Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 3. mai 2006 15 Ján Figel, ES-nevnd­ ar­lim­ur í út­búgv­ing, hevur játt að ynskj­u­ num hjá Jóannesi Eid­ esgaard, løgmanni, um at Føroyar skulu vera við í ym­isk­um út­búgv­ing­ arskipanum í ES Útbúgvingar Føroyar hava í eina tíð roynt at gerast formligur sam­ starvs­partur í nýggju ES- skip­an­ini "Lívslong læra", sum kemur í gildi 1. januar komandi ár, og sum fevnir um alt útbúgvingarsamstarv í ES. Higartil hevur tó verið striltið at fáa ES at ganga før­­­­oysku ynskjunum á møti. Eftir fund í gjár við Ján Figel, ES-nevndarlim í útbúgving, er glottar nú kortini at hóma. Ikki fullan limaskap Í fyrstu syftu verður valla tal­­­an um fullan limaskap í »Lívslangari læru«. Ján F­i­g­el lovaði tó at senda ES-kervinum boð um, at Føroyum skal standa í boði at vera við í úrvaldum út­­búgv­ing­ar­skip­­an­um. Nevnd­a­r­limurin legði dent á, at fáa Føroyar ikki fullan limaskap í hesi atløgu, so fer ES at royna sítt ítarsta at fáa Før­oyar við í bróðurpartin av skúlasamstarvinum í ES. Hetta verður gjørt við sínámillum avtalum. ES hevur út­búgv­ing­ar­ sam­­starv á øllum stigum, og nú skulu partarnir fáa greiðu á, hvørj øki eru við­komandi fyri Føroyar. Lands­stýrið arbeiðir eis­ ini við at fáa ein nýggj­an, yvirskipaðan sam­starvs­ karm við ES, sum skal lata dyrnar upp fyri mun­ andi tættari sambandi við samveldið innan eitt nú gransk­ing, mentan, loft­ ferðslu og tey fýra frælsini. ave Løgmaður slóðar fyri útbúgvin- garsamstarvi við ES Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Ján Figel, ES-nevndarlimur í útbúgving, eftir fundin í Brússel í gjár Sum part ur av ar­­ beið­inum at orða ork­ upolitikk, hevur lands­stýrismaðurin í vinnumálum tik­ið avgerð um, at Nólsoyggin skal nýtast sum royndarøki fyri økt­ ari gagnnýtslu av vind­orku til str eym­ fram­leiðslu Sum ein liður í verk­ætl­an­ ini varð ein vindmátari í mars mánaði í ár sett­ur upp úti í Nólsoy. Verk­ ætlanin, sum ber heit­ið ”Muligheder for for­ny­ ba­re energisystemer og hydrogenteknologi i Vest-Norden” hevur valt at kanna økir í Før­ oy­um, Grønlandi og Ís­landi. Fyrsti partur av verkætlanini fevndi um eina kortlegging av ork­ u­støðuni í londunum, og vísti eisini á, hvørjar møg­u­leikar londini hava fyri størri gagnnýtslu av var­andi orku. Niðurstøðan í frá­greið­ ing­ini nevndir møguleik­an fyri einum royndarverki í Nólsoy, sum kann gagn­ nýta vindorku partvís til streymframleiðslu bein­ leiðis á el-kervinum, og partvís til framleiðslu av vetni. Annar partur av verk­ætl­ anin fevnir um innsavnan av hagtølum, m.a. frá vind­ mát­ingunum. Ein týðandi partur av verkætlanin er, at tey, sum búgva á støð­ u­num, gerast partur av verk­ætl­anini. Tí arbeiða skúl­abørnini í 9. flokki í Nólsoyar skúla í hesum døgum við orku, har tey m.a. skulu savna hagtøl fyri orkunýtsluna í ein­ støku húsarhaldunum í bygdini. Við støði í hag­ tals­greiningini skal upp­ skot gerast til, hvussu vind­ork­an kann nýtast til veiting av ravmagn og hita í Nólsoy, sum skal verða grundarlag fyri støð­u­takan um uppsetan av royndarverki og fígg­ ing­armøguleikum. Hesin parturin av verk­ ætl­anini verður væntandi liðugur um eitt ár – á sumri 2007. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur­holm, fegnast um, at vindmátingarnar eru byrj­aðar og sigur: ”at úr­slitið av verkætlanini vónandi verður, at Nóls­ oygg­ing í framtíðini fær allan sín orkutørv frá var­andi orkukeldum, og á tann hátt kann verða ein fyrimynd fyri onn­ ur oyggjasamfeløg í út­norðri”. Kunningarfundur um Nóls­oyarverkætlanina verð­ur í Nólsoy í ann­ að­kvøld, har lands­stýr­ is­mað­urin m.a. fer at greiða frá arbeiðinum við at orða orkupolitikk fyri Før­oy­ar, og hvussu hend­an verk­ætlan passar inn í tað arbeiðið, sigur Vinnumálaráðið í tíðind­ a­skrivi. Royna gagnnýtslu av vindorku í Nólsoy Hósdagin 4. mai 2006, kl. 16 letur upp framsýning í Snar­skivuni við verkum hjá Jóhan Martini Christiansen. Fram­sýningin heldur á í 3 vik­ur og ber heitið “From inner - into outer space”. Á framsýningini vera akryl málingar, ið eru málaðir yvir tað heit­ ið, framsýningin ber. Heitið boða frá einum gjøgn­u­mgangandi evni, ið arbeitt er við. Máln­ ing­arnir endurspegla tað ævi, sum fer framvið hjá menn­iskjum, trøini og prikk­ar­nir sipa til hetta. Jóhan Mart in sýnir framsýning í Snarskivuni Í morgin kl 16 letur upp framsýning hjá Jóhan Martini Christiansen »From inner - into outer space« upp í Snarskivuni hjá Tórshavnar Býráð