Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 85 - 3. mai 2006 Ymsar fatanir Tað er sera ymiskt, hvussu ymsu bygdar­ ráð­ini í miðalstóru kommunum hava valt at raðfesta embætið sum borgarstjóri. Her á síðuni eru dømi um borgarstjórarnar í Mið- og Sørvági, sum báð­ir eru settir í hálvt starv. Verður hugt at øðrum kommunum av somu stødd, so síggjast fleiri borgarstjórar, sum eru í fulltíðarstarvi. Eitt nú er talan um fult starv á Strondum og á Toftum. Í Leirvík gjørdist talan enntá um skifti av borgarstjóra, tá Dánjal Andreasen ikki metti seg hava møguleika at fara í fulltíðarstarv, og tí læt sessin frá sær til Fríðgerð Heinesen. Eisini í Gøtu og í Vest­ manna hevur verið upp á tal, at borgarstjórin skal setast í fulla tíð. -mørk Greiðar lógar­ ásetingar Innlendismálaráðið stað­festir púrasta greitt, at tað ikki eru stór­ vegis valmøguleikar, tá tosað verður um set­ an­arviðurskiftir hjá borgarstjórum í smærru komm­unum. Hilmar Høgenni, deild­ ar­leiðari, sigur, at komm­ unulógin er púrasta greið á økinum. – Miðalstóru kommun­ ur­nar kunnu sjálvar gera av, hvørt borgarstjóran verður settur í hálvt ella heilt starv. Er talan um heilt starv, so áliggur tó eisini tann treyt, at borg­ arstjóran sigur øll onnur størv frá sær. Tó er eitt undantak í hesum, um tal­ an er um fólkavalt starv. Hartil inniheldur lógar­ teksturin eisini ásetingar um, at borgarstjórin ikki skal hava fundarpening, og tí kann tann kontan heldur ikki nýtast til at fremja nakrar reguleringar. Einastu komunurnar, sum sjálvar kunnu áseta set­anarbrotpartin hjá borgarstjóranum, eru tær, sum hava færri enn 500 íbúgvar. Men hetta er tó ásett, tí tær gjarna bara hava tørv á nøkrum fáum løntum tímum um vikuna. -mørk – Tað er í minni mun ein spurningur um pengar. Heldur er tað ein spurningur, hvørt bygdarráðslimirnir meta, at kommunan verður stýrd nøkt­andi við einum borg­ar­ stjóri í hálvari tíð Borgarstjórar Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Hatta er ikki ein spurn­ ingur, sum vit hava vent í bygdaráðnum her hjá okk­ um. Men eg dugi væl at fylgja Napoleon í tí, sum hann førir fram. Soleiðis sigur Jákup Suni Lauritsen, sum er borg­ arstjóri í Sørvági. Hann heldur, at hetta tó eisini hongur saman við, at tá tú stillar upp til val, so kennir tú eisini tær fortreytir, sum eru galdandi. – Eg visti jú av, hvørjar treytir vóru galdandi, áðrenn eg tók við sessinum, og tí eri eg eitt sindur ivasamur í, hvørt tað er rætt, at eg sum borgarstjóri skal leggja hetta fram. Og tað er kanska eisini nakað av idealismu í hesum. At tú onkursvegna tekur hetta sum eitt slag av værneplikt, um eg so má siga. – Men eg eri annars púr­ asta samdur í málinum. At arbeiða meira enn fulla tíð fyri hálva løn er sjálvandi ikki nøktandi í longdini. Og skalt tú hava bara parttíðar starv við síðuna av hesum, verður tað sera trupult at fáa tíðina at røkka, sigur hann. Ein grundleggjandi spurningur Meira grundleggjandi, so metir Jákup Suni, at tað er ein spurningur, hvørt talan er um nøktandi st‡ring av kommununi ella ikki. – Hóast pengar sjálvandi skulu til, um tað skal vera nøktandi at arbeiða soleiðis, so haldi eg spurningin vera meira grundleggjandi enn sum so. Eg haldi, at bygdaráðini sjálvi eiga at seta sær spurningin, hvørt kommunan verður stýrd nøktandi við einum borgarstjóra í hálvum starvi ella ikki. Ikki fyrr enn tann spurningurin er viðgjørdur, ber til at taka støðu til, hvørt talan skal vera um fulla tíð ella ikki. – Eg tími ikki áhald­ andi at arbeiða fulla tíð, tá lønin kortini bara er hálva tíð. Framyvir haldi eg meg til ásetingarnar, hóast hetta merkir eina munandi verri tænastu til borgaran Borgarstjórar Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hjá fleiri miðastórum komm­ unum er tað ein afturvendandi spurningur, hvussu lønar- og setanarviðurskifti hjá borg­ arstjóranum skulu vera. Sambært lógarverkinum, so skulu borgarstjórarnir í miðalstóru kommununum setast í antin hálvtíðar- ella fulltíðarlønt starv. Eingin millumvegur er millum hesi, og tað kann geva trup­ ul­leikar, tá ein hóskandi lønar­lega skal finnast. Segði starv frá sær Ein av teimum borgar­stjór­ un­um, sum kennir hetta sum ein trupulleika, er Napoleon Magnussen í Miðvági. Hann hevur verið borgarstjóri sein­ astu 16 mánaðirnar, men hetta hevur ikki á nakran hátt verið undir nøktandi umstøðum. – Eg hevði eitt borgarligt starv, tá eg tók við sum borg­ arstjóri. Men hetta mátti eg leggja frá mær, tí eg kendi meg als ikki hava tíð ella umstøður at røkja báðar sessirnar, sigur hann. Síðani hevur hann á tveimum fundum reist spurningin, hvørt borgar­ stjórin í Miðvági skal setast í fulla tíð, men hvørga ferðina hevur bygdarráðið gingið hesum ynskinum á møti. Og nú staðfestir borgarstjórin, at hann ikki vil halda fram á sama hátt undir verandi umstøðum. – Eg havi – kanska tíverri –– ikki ført tímaseðlar yvir mínar arbeiðsvikur. Men eg eri so púrasta vísur í, at hvør tann einasta av hesum hevur verið oman fyri tað, sum vanliga verður normerað sum full tíð. – Í byrjanini kundi entusi­ asman sjálvandi bera verkið, men í longdini sigur tað seg sjálvt, at hetta eru ótolandi arbeiðsumstøður. Og Napoleon leggur aft­ urat, at hann ikki vil koma til bygdarráðið á triða sinni við ynski um hægri setanartíð. – Tað havi eg sagt, at eg ikki geri. Eg havi eisini sagt við hinar limirnar í bygd­ar­ ráðnum, at er nakað ynski um hetta, so má uppskotið koma frá onkrum teirra. Fer í hálva tíð Tað hevur ljóðað, at borgar­ stjórin hevur gingið við ætl­anum um at leggja frá sær, um ynskið um fulltíðar starvssetan ikki verður gingið á møti. Men hetta er kanska at taka dekan ov rívan til, heldur Napoleon sjálvur. – Men eg má siga, sum er, at eg umhugsi støðuna. Ein borgarstjóri situr jú fyri endan av línuni. Tað hevur eina stóra ábyrgd við sær, og hartil skal eg helst eisini altíð vera tøkur hjá borgarunum. Men við verandi lønarkarmi sigur tað sjálvt, at tað er mest sum ógjørligt at røkja hesar skyldur til fulnar. – Tí havi eg gjørt upp við meg sjálvan, at eg nú fari at arbeiða eftir lógini, um eg so má siga. Altso at eg fari at halda meg til ásetingarnar, sum staðfesta, at eg bara skal arbeiða hálva tíð. Tað fer so helst at hava eina verri tænastu til borgaran við sær, men eg síggi meg ikki føran fyri áhaldandi at arbeiða á sama hátt undir verandi umstøðum. Jákup Suni Lauritsen: Skilir væl grannan Ógjørligt hjá borgarstjóranum at virka Við góðum 1.100 íbúgvum hoyrir Miðvágur til størra partin av miðalstóru kommununum. Men hóast fleiri smærri kommunur hava borgarstjóra í fullari tíð, so er hetta ikki galdandi í Miðvági savnsmynd