mikudagur 3. mai 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 85 - 3. mai 2006
Millum veiðuna sum
Landingarmiðstøðin
í Klaksvík fekk
týsmorgunin var
hon, sum trolbáturin
Dýrindal úr
Haraldssundi legði
upp á land.
Vit vitjaðu á byrgjuni,
beint sum landararnir
byrjaðu arbeiði sítt.
Landing
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Tað eru ikki
nógv skip ella bátar við
bryggju her á Kósini, nú
klokkan er farin at nærkast
10.
Tað er týsdagur og flestu
útróðrarbátarnir eru úti, nú
streymurin er í minking
aftur. Hann var rættiliga
høgur um vikuskiftið, men
tá mundu teir neyvan leggja
so nógv lag í tað: Teir vildu
heldur verða heima, nú
koyrandi varð til Leirvíkar
á fyrsta sinni.
Men her norðarlaga á
Kósini liggja tveir trolbátar
– annar bláur á liti og hin
grønur.
Við tann norðara teirra
stendur ein lastbilur við
útsveiggjaðum krana, og har
síggjast eisini nakrir mans
ganga í eyðkendu reyðlittu
klæðunum hjá teimum,
sum fáast við fisk. Hetta
eru sjálvsagt ein partur av
landarunum á Kósini.
Hesa løtuna rigga teir til
at landa, og bíða í roynd
og veru bert ta løtuna
aftrat,
sum
tað
tekur
einum myndamanni hjá
Sosialinum at gera seg
lidnan við arbeiðið sítt.
– OK, so byrja vit, sigur
kranførarin Ingolf Joensen
sum er úr Hvannasundi.
Tað er hann sum hevur
ábyrgd av at hiva fongin
úr lastini og í land, - eitt
arbeiði, sum hann hevur
drúgvar royndir í.
Hann hevur nevniliga
verið
í
starvi
hjá
Landingarmiðstøðini
í
Klaksvík í langa tíð. Áðrenn
tað var hann nógv til skips.
Hvítir kassar
Sjálvur stendur Ingolf á
dekkinum við tólinum í
hondini, sum hann nýtir at
stýra krananum við.
Tað er skjótt at krókarnir
eru komnir niður í lastina og
fest er í. Vit á kaikantinum
síggja nú teir fyrstu hvítu
kassarnar koma úr lastini,
har teir síðani verða settir
á ein platt av tveimum av
hinum landarunum.
Teir loysa krókarnar av,
og síðani fara teir umborð
aftur á lastina, væl stýrdir
av Ingolfi. Og løtu seinni
koma tríggir kassar á land.
Hetta gongur bæði skjótt
og væl. Tað er týðiligt at
hesir menninir vita, hvat
teir skulu gera og nær.
Her er eingin ivi. Hesir
menninir virka sum eitt
gott landara-team!
Fjølbroytt arbeiði
Hetta er ikki fyrstu ferð at
Ingolf er við í arbeiðinum
at landa eitt skip her í
Klaksvík. Hetta hevur hann
gjørt mangan áður.
Hann hevur arbeitt her hjá
Landingarmiðstøðini í 10
ár, og hevur roynt rættiliga
nógv av tí, sum hoyrir til
eitt tílíkt arbeiðspláss.
– Eg havi faktiskt gjørt
“alt muligt”, sum Ingolf
tekur til.
Hann hevur soleiðis koyrt
trukk, koyrt kranabilin og
hevur eisini arbeitt inni á
virkinum.
Í dag er hansara arbeiði
at standa fyri hivingini úr
kranabilinum, sum stendur
inni á bryggjuni.
Lastbilurin stendur væl,
soleiðis at Ingolf lætt og
ómakaleyst
kann
hiva
henda dýra fongin í land.
Sum landari sær ein nógv
ymisk fiskasløg verða hivað
í land. Henda morgunin
er tað fyri ein stóran part
havtaska, men eisini nakað
av øðrum fiski.
Ójavnir at landa
Hóast onkur kann halda, at
bátarnir eru rættiliga eins á at
líta, so sær Ingolf kortini ein
mun á teimum: Munurin er,
tá talan er um umstøðurnar
hjá landarunum.
Fyrrapartin týsdagin stóð
trolbáturin Dýrindal úr
Haraldsundi fyri tørni hjá
Ingolfi og starvsfelagum
hansara.
Eftir
royndunum
hjá
Ingolfi at døma eru nógvir
bátar ikki so góðir at
landa, meðan aðrir eru tað.
Dýrindal hoyrir uppí tann
seinna bólkin.
– Hann hevur kanska
heldur lítla lúku. Men hon
er kortini ikki minni enn so,
enn at tað ganga tvey hiv
ígjøgnum hana, slær Ingolf
fast.
Hinvegin, – so liggur
ein annar bátur innanfyri
Dýrindal,
nevniliga
Gáshøvdi sum viðingar
eiga. Hesin er, sambært
kranføraranum á Kósini
sera góður at landa.
Skjótt arbeiði
Tíðin, tað tekur at landa ein
bát er sjálvandi treytað av
fonginum í lastini.
Enn duga menn ikki at
siga, hvussu nógv Dýrindal
hevur fingið henda túrin.
Men
Ingolf
roknar
sjálvur við, at tað fer at taka
teimum ein hálvan tíma til
trý korter at landa.
– Sovítt eg veit, hevur
hann ikki meiri enn einar
hundrað
kassar,
sigur
Ingolf.
Hinvegin, var lastin full
av fiski, so hevði tað helst
tikið einar tríggjar tímar
ella so.
– Tá vit eru lidnir her, fara
vit yvir at landa Gásahøvda.
Og so veit eg ikki meiri fyri
í dag, sigur Ingolf.
Dýrindal er góður at landa
Dýrindal
Eigari: Ólivant í Haraldsundi
Útgerðarmaður: Páll P.S. Klettskarð
Smíðaður: Ósey, Hafnafjørðinum í Íslandi
Smíðiár: 2002
Longsta longd: 19.35
Breidd: 4.97
Dýbd: 2.56
BT: 77.97
NT: 23.39
FAKTA
Veiðan henda túrin
Týsmorgunin
landaði
Dýrindal
til
Landingarmiðstøðina í Klaksvík.
Henda túrin hevði hann 5.075 kg., harav
meginparturin var havtaska.
Annars var nakað av toski og upsa.
Kassar við dýrari last verða lætt og elegant hivaðir í land av landingarmonnunum í Klaksvík
”
Nógvir bátar eru ikki so góðir
at landa, meðan aðrir eru tað.
Dýrindal hoyrir uppí tann
seinna bólkin.