mikudagur 3. mai 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 3. mai 2006
11
Til munnligan fyrispurning
frá mær í Løgtinginum
upplýsti Bjørn Kalsø lands
stýrismaður, at tað í fisk
iloyvunum fyri 2002 hjá
einstøkum bátum í bólki
5 stóð sama orðingin sum
fyri bólk 4, nevnliga at
tveir snelludagar taldu sum
ein fiskidagur. Hetta var
eitt misstak segði lands
stýrismaðurin, og ongar
broytingar í lógarverki ella
kunngerðum vóru gjørdar
fyri hesar bátar, undantikið
niðurskurðin 10% árliga í
tvey ár.
Sum eg havi fingið upp
lýst, og sum Mortan Johann
esen útróðrarmaður eisini
váttaði í lesarabrævi, so
hava menn, ið eiga bátar í
bólki 5, líka til miðskeiðis í
2005 fiskað og fráboðað til
fiskiveiðueftirlitið í tí trúgv,
at tveir snelludagar taldu
sum ein útróðrardagur.
Mortan setti eisini í les
arabrævinum nakrar spurn
ingar, ið eg enn ikki havi
sæð svaraðar millum annað
spurningin, um hesir bátar
høvdu fiskað ólógliga?
L a n d s t ý r i s m a ð u r i n
nevndi trupla umsiting, tí
bátarnir í bólki 4 hava sínar
fiskidagar, meðan bólkur 5
hevur felags dagatal, og full
riknir útróðrarbátar í hesum
bólki hava hægri dagatal á
innaru leiðunum.
Á bankanum er ásett
dagatal fyri hvønn bátin
og tað kennist ikki sørt
ørkymlandi, at bátur í
bólki 4 við 8-10 snellum
fær tveir dagar við snellu
fyri ein fiskidag íalt 26,
men um fiskifarið hoyrir
til bólk 5 og hevur 4-5
snellur, so telur hvør dagur
sum ein heilur fiskidagur
av tillutaðu 13 døgunum.
Hetta kann fáa tað óhepnu
avleiðing, at menn heldur
velja at fylla smærru førini
við línu, fyri at fáa sum
mest burturúr. Tað kann
verða
vandamikið
fyri
manningina og økir almikið
um trýstið á fiskastovnin.
Snellan er bílig í rakstri,
brúkara og umhvørvisvinar
lig og fer harafturat væl við
fiskastovninum; tí verður
hesin veiðuháttur loyvdur á
gýtingarleið.
Um fiskað verður 3-4
dagar hvønn túr, og ein fisk
idagur fer í sigling, verður í
besta føri talan um 3 túrar
á Bankan fyri bátarnar í
bólki 5.
Stór og kostnaðarmikil
krøv viðvíkjandi sendara og
trygdarútgerð verða sett til
bátarnar, ið fáa bankaloyvi.
Hví ikki hava eina treyt
í loyvinum sum ásetur, at
tá bátar í bólki 5 eru til
fiskiskap á Bankanum,
skulu minst tveir verða í
fylgi.
Í vár eins væl og und
anfarin ár, leitaðu nógvir
fullriknir
útróðrarbátar
heilt sunnan úr Suðuroynni
og Sandoynni til Eiðis,
Fuglafjarðar, Klaksvíkar og
aðrastaðni at royna eydnuna
á Norðhavinum. Neyvan
nakrantíð í nýggjari tíð hava
snellubátarnir fingið so lítið
burturúr várfiskiskapinum
sum í ár. Nógvir av hesum
útróðrarmonnum seta nú
álit sítt til tað, sum fiskast
kann hesar dagarnar á Bank
anum.
Hesir spurningar verða
ikki settir fyri at minka um
dagatalið hjá bólki 4, tí eg
eri onga løtu í iva um, at
ásetingin at loyva bátunum
hægri dagatal, um teir velja
at royna við snellu heldur
enn línu er skilagóð og
lættir um veiðutrýstið. Men
mín spurningur er fram
haldandi, hví tillutaðir fisk
idagar hjá bátum, ið royna
á sama øki við sama snell
ureiðskapi ikki skal gerast
upp á sama hátt.
Viðvíkjandi snelluveiðu á Føroya Banka
løgtingsmaður
Kári P.
Højgaard
VIÐMERKINGAR
Elektoniskt skeltir er nú
blivið loysnin, ja tað sær
soleiðis út. Serstakliga nú
Norðoyartunnilin er lætin
upp.
Fyri langari tí síðan
(nov. – des. 2004) skrivaði
undirritaði bræv til Miðvágs
Kommunu um ferðsluna í
gjøgnum Miðvág, her sum
so nógv óhapp eru hend,
bæðið fólkaliga og matrielt,
spurningurin er nú, hvørji
næstu tíðindini skulu verða,
skal tað veruliga verða
eitt deyðsfall oman á teir
sorgarleikir, ið longu hava
verið, áðrenn nakað hendir.
Miðvágs Kummuna og
Ferðslunevndin hava havt
málið til viðgerðar og vilja
fegnir fáa hetta upp á pláss,
so at tað verður trygt at
búgva í Miðvágs-bygd,
men avarðandi almennir
myndugleikar (eftir hvat eg
skilji) tykjast ikki sum at
hetta hevur skund.
Sjálvur skal eg siga, at
eg var nær við at verða
trektur
(”sugaður”)
av
gongubreytini undir ein
langan treylara, men eg
fekk tíanbetur fatur í einum
stakitti á garði sum var
rundan um eini sethúsum
fram við høvuðsvegin, men
tá eg var komin upp á aftur
beinini varð bilurin longu
einar 500 til 800 m longur
frammi so eg hevði ikki
møguleikan at síggja nr.
plátuna. Hugsið tykkum
um hetta var eitt lítið barn
sum kom út fyri hesum
(sum so skjótt kann henda),
hevði tað verið á lívið ídag,
neyvan.
Hetta er ikki eindømi,
nógv óhapp hava verið á
landsvegnum í Miðvági. Tí
er tað »beklagiligt« at stjórin
í LV ikki sær Miðvág sum
eitt av fyrstu dømunum at
gera nakað munagott. Sera
langt strekkið, nógv børn,
langur teinur frá skúlanum
á Giljanesi heim til bygdina
og gjøgnum bygdina. Hesin
teinur hevur verið í fleiri
ár, og øll ferðslan gongur
gjøgnum bygdina sum fer
til flogvøllin, »men hetta
hevur ikki so nógv at siga
ella hvussu«, verður bara
hildið at vágafólk eru so
tolin ella hvussu.
Hvussu nógv skula fáa
skaða ella doyggja?
Ella liva í støðugum
vanda í daglidegnum?
Hvør hevur ábyrgdina?
Hvar vóru hesi eletronisku
vegaskiltini
at
síggja
fyri nú langari tíð síðan
(gottnokk í eldri útgávu)?
Var tað ikki við Ellis- og
Avleimisheimið og yvir av
FK í Miðvági, ella minnist
eg skeivt?
Hvar eru tey í dag?
Men nú fær LV tað at
ljóða sum hetta er nakað
nýtt og revulusionerandi
innan Føroyska ferðslu,
har kunnandi fundir mega
haldast o.a.
Søldafjørður, Sandavág
ur, Skipanes og Gøta hava
hesi pláss størri tídning ella
hvussu?
Hvat er munurin?
Og hvussu eru tit komnir
fram til tað niðurstøðu, at
tað júst skula verða hesi
plássini fram um onnur, ið
hava hendan tørvin?
Hetta gongur týðuliga
fram í miðlunum. Sjálvur
meini eg, at hetta skuldi
verið at sæð allarstaðni har
tørvur var á tí og ikki bara
í Miðvági men eisini sum
nevnt omanfyri og møguliga
arðastaðni við. Men hugsið
um hvussu langt strekkið
er frá skúlanum á Giljanesi
og til FK í Miðvági, eitt
ovurhonds langt strekkið
og so stórur trupulleiki av
ferðsluni, serliga tá komið
verður inn í bygdina. So
kann eg ikki lata verða við
at skriva hesar reglur.
Miðvágs Kommuna og
ferðslunevndin hava gjørt
nógv fyri at fáa nakað at
henda viðv. ferðsluni í
Miðvági at frama, síðan
brævið frá undirritaða varð
skrivað teimum (í nov. – des.
2004), men tað sær ikki út
til at henda nakað sum helst
nú vit fyrsta dagin fara inn í
mai-mánað 2006.
Hví er tað so trupult at
gera tað trygt í Miðvágs
bygd, har sum so nóg
óhapp hava verið? Er tað
bara treiskleiki ella metur
man at støðan er meira
krevjandi aðrastaðni, sjálvt
um øll ferðsla til og frá
flogvøllinum hevur koyrt
gjøgnum hesa bygd + alla
aðra ferðslu nú í nógv, nógv
ár. Viðmerkjast skal at
stórur partur av hesi ferslu
er stór tung fersla og hópur
av persónbilum, (stórir
bilar, treylarar, lastbilar,
bussar og kassalastvognar
við annhangara).
Ikki
geva
løgregluni
ábyrgdina, tí teir gera sítt
eftir teimum resursum teir
hava at arbeiða við her
vesturi, ella ferðslunevndini
her vesturi ella Miðvágs
Bygdaráðið ábyrgdina sum
nú síðan nov. – des 2004
tá brævi bleiv sent teimum
hava arbeitt við hesum
(hetta ífylgi upplýsingum
eg havi fingið frá Miðvágs
Kommunu), tí hetta er eina
og aleina lands- og politisk
ábyrgd, ein fløkja av eini
aðari verð.
Eg kann enda við at
spyrja landsmynduleikan
um nakað varandi bleiv
gjørt hesum viðv. gjøgnum
bygdina í Miðvági tá
Vágatunnilin lat upp?
Nú er tørvurin at gera
nakað skjótt, bara blivin
somikið nógv, nógv størri.
Hjálpi
mynduleikunum
á staðnum at fáa hesi
viðurskiftir ílagi áðrenn tað
endar heilt galið.
Landsverk og aðrir myndugleikar
kunna tit verða hetta vaksnir…?
Miðvágur
Jónfinn
olsen
Vit hava í Føroyum eina
fiskidagaskipan, eina
sonevnda “effort” skip
an. Fyri trolarar verður
fiskiorkan máta í longd
falda breidd falda dýpi
falda fiskidagar og fyri
línuskip gjørd upp sum
longd falda breidd falda
dýpi falda fiskidagar.
Til eina og hvørja tíð
er sostatt fiskiorkan
ásett sum eitt samlað
tal, fiskiorkan hjá øllum
skipunum løgd sam
an. Hvørt skip eigur so
sín prosentpart av hesi
fiskiorku.
Hvat hendur so um eitt
skip økir um sína fiskiorku
eitt nú setir størri motor í
ella verður longt, uttan at
henda øking verður keypt
frá øðrum skipum við fisk
iloyvi.
Fyri at gera roknistykkið
lættari siga vit, at skipini
eru 10 í tali og øll eins.
Samlaða fiskiorkan er
100%. Hvørt skip eigur
tí 10 %. Nú verður eitt
skip longt. Vit siga at
fiskiorkan hjá hesum skip
inum nú verður dupult
so stór 20%, rokna sum
omanfyri nevnt. Samlaða
fiskiorkan hjá øllum skip
um tilsaman verður tí nú
110%. Longda skipið
eigur:
Meðan hini skipini nú
eiga:
Tað er lætt at síggja
hvør er vinnarin og hvør
er taparin í hesum leiki.
Tí vilja allir nú økja um
sína fiskiorku. Ein ósunn
kapping er farin í gongd.
Hvørjir verða tapararnir.
Allir sum eiga skip. Nøgd
in, ið kann fáast upp av
grunnunum, er framman
undan so stór, sum hon
kann gerast. Tí kann saml
aða inntøkan ikki gerast
størri. Reiðararnir fara at
brúka nøgdir av peningi
til púrasta einki. Í fyrsta
umfari stendur ein reiðari
sum vinnari og hinir sum
taparar, men í longdini
gerast allir taparar.
Spurningurin er so,
hvør hevur ábyrgdina
fyri at henda øra kapping
er farin í gongd? Svarið
er púra greitt og kann
smíðast fast við sjey
tumma seymi: landsins
myndugleikar, fiskimál
astýrið og løgtingið. Teir
gera ikki sína umsiting
arskyldu.
Her er stóri munurin
ímillum okkara fiskidag
skipanin og eina kvota
skipan. Fiskidagaskipanin
krevur, at myndugleikarnir
hava neyva stýring við
fiskiorkuni annars kem
ur ólag í við kapping um
at økja fiskiorkuna, sum
ikki gevur nøkrum nakað.
Við eini kvotaskipan vil
reiðarin altíð optimera
sína fiskiorku soleiðis, at
hann fær sum mest burt
urúr.
Tað verður í løtuni tosa
nógv um tveir trolarar,
sum verða longdir, og
mann hoyrir eisini um,
at skilaleysa kappingin
er farin í gongd, aðrir
skulu eisini leingja. Fólk
hava hug at ilskast inn á
reiðararnar. Men kikarin
er stillaður skeivt inn.
Tað er ikki reiðararnar,
vit skulu ilskast inn á.
Teir verða allir tapararnir
í hesum sorgarleiki og
seinni alt samfelagið, sum
tað er. Tað eru landsins
myndugleikar
sum
mugu verða sína umsit
ingaruppgávu vaksnir
og syrgja fyri, at eingin
reiðari ókeypis kann økja
um sína fiskiorku. Skal
fiskiorkan økjast, má tað
kosta, teir mugu keypa
hana frá øðrum.
Landsins myndugleikar
hava hug til at gera hetta
við at umsita fiskiorkuna
trupult. Tað er tað ikki.
Tað er bert, tá ið onkur
ókeypis broytir uppá
longd, breidd, dýpi ella
hestakraft, teir skulu
verða úti við koyrlinum.
Vónandi fáa landsins
myndugleikar
skjótt
greitt hetta mál. Tað er
avgjørt einki at bíða við.
Øll bløða.
Eitt annað er, at um inn
tøkan skal gerast so stór
sum gjørligt hjá fiskivinn
uni er neyðugt hjá landsins
myndugleikum hvørt ár
at minka um fiskiorkuna
svarandi til produkt
ivitetsøkingina í árinum.
Ikki er lætt at rokna út
hvussu stór hetta tal er,
men tað skal helst vera
eini 5%, so fiskidagarnir
skulu minkast við hesum
talið hvørt ár.
Eisini í hesum føri er
tað bert landsins myndug
leikar sum kunnu minka
um veiðiorkuna. Skipini
verða noydd at brúka allar
sínar fiskidagar, tí tað
gera hini. So sjálvt um eitt
skip, sum í fjør fiskaði í
100 fiskidagar, kundi
fiska tað sama í 95 dagar
í ár, so verður tað noytt at
vera úti og brúka olju og
reiðskap og slíta seg upp
til onga nyttu, tí tað gera
hini skipini eisini. Vit
kundu eisini her sett eitt
tilsvarandi roknistykki
upp, sum tað ovast.
So Fiskimálaráð og Løg
ting geri tykkara skyldu.
Treytir fyri
eini sunnari
fiskidagaskipan
Kristin
Rasmussen