Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 3. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Gunnar Christiansen, Tórshavn, andaðist í heiminum týsdagin 2. mai, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Gunnar, kunna lata eina gávu til KFUM ella Blindastovnin; konta í peningastovnunum. Kistan við Tórolv Fagradal, fer úr lands­ sjúkra­hús­kapellinum mikukvøldið 4. mai, kl. 20 í Havnar kirkju. Jarðarferðin verður hós­dagin kl. 15. Tey, ið vilja minnast Tórolv, kunna lata felagnum fyri krabbamein eina gávu; konta í peninga­ stovnunum. Óli Olsen, ættaður úr Skopun, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 29. apríl, 86 ára gamal. Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum mikudagin kl. 18. Jarð­ar­ferðin verður úr Skopunar kirkju hós­ dagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Kistan við Esther Sim­ onsen fer úr kapellinum á Ellis­heiminum í Vág­ um, mikukøldið 3. mai, kl. 18. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14. Sálmabókin verður nýtt. Tey, ið vilja minnast Esther, kunna lata eina gávu til Ellisheimið í Vágunum, konta í peningastovninum. Fía Hjalt, ættað úr Sandavági, búsitandi í Havn, andaðist á Lágargarði sunnudagin 30. apríl 96 ára gomul. Bønarhald verður á Lágargarði mikudagin kl. 18.00 Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 13.00. Tey ið ynskja at minnast Fíu, kunnu lata eina gávu til Lágargarð á konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Vor kære Hans Laureng * 12. marts 1947 ✞ 28. april 2006 Anna, Per og Johanne David og Christine Christine og Ole Mai, Mathias og Esther Bisættelsen finder sted tirsdag 9. maj kl. 13.30 fra Skt. Jakobs Kirke, Østerbrogade 59, København Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góða mamma, vermóðir og omma Edith Joensen Klaksvík andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til Heimarøktina. Tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús. Tøkk til Marjun fyri trúfesti og umsorgan. Tøkk til Poul Færø og Hans Eiler Hammer fyri vøkur orð. Tøkk til organistar, kirkjutænarar og gravara. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til, ikki minst tykkum øll, sum ringdu og komu inn á gólvið, tað hjálpti í okkara sváru tíð. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstaðið á fold. Familjunnar vegna Rannvá, Birgit og Leivur Níggju einalærarar í Føroyum skipaðu fyri einari legu á Svangaskarði í døgunum frá 26.-28. apríl. Í besta veðri vóru teir 35 næmingarnir á hesum skúlum saman. Eitt frálíkt tiltak, sum óivað er eindømi av sínum slag í Føroyum. Tað er óivað fyrstu ferð, at einalæraraskúlar hava tikið seg saman at gera eitt felagstiltak sum hetta, ið røkkur yvir nakrar dagar. Hesir 9 einalærarar eru komnir at kenna hvørannan gjøgnum skeiðir, ið MMR hevur skipað fyri. Teir hava onkuntíð møtst síðan hesir skeiðir, og hava tá hildið tað verið stuttligt at gera eitt felagstiltak, har hesir skúlar fingu høvi at møtast. Valið gjørdist ítróttar­dep­il­in á Svangaskarði. Her eru gott høvi hjá næmingunum at gera ymsan ítrótt og ann­að, sum børn hava hug til. Náttúran er vøkur og spennandi her. At veðrið so eisini skuldi gerast so gott við bakandi sól, ja, tað var so prikkurin. Skúlarnir settu hvørjum øðrum stevnu mikudagin 26. apríl. Fyrsti dagurin gekk við at lata næmingarnir koma at kenna hvørannan. Ymist var á skránni m.a. ein gongutúrur út til minnisvarðan á Toftum. Hósmorgunin var gingið oman á Toftavatn. Veðrið var av tí besta, sólin stavaði og bæði lærarar og næmingar høvdu fingið rættuligt dæmi aftaná hendan sólríka gongutúr. Kapping í frælsum ítrótti var seinnapartin hósdagin. Næmingarnir royndu seg í longdarlopi, 60 metra renn­ ing, kúluvarpi og spjótkasti. Teir fingu allir hvør sínar tíðir niðurskrivaðar á eitt heiðursbræv aftaná. Kapp­ ingin var mest kappingin móti sær sjálvum. Næming­ar­nir sluppu at royna seg 2-3 ferðir í somu ítrótt. Besta úrslitið var skrivað í heiðursbrævið. Næmingarnir komu úr Sand­ vík, Skúvoy, Hesti, Tjørnuvík, Funn­ingi, Funn­ingsfirði, Mikla­dali, Haraldssundi og Kirkju. Tilsamans 35 næm­ ingar. 2 foreldur vóru eisini við. Hetta verður ikki seinasta ferðin at hesir skúlar fara at seta hvør øðrum stevnu. Einalærararnir hava longu tosað saman um at møtast aftur í heyst, helst í Suðuroy. Evnið verður skapandi arbeiði. Dagurin í morgin 4. mai. Florianus, deyður umleið ár 300. Rómverskur heryvirmaður og embætismaður, sum royndi at bjarga kristnum fólki, ið vórðu forfylgd, men hann varð sjálvur tikin og fyribeindur. Níggju einalæraraskúlar á Svangaskarði Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona mín, systir, svigarinna og fastir okkara Joan Højsted fødd Nielsen Eiði doyði og varð jarðað. Tøkk til tykkum, sum veittu ugga við at ringja, skriva ella støkka inn á gólvið. Tøkk til Emil Olsen prest fyri troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávu til Føroya Felag ímóti Krabbameini. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Jóanes, Stig, Annika og Fróði Her síggja vit luttakararnar á leguni, næmingar og lærarar