Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 3. mai 2006 9 Sannur hátíðardámur valdaði á keiini í Haraldssundi mikumorgunin, tá nýggi trolbáturin Dýrindal kom til bygdina Haraldssund: Hóast tað var nógvur vindur, og tað hevði hug at regna, var fitt av fólki savnað á keiini, tá trolbáturin Dýrindal legði at í myrkrinum fyrrapartin mikudagin. Alt bygdarfólkið og fleiri avbygdafólk eisini vóru komin at taka ímóti. Børn veittraðu við fløggum, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg. Heini O. Heinesen helt røðu vegna kommununa, har hann ynskti Páll Klettskarð, eigaranum av Dýrindali, til lukku við nýggja bátinum og bjóðaði teimum hjartaliga vælkomnum. Síðani takkaði Páll Klettskarð fyri stórfingnu móttøkuna. Aftaná hátíðarløtuna á keiini, bjóðaði kommunan ábit í bygdarhúsinum. Dýrindal er bygdur á eini nýggjari skipasmiðju á Hafnafirði í Íslandi. Hann kostaði umleið seks milliónir krónur. Fyrst verður helst farið ein royndartúr, áðrenn fyrsti rættiligi fiskitúrurin verður. Tað verða væntandi fýra ella fimm mans við bátinum. (Solby Eliasen á Sosialinum skrivar 27. november 2002) Skeltini komu, sóust – og virkaðu 12.500 gjøgnum Norðoyatunnilin Sigling: Tá Norrøna leggur frá bryggju í Havn seinnapartin í morgin, verða nøkur serstøk ferðafólk við - bæði sum vanlig ferðafólk, men eisini sum tónleikarar. Henda ferðin við Norrønu er nevniliga skipað sum ein Gospel-túrur, har ferðafólkini so at siga verða umgird av gospeltónleiki á ferðini til Danmarkar og aftur. Við skipinum verða m.a. Magni Christiansen úr Kvívík og sangbólkurin Ecclesia úr Klaksvík, bara fyri at nevna ein lítlan part av manningini. Á skránni um vikuskiftið verður eisini gykl og eitt serstakt sangtiltak fyri børn. Við Norrønu í morgin verða um 800 ferðafólk og á heimferðini úr Danmark verða tey nærri 1000 skilst. Av hesum eru ein hópur á Gospel-túrinum, meðan hini, sum eina eyka uppliving, fáa sang og tónleik á ferðini. Tá komið er at landi í Hanstholm verður steðgað nakrar tímar. Her er hugsandi at nógvir føroyingar fara at leita sær til handilsmiðdepilin, ið liggur beint við bryggjuna at keypa. Her verður samstundis høvið at hoyra føroyskamn gospeltónleik. Eigararnir av handils- deplinum hava nevniliga vent sær til fyrireikararnar av Gospel-túrinum og spurt seg fyri, um ikki onkur av bólkunum kann syngja henda leygarmorgunin í deplinum. Tað hava teir sjálvandi játtað, og tí er ikki óhugsandi at donsku og føroysku viðskiftafólkini fara at hoyra onkrar av føroysku bólkunum framføra nakrar av sínum sangum. Hetta er annar Gospel- túrurin sum Smyril Line skipar fyri. Túrurin í fjør eydnaðist so mikið væl, at avgjørt varð at endurtaka hann aftur í ár. Farið verður av Havnini í morgin og komið verður aftur tíðliga mánamorgunin. sb. Gospelmanning avstað í morgin Norrøna leggur til brots í morgin við einum syngjandi skara av gospelhugaðum føroyingum Flogvøllurin: Í eina tíð hava menn arbeitt við at seta gamla tornið á flogvøllinum í stand. Nú er hetta arbeiði komið so mikið væl áleiðis, at vindposin aftur er farin at veittra á søguliga torninum. – Tað er Lions Club í Vágum, sum fyri nøkrum árum síðani fór undir at seta tornið í uppruna stand, skrivar heimasíðan hjá Sørvágs kommunu. Uttan er tornið pussað, vindeygu og hurðar eru skift og nýggj girðing er gjørd runt um tornið. Innan er ovara hæddin gjørd í stand, soleiðis at hon nú aftur líkist tí hon var í krígsárunum. Eisini er ljós og hiti lagt inn. Tað er Andru Simonsen sum hevur staðið fyri umvælingararbeiðinum. Andru hevur í mong ár verið ein av drívandi kreftunum í Lions Club Vágum, og saman við øðrum hevur hann seinastu tíðina lagt stóra orku í at fáa tornið í upprunaligan stand. Landið eigur tornið, men afturímóti at seta tornið í stand, hevur Lions Club Vágar avtalu um at brúka tað til ymisk tiltøk. Felagið ætlar m.a. at hava nevndarfundir sínar í torninum. sb. Úr gomlum Sosiali Nýggjur trolbátur til Haraldssund Gamla tornið aftur til heiður og æru Vindposin veittrar nú aftur við gamla tornið á flogvøllinum Mynd: Sørvágs kommuna Borðoy: Leingi varð bíðað eftir skeltunum, sum skuldu kunna bilførarar um koyring í tunlunum á Borðoynni. Tey vórðu sett upp áðrenn Norðoyatunnilin lat upp, og líkt er til, at fólk hava tikið tey til eftirtektar. Hóast túsundtals bilar koyrdu gjøgnum stóra tunnilin, og fleiri teirra helst eisini ætlaðu sær norður um, gekk ferðslan sera væl. Hugsandi var, at proppar fóru at koma í ferðsluna gjøgnum einsporaðu tunlarnar á Borðoynni, men ferðslan hevur sum heild gingið væl. sb. Skeltini hjá Landsverki vóru sett við tunnilsmunnarnar. Fólk hava givið teimum gætur Klaksvík: “Metið yvir øll met!” Øðrvísi kann ein ikki lýsa ta nógvu ferðsluna, sum sunnudagin koyrdi gjøgnum Norðoyatunnilin. Ein uppgerð vísir nevniliga, at henda dagin koyrdu 12.550 akfør gjøgnum tunnilin. Leygardagin, tá tunnilin lat upp, koyrdu 5.250 akfør. Hóast hetta var um vikuskiftið, so hildu fólk á at koyra gjøgnum tunnilin í gjár eisini. Tá vísti ein uppteljing, at 5.700 akfør royndu hesa nýggju farleiðina. - Sigast kann tí, at fólk framvegis gera nýtslu av møguleikanum at koyra ókeypis gjøgnum Norðoyatunnilin, verður sagt úr Klaksvík. Víst verður á, at tíman millum kl. 14 og 15 sunnudagin - tá klaksvíkingar í hópatali fóru út á Toftir til fótbóltsdyst - vóru yvir 500 akfør skrásett úr Klaksvík gjøgnum gjaldsstøðina. sb. Ingolf Joensen dirigerar krana, krókar og kassar úr lastini og upp á bryggjuna Bátarnir eru ójavnir at landa. Hesir báðir nýggjaru - Gáshøvdi og Dýrindal - eru góðir at landa