mikudagur 3. mai 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 3. mai 2006
7
Johan Dahl sigur, at
hiðani og til komandi
løgtingsval má
sambandsflokkurin
verða sjónligari í
samgonguni
Sambands
flokkurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Sambandsflokkurin skal
vera sjónligari í føroyskum
politikki.
Tað sigur Johan Dahl,
løgtingsmaður, sum nú
er komin upp í aftur sam
bandsflokkin.
Hann vendi annars flokk
inum baki fyri nøkrum vik
um síðani, eftir at hann hevði
tapt formansvalið, ímóti Kaj
Leo Johannesen.
Men í gjár kunngjørdi
hann, at hann aftur umboðaði
sambandsflokkin.
– Vit hava tosað um viður
skiftini og eru samd um, at
hetta er tað besta fyri flokk
in, sigur hann.
Tá ið hann meldaði seg úr
flokkinum, var tað tí, at hann
metti, at flokkurin hevði
mist álitið á honum við ikki
at velja hann til formann og
samstundis hevði hann mist
álitið á flokkinum, tí hann
ein meiriluti hevði lovað at
velja hann til formann.
Men Johan Dahl sigur, at
síðani hann meldaði seg úr
flokkinum, hava fleiri val
dømi skrivliga heitt á hann
um at umhugsa støðuna av
nýggjum.
– Eg haldi at tað vóru
øll valfeløgini hava heitt á
meg um at koma upp í aftur
flokkin og tað hevur hann so
tikið til eftirtektar.
Hann sigur, at hetta fekk
hann at hugsa um flokkin og
tey fólkini, sum hava stuðla
hann.
– Sostatt hava vit gjørt
av at royna einaferð afturat
og vit hava lovað hvørjum
øðrum, at allir partar skulu
royna at fáa tað at rigga betri
hesuferð
– Vit eru samd um, at lata
tað farna vera farið og at líta
frameftir.
Hann ivast ikki í, at
hetta er tað besta fyri sam
bandsflokkin og fyri sam
bandspolitikkin.
Johan Dahl sigur, at tað
eru ongar serligar treytir ella
serligar avtalur gjørdar, fyri
at hann nú aftur er komin
upp í sambandsflokkin.
Tað eru heldur ongar
broytingar gjørdar.
Kortini leggur Johan Dahl
dent á, at tað, sum nú er
hent, er bara galdandi hetta
valskeiðið.
Hann sigur, at hann hevur
ikki gjørt av, hvat hann ger,
tá ið løgtingsval verður aftur,
ella um hann stillar upp aftur
yvirhøvur.
Skal vera sjónligari
Tað er heldur ongin loyna, at
tú hevur ikki havt serliga stórt
álit á Kaj Leo Johannesen sum
formanni, tí tí hevur hildið,
at sambandsflokkurin hevur
ikki fingið nóg nógv burturúr
í hesi samgongunii?
– Tað er rætt. Eg havi
hildið, at flokkurin hevur
verið ov lítið sjónligur.
Men serliga nú løgtingsval
verður aftur í seinast lagi
um hálvtannað ár, verður
tað neyðugt, at fera flokkin
meiri sjónligan.
Johan Dahl heldur, at skal
sambandsflokkurin tryggja
sær eina sterka støðu eftir eitt
komandi val, er tað neyðugt,
at flokkurin ger meiri vart
við seg í samgonguni.
Men, hvussu tað skal
gerast, vil hann ikki siga
nakað um.
Hann sigur, kortini, tað má
vera allur flokkurin í felag,
sum skal markera flokkin
og sostatt er tað formaðurin,
sum skal stinga kósina út í
kortið.
Men hann sigur, at innan
flokks hevur sambandsflokk
urin tosað um hesa støðuna
.
- Hann er ótrúliga
raskur, men
hann fyllur eisini
nógv, sigur Kaj
Leo Johannesen,
formaður í sambands
flokkinum
Sambands
flokkurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er gott at vera full
mannaður aftur!
Tað ásannar Kaj Leo
Johannesen,
formaður
í
sambandsflokkinum,
nú tað er greitt, at Johan
Dahl aftur er limaður inn í
sambandsflokkin á tingi.
Sum floksformaður er
tað altíð harmiligt at missa
av liðnum, men líka gott er
tað at fáa liðið fullmannað
aftur.
Formaður sambandsfloks
ins sigur, at tað eru ongar
serliga avtalur gjørdar fyri
at fáa løgtingsmannin aftur
í rætt.
Men hann sigur, at tey
hava tosað um støðuna.
– Vit hava vent hvørjum
steini og eru samd um,
at hetta er tað besta fyri
allar partar, sigur Kaj Leo
Johannesen. Samstundis
eru vit samd um, at gloyma
fortíðuna og um at hyggja
frameftir ístaðin.
Hann ásannar, at tað er
ein stór styrki fyri sam
bandsflokkin at fáa Johan
Dahl upp í flokkin aftur.
– Hann er ótrúliga raskur
og hann dugir sera væl at
gera vart við sjónarmiðini hjá
flokkinum. Men samstundis
er ikki yvir at dylja, at Johan
Dahl fyllir nógv og krevur
nógv rúm, har hann er og
sostatt krevur hann nógv
pláss á liðnum.
– Men tað er sjálvsagt mín
uppgáva at fáa tað besta fram
í hvørjum einasta tinglimi og
tað fari eg framhaldandi at
royna.
Fáa nógv burturúr
Men sum tað sæst í hinari
greinini, heldur Johan Dahl,
at Sambandsflokkurin fær ov
lítið burturúr og at flokkurin
skal markera seg meiri,
skal hann hava møguleika
at standa seg væl á einum
komandi løgtingsvali.
Men her er floksformaðuri
ósamdur. Og hann sigur,
at tingmanningin er eisini
ósamd.
– Eg haldi, at vit eiga
bróðurpartin í samgongu
skjalinum og tey fremstu
av okkara hjartamálum eru
loyst, ella eru í ferð við at
verða loyst.
Kaj Leo Johannesen
nevnir einskiljingarnar,
sum nógv hava tosað um,
men sum gongd nú er
komin á. Hann nevnir eisini,
at ríkisfelagsskapurin er
dagførdur og at ES er aftur
sett á breddan í almenna
kjakinum í Føroyum.
– Hetta eru øll hjartamál
hjá sambandsflokkinum,
sum vit hava lagt dent á
og sum nú eru framd, ella
eru um at verða framd,
sigur formaðurin í sam
bandsflokkinum.
Tí sigur formaðurin, at tað
eru ongar avtalur gjørdar um
serliga mál, sum flokkurin
skal markera seg við fyri at
fáa Johan Dahl upp í flokkin
aftur.
– Johan Dahl er ein av sjey
tinglimum og hann er hvørki
meiri ella minni verdur enn
nakar annar og tí skal hann
heldur ikki hava nakra ser
viðgerð í flokkinum, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Men vit gleða okkum til
eitt framtíðarsamstarv, har
vit øll hava ábyrgdina av
hvørjum øðrum, leggur hann
afturat.
Hann vísir eisini á, at
sjálvandi kunnu øll ikki vera
samd um alt, men ósemjur
eiga í størri mun at verða
viðgjørdar innanfloks, tí
tað ringasta fyri ein flokk
er leypa á hvønn annan í
fjølmiðlunum.
Vit skulu síggjast og hoyrast betri
– Eg havi fingið nógvar áheitanir um at koma upp í aftur sambandsflokkin og tí havi eg hugsað
meg um av nýggjum, sigur Johan Dahl, sum nú aftur er sambandsmaður
Tað var gott at fáa
Johan Dahl aftur
– Johan Dahl hevur ikki rætt í, at vit hava fingið ov lítið burturúr, sigur Kaj Leo Johannesen,
formaður sambandsflokkinum