Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 85 - 3. mai 2006 Landsstsýrismaðurin í heilsumálum, Hans ­Pauli Strøm, hevur rættuliga sett heilsumál á dagsskránna. Sama gjørdi sjónvarpið í gjár­ kvøldið, har klassakammeratarnir, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, Óli Breck­­­mann, løg­ tingsmaður og Jákup Pet­er­­sen, lækni, røddu um fólkaheilsuætlan lands­­stýrisins. Hóast tað fleiri ferðir av vertinum varð lagt upp til, at fólkaheilsuætlanin er ein fremsti­­ fingur av ovasta politiska palli - og at slík pol­ it­isk kravboð ikki eru tað rætta, so sló hetta kortini ikki ígjøgnum kjakið. Vit kunnu sjálvandi hava ymsar meiningar um, hvussu eitt slíkt átak skal gerast. Men vit kunnu valla vera ósamd um, at hetta er eitt skilagott stig, sum landsstýrismaðurin í al­­manna- og heilsumálum hevur tikið. Vit kunnu kalla tað eitt stríð móti teimum so­kallaðu vælferðarsjúkunum. Eitt stríð í­­móti sjúkum, sum vit við okkara fría vilja kunnu bæsa - kunnu steðga! Hví so ikki gera tað? Og um tað er neyðugt við einum sparki av ovastu politisku rók, so hví ikki tað? Vit kunnu t. d. taka roykingina. Formað­­ur­ in í fyribyrgingarráðnum varskógvaði her í blað­num nú um dagarnar um, at málið í Visjón 2015 ætlanini á roykiøkinum var alt ov óambitiøst. Hann nevndi, at politiskt drál og politiskur ódugnaskapur innan royk­ i­­fyribyrgingina kann koma at kosta 100 tals før­oyingum lívið, tí at visjónin sigur, at í 2009 skal talið á roykjarum vera í mesta lagi 20%, og at sama tal í 2015 hæst skal vera 15%. Vit kunnu koma við nógvum umberingum, men viðvíkjandi roykingini, so snýr tað seg bara um vilja. Og um ein politiskur fremstifingur kann verða við til at fremja henda vilja, so er tað eisini í lagi. Óli Breckmann segði tað so væl, tá hann nevndi ymsu snildirnar at lokka løgtingið til at játta pening til ymisk endamál, at hetta fólk­a­heilsuætlan landsstýrisins var eitt gott endamál. Tað halda vit eisini, drívið á! DAGSINS MEINING Sosialurin Drívið á við fólkaheilsuætlanini! VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Gerðabókin: Undirritaði hev­ur í nógv ár havt ill­ gruna um óreglusemi í Kunoyar Kommunu, og nú eftir at hava sitið í komm­un­ u­­stýr­inum síðani 1 januar 2005, kann eg staðfesta at sjáld­an kemur roykur av ong­um brandi. Eg sat eitt stutt skifti í komm­ununi í 2003 fyri John Damberg, ið tá var í far­loyvi. Eg sat 9 mánaðir og kommunan hevði einans 4 fundir í hesi tíðini, og eg sá ongantíð gerðabókina. Vit hava eina komm­un­ u­stýr­islóggávu, ið sigur: § 25. Borgarstjórin ansar eft­ir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi kommunustýris­lim­un­um. Eg var nýggjur innanfyri komm­unuarbeiði tá, so eg gjørdi ikki meira við hetta tá, men legði mær hetta væl í geyma. Tað eru 3 ár liðin síðani tá, og eg eri enn ikki sloppin at skriva undir gerðabókina fyri 2003. So í gerðabókini standa einans 4 undirskrift­ ir, sjálvt um tað stendur, at Jákup Jacobsen var møtt­ ur fyri John Damberg. Tað hevur nevnliga verið so­leiðis, at gerðabókin ikki hevur verið førd á komm­ u­nustýrisfundunum í Kun­ oyar kommunu. Hetta skei­ ð­ið byrjaði í januar 2005 og á fyrsta fundinum halt­ aði við gerðabókini. Tá eg spurdi, hvar gerðabókin var, tók Heini smílandi til, at gerðabókin var full. Við øðrum orðum, hevði hann onga gerðabók, tá skeiðið byrjaði. Eg kundi bert staðfesta, at innan fyri hetta umráðið koyrdi borgarstjórin í sama spori hesum viðvíkjandi, eins og í 2003. Í fundarskipanini hjá komm­ununi stendur mill­ um annað í § 15: Tá ið ein fundur er lokin og gerðabókin er lisin upp, skal hon verða undirskrivað av øllum, sum hava verið á fundinum. Eg gjørdi vart við hetta beinavegin, men tað gingu fleiri fundir, har borg­ar­ stjórin einans býtti ørk út. Síðani eg gjørdi vart við hetta, er hetta komið uppá sítt pláss. Nú verður gerðabókin førd og skriva á hvørjum fundi. Rætturin tikin frá komm­ unu­stýrislimunum: Ferð eftir ferð havi eg havt ynskir um, at fáa ymisk mál við á skránna, men hetta er sum at sletta vatn á gás. Borgarstjórin tekur tað burturúr, ið hann heldur vera best. Restina tekur hann ikki við, og tað liggur helst í einari skuffu. Aftur her tekur Heini og skúgvar tann rættin til viks, ið ein kommunustýrislimur hevur, og heldur seg ikki til lógina, sum millum annað sigur: Henda áseting er tengd at einum rætti hjá øllum kommunustýris­lim­ um til at spyrja um øll við­­ur­skifti og at krevja, at eitthvørt mál verður tikið við á fundarskránna til komm­unustýrisfundir. Kunoyar kommuna hevur eina fundarskipan og tað er ein fundarskipan, ið Heini O Heinesen sjálvur hevur góðtikið og undirskrivað. Í tí fundarskipanini § 5 stend­ur soleiðis at lesa: Um limur seinast 8 dagar framman undan reglul­ig­ um kommunustýris­fundi skriv­­l­iga hevur biðið um at fáa viðgjørt eitt mál, set­ ur borgarstjórin málið á skránna til komandi fund. Soleiðis hevur Heini skriva og undirskrivað, ið kom í gildi tann 1. juli 2001. Innlit: Í § 17 stendur soleiðis: Komm­unustýrislimur hev­ ur rætt at fáa skjalainnlit í málum, har tilfarið í end­a­ ligum skapi er til skjals í kommunualu fyrisitingini. Aftur her hevur borg­ ar­stjórin skúgva til viks tann rættin, ið komm­un­u­ stýrislimurin hevur. Eg havi biði um innlit, men eg havi ikki fingið innlit í tað, ið eg havi biði um. Øll mál skulu almann­a­ kunn­gerast: Tá ein fundur hevur verið í kommununi, so skal hann kunngerast. Tað stendur so­leiðis í lógini: § 27 stk 2: Yvirlit yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund, skulu verða almannakunngjørd við fyri­liti fyri reglunum um tagnarskyldu. Hetta verður heldur ikki gjørt, so borgarin kann ikki fylgja við, hvat ið komm­ unan samtykkir á fundi. Hetta hevur borgarin krav uppá. Tað mangla karmar á øll­ u­m økjum: Kommunan rennur seg fastan ferð eftir ferð í samband við ymisk mál. Grundin til hetta er, at kommunan ikki hevur karmarnar í lagi. Vit kunnu bara taka bygdaplanin fyri Haraldssunds bygd. Hann finst ikki, men hyggur tú á heimasíðuna hjá Kunoyar kommunu: www.kunoy. fo, so síggja vit munin. Har sært tú alt økið yvir Kunoy, men hyggur tú und­ ir Haraldssund sært tú, at heimasíðan er í gerð, og soleiðis hevur hetta staðið í fleiri ár. Tað er nógv onnur mál, ið eg ætli mær at viðgerða í komandi framtíð. Grund­in til at eg komið fram við hesum er, at hetta er mín skylda sum kommunustýrislimur, og at tað rætt at borgarin fær hetta at vita, men sannleikin er ofta illa lýddur. Borgarstjórin heldur seg ikki til lógirnar kommunustýrislimur í Kunoyar Kommunu Jákup Jacobsen,