mikudagur 3. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 85 - 3. mai 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Haldórsvíkar- og Tjørnuvíkar
skúli høvdu herfyri eina
evnisviku saman, har evnið
var talv. Næmingarnir numu
sær meira kunnleika um
talvspæl og dystaðust eisini
Spennandi ítrótturin, sum
talvið er, var sett á dags
skránna fyri hesar skúlar
eina heila viku herfyri. Hetta
var tó bert fyri næmingar
frá 3.-7. flokk. Teir yngru
næmingarnir arbeiddu við
evninum „fjøruni“ og lærdu
matgerð.
Talvtiltakið var hildið
í Avhaldshúsinum í Vík.
Talvvenjari var danin, Mogens
Nielsen, sum undirvísir í talvi
á Sandoynni.
Byrjað var hvønn morgun
við innlæring í talvi, og seinni
var so talvkapping á skránni,
sum endaði við, at medaljur
vóru býttar út seinasta dagin,
fríggjadagin.
Tað var týðiligt, at næm
ingunum dámdu væl at
telva. Teir hava gjørt nakað
við hetta undan hesari evnis
viku.
Mogens sigur, at tú lærir
nógv við at telva. Hetta kann
eisini koma næmingunum til
góðar í øðrum lærugreinum.
Hann nevnir, at í USA eru
royndir gjørdar, ið vísa, at
næmingar, ið telva, klára seg
betri í øðrum lærugreinum.
Hví er hetta so?
Tú lærir at hugsa, at mið
savna teg og at brúka heilan
á ein kreavtivan hátt. Um tú
gert ein feil, so kann hetta fáa
stórar avleiðingar. Tí skalt
tú vera umhugsin. Neyðugt
er at gera tær eina ætlan,
og vita um hon heldur. Tú
mást eisini fylgja við í tí sum
mótstøðumaðurin ger. Tað
ræður um ansni, men eisini
um at gera nakað við kongin
hjá mótstøðumanninum.
Tað ræður um at fella
kongin hjá hinum fyrst!
Ein góð vika var komin
at enda. Mogens lat væl
at tiltakinum og helt, at
næmingarnir vístu ídni og
góðan vilja í sínum spæli.
Hann heldur, at hetta kundi
eisini verið nakað, ið aðrir
skúlar settu á skránna, har
tú tekur nakrar dagar úr kal
endaranum til hetta.
Talv-
evnisvika
í Vík
Her síggja vit allar
luttakararnar
Her síggja vit næmingarnir sita hugagóðir og dystast við hvíta
og svarta fólkinum í hesum elligamla spæli, sum sær út til at
vinna meira og meira fram millum børn og ungdóm
Fríggjadagin 5. mai kl.
15 letur Sofus Poulsen
listamaður upp eina øðrvísi
listaframsýning í Smiðjuni
í Lítluvík við umleið 50
oljumálningum.
Sofus Poulsen sigur, at
myndevnini á ein hátt eru
ein leitan inn í nútíðina, har
hvør einstakur málningur
sigur sína søgu. Fyrr tráaði
hann eftir at finna sín egna
stíl og avmynda veruleikan,
meðan hann í dag málar
veruleikan.
Framsýningin er opin
til og við týsdagin 9. mai.
Opið er: Fríggjadag: kl 15-
18, leygardag: kl. 12-18,
sunnudag-týsdag: kl. 15-
18
Sofus Poulsen í Lítluvík:
Hvør málningur
sigur sína søgu
Fríggjadagin 5. mai kl. 15 letur Sofus Poulsen listamaður upp
eina øðrvísi listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík
Tá Dúgvan leygardagin 29.
apríl sigldi sín seinasta túr
um Leirvíksfjørð, vóru fleiri
av teimum, ið fyrr hava verið
skiparar á Leirvíksleiðini
við.
Á myndini eru teir saman
við manning á Dúgvuni.
Hasir á myndini hava
allir verið skiparar á
Leirvíksleiðini gjøgnum
tíðirnar.
Leið meg einaferð enn út á dekkið
F.v. Kristoffur Fonsdal, Byrger Heinesen, Edmar Joensen, Sjúrður Kjølbro, Pauli Magnusson, Olgar Hansen, Johan á Lava, Sámal
Jákup Hansen, Jógvan Fróðin Hansen, og Jákup Joensen (fremst á myndini).
Mynd: Jens Kristian Vang