi útlendsku tølunum
- gongdin í útlánunum
kann takast sum partur av
tí framgongd, ið er at síggja
í búskapinum. Fyrst og
fremst sum økta lánfígging
til íløgur í vinnutól, men
eisini til beinleiðis keyp av
fyritøkum.
-mørk
Vinnulán upp um 5 mia kr.
Myndin sýnir gongdina í føroyskum vinnuútlánum
Ferðafólkatalið um flog
vøllin var 17,7% størri í
apríl mánaði í ár sammett
við apríl mánað í fjør
Tilsamans ferðast 15.598
ferðafólk um flogvøllin í
apríl mánaði. Í fjør var talið
13.251. Størsti munurin er
uttan iva, at páskahøgtiðin
í fjør var í mars, meðan
hon í ar var í apríl mánaði.
Nakað sum eisini sást aftur
í hagtølunum fyri mars, har
tølini í 2004 vóru størri,
enn tey vóru í ár.
Samanlagt fyri árið hevur
talan verið um vøkstur í
ferðafólkatalinum upp á
9% í 2006. Hinvegin hava
fráferðirnar og komurnar
verið færri higartil í ár.
-mørk
Nógv ferðaðust á páskum
Leygardagin verður langur
leygardagur í Sandoynni,
har tey eisini vilja fáa
part av fyrimuninum,
nú alt ferðasamband við
Strandferðsluni er ókeypis
hesa vikuna.
Nærum allir handlar,
matstovur, hárfríðkanar
stovur og kioskir eru við
í átakinum. Tey spenna
seg út við ymiskum tilboð
um til hendan dagin. Mat
stovan Texas Cafè hevur
eisini eitthvørt spennandi
mattilboð, so ein fer ikki
svangur úr oynni aftur.
Verður veðrið gott, vænta
sandoyingar nógv vitjandi.
Sandoyar Kunningarstova
samskipar hendan dagin.
Langur leygardagur
á Sandoynni
Leygardagin verður árligi
felagstúrurin hjá MC-
Boogie, ið er felagsskapurin
fyri øll motorsúkkluáhugað
í Føroyum.
Klokkan 10 savnast
ferðalagið við Shellstøðina
við Ringvegin í Havn, og
síðani verður leiðin løgd
norðureftir. Kósin gongur
fyrst til bátastevnuna á Toft
um, áðrenn farið verður víðari
gjøgnun undirsjóvartunnilin
til Klaksvíkar.
Meira kunning er annars
um tiltakið á heimasíðuni,
www.foroya-mc.fo.
-mørk
MC-Boogie til Klaksvíkar
Væl av fólki hevði leitað
sær inn í Pilestræde, tá
Kári Sverrisson við gittara
og sangi spældi eina frá
líka konsert á nýggja før
oyska spælistaðnum, í upp
afturlatnu føroyinga barrini
Skarv.
Nógvir útisetar stóðu lið
um lið og lurtaðu eftir Kára,
ið framførdi sín eyðkenda
tónleik við síni eyðkendu
rødd, ið fyrr í ár var nóg
mikið til, at hann var millum
uppskotini til ársins sangara
á Planet Awards.
Áhoyrarnir
klappadu
óført eftir hvørt lag. Kári
framførdi tey bæði ætlaðu
umførini, men fólkið vildi
hava meira, og hann spældi tí
eitt eyka umfar av tónleiki.
Av Skarv siga tey seg vera
væl nøgd við, at fáa eina so
forkunnunga vitjan úr Før
oyum. Tey lótu eisini at, at
Kári, ið bert var í Danmark
í sambandi við hetta tiltakið,
segði seg vera væl nøgdan
aftan á longu framførsluna
á Skarv.
nud
Kári Sverrisson bergtók á Skarv
Tá Rasmus Rasmussen her
fyri flutti av landinum, var
Knút Háberg Eysturstein
settur í Rasmusa stað sum
vertur í Rokkstovuni, men nú
er Rasmus aftur í Føroyum,
og tí hava gitingar verið
frammi,um hvør nú verður
vertur í Rokkstovuni. Enn er
hesin spurningur ikki alment
svaraður, men hósdagin
gerast vit kanska klókari, tá
Rokkstovan fer í luftina við
Knúti og Rasmusi báðum
handan mikrofonina.
Rasmus fylgdi í vikuskift
inum emo-punkarunum í
The Dreams á teirra mini-
konsertferð í Føroyum, og tað
er ein frálíka undirhaldandi
frásøgn komin burturúr. Eisini
hoyra vit 2 løg við bólkinum
umframt spildurnýtt Tool, The
Flaming Lips, Morrissey, Clap
your hands say yeah, Editors
o.s.fr., sigur Knút, ið tó einki
nevnir um hvør er vertur í
næstu viku.
Rokkstovan verður send
í Útvarpinum hósdagin kl.
17.05
nud
Eitt av størstu donsku
blús nøvnunum
seinnu árini, Thor
bjørn Risager og
bólkurin Blue 7 fara
á pallin á Jóansøku
festivalinum
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Bólkurin Blue 7 við Thor
bjørn Risager er eitt tað
best umtókta blús navnið í
Danmark í dag. Hetta er ein
bólkur við framúr góðum og
royndum tónleikarum, sum
tekniskt eru ómetaliga væl
fyri, men í hesum sambandi
leggja mest í, at sálin og hjarta
eru við í framførslunum. Teir
eru Thorbjørn Risager (rødd
og gittar), Emil Balsgaard
(klaver og orgul), Kasper
Wagner (tenor og altsaksofon),
Andreas Biilmann (trompet),
Svein Erik Martinsen (gittar),
Søren Bøjgaard (bass) Martin
Seidelin (Trummur)
Bólkurin er serliga væl
umtóktur í Keypmannahavn
ar økinum, har hann ferð eft
ir ferð gevur fantastiskar kon
sertir fyri stúgvandi fullum
spælistøðum.
Thorbjørn Risager: Blue 7
spælir bæði egnar sangir/løg
og nýggjar samansetingar av
gomlum R & B klassikarum.
Stílurin er inspireraður frá
R & B tónleikinum frá
1950unum og 1960unum,
kryddaður við New Orleans
Secondline. Í 2004 kom
fyrsta fløga við bólkinum.
Thorbjørn Risager hevur á
óteljandi konsertum í øllum
Skandinavia sligið navn sítt
fast sum ein av allar bestu
donsku og skandinavisku sang
arunum og ein framúr góður
blues-gittarleikari. Í september
í fjør varð hann kosin Ársins
Danska Bluesnavn 2005.
Knút og Rasmus í Rokkstovuni
Blue 7 við Thorbjørn Risager
á Jóansøkufestivalin
Nýggi føroyski 1.000
krónur-seðilin er kosin
“Ársins Pengaseðil
2006”. Tað er The Int
ernational Bank Note
Society, ein altjóða
áhugafelagsskapur fyri
pengaseðlasavnarar, ið
hevur peikað á føroyska
pengaseðilin til hendan
heiður
Pengaseðlar
tíðndaskriv
Ein stórur heiður er fallin
Føroyum í lut, tá tað snýr seg
um útgávu av pengaseðlum.
The International Bank
Note Society (IBNS), ein
altjóða áhugafelagsskapur
fyri pengaseðlasavnarar,
hevur júst kosið tann
nýggja føroyska 1.000 krón
ur-seðilin “Ársins Penga
seðil”.
Í einari fráboðan frá
IBNS ynskir formaðurin í
felagsskapinum, Peter Symes,
Føroyum og Tjóðbankanum
tillukku við heiðurinum. Gjald
oyramál er danskt málsøki.
– Heiðurin, Ársins Penga
seðil 2006, verður latin einum
pengaseðli, sum varð útgivin í
2005, og sum dómararnir halda
vera seðilin, ið á best skikk
aðan hátt sameinir listarligar
dygdir, nýhugsan og trygd. Vit
halda, at hesin seðilin hevur
heiðurin fult uppibornan,
skrivar The International Bank
Note Society m.a. í brævi til
tjóðbankastjóran, Nils Bern
stein.
Føroyski seðilin er óvan
ligur, vakur og tryggur alt
um eina leið, heldur dóms
nevndin hjá IBNS.
Í grundgevingini fyri
at kjósa føroyska 1.000
krónur-seðilin vísir dóms
nevndin m.a. á motivini,
ið listamaðurin, Zacharias
Heinesen, hevur gjørt. Dóm
ararnir vísa á, at meðan flestu
pengaseðlar hava motiv, ið
upprunaliga eru fotograferað
ella teknað, er seinasta røðin
av føroyskum pengaseðlum
prýdd við myndum úr vatn
litum. Higartil hevur bert
í undantaksføri hepnast
útgevarum at fáa góðar
og vakrar pengaseðlar við
vatnlitsmyndum.
Felagsskapurin
sigur
seg viðurkenna eitt framúr
gott íkast til menningina av
pappírspeningi.
– Hetta er ein sera
gleðiligur tilburður og ein
altjóða viðurkenning, sum
vit í Føroyum bert kunnu
fegnast um”, sigur Bárður
Nielsen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Føroyar eiga ársins pengaseðil
Kári Sverrisson