Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 85 - 3. mai 2006 Hóast Akstovan hevur tøl, ið vísa, at hjá onkrum av føroysku koyrilærarunum dumpar helvtin av næmingunum ástøðisroyndina, og onkrum øðrum dumpar bert 20. hvør, so verður listin yvir dumpiprosentini ikki almannakunngjørdur við nøvnum á Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Sosialurin hevur søkt Ak­stovuna um innlit í dumpi­prosentið fyri hvønn koyrilærara í Føroyum. Her er talan um bæði í royndum í ástøði og í koyring í sam­ bandi við koyrikort til persónbil. Vit hava ikki fingið tølini fyri koyringina enn. Men fyri ástøðisroyndirnar eru tølini ræðandi. Sum vit skriva aðra staðni á síðuni, er gjaldið fyri lógarkravdu frálæruna á mestsum øllum koyriskúlum tað sama. Men góðskan er als ikki tann sama. Miðal dumpiprosentið er 25,82 í ástøðisroyndunum, og hóast nógvir koyriskúlar hava umleið 20%, ið dumpa, so munurin stórur á lægsta og hægsta talinum. Tann koyri­lærarin, ið hevur lægsta dumpiprosentið hevur 5,3%, meðan tann, ið hevur tað hægsta, hevur 50%. Hetta er ein munur á 45%. Av Akstovuni siga tey, at sjálvandi er munur á, hvussu nógvar næmingar hvør koyri­ lærari hevur havt uppi, og eisini eru aðrir faktorar, ið kunnu ávirka prosentini, so sum onkrir næmingar, ið hava sera stórar trupulleikar við at klára royndina. Men hetta hevur tó ikki tí stóru ávirkanina á tølini. Kunnu ikki almanna­ kunngera nøvnini­­ Vit kundu sjálvandi hugsa okkum, at fingið prát við teir koyriskúlarnar, ið hava hægsta og lægsta prosentið. Men av Akstovuni verður sagt, at tey meta ikki, at tey sambært fyrisitingarlógini hava heimild til at geva okk­um nøvnini, ið hoyra til tølini. Hava tosað um almannakunngerðing Av Akstovuni verður sagt, at tey hava tosað um møguleikan at almannakunngera listan yvir dumpiprosentini eitt nú á heimasíðu síni. Men leiðslan á stovninum metir ikki, at Akstovan hevur neyð­­ugu heimildina til hetta sambært fyrisitingarlógini. Talan er jú tøl, ið viðgera privat vinnurekandi. Tí skulu koyrilærararnir geva sítt samtykki, áðrenn tílíkt kann almannakunngerast. Tey hava áður reist spurn­ ingin, tó uttan at nøkur breið semja fekst millum koyri­ lærararnar. Fara at royna aftur Akstovan hevur fyrr sent koyrilærarunum teirra dumpi­ prosentir, og fer í sambandi við okkara fyrispurning, aftur at kunna koyrilærararnar um prosentini, somuleiðis fer Akstovan at fregnast hvørja støðu koyrilærararnir hava til t.d. smiley skipanina, ið Benny Ejdesgaard skjýtur upp aðra staðni á hesi síðu. Eitt hugskot sum Akstovan fer at taka upp. Koyrilærari í Havn ynskir, at dumpi­ prosentið hjá føroysku koyrilærarunum verða almenn, soleiðis, at tú kanst velja koyrilærara eftir góðsku og ikki bert eftir prísi Ferðslutrygd Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eg vil fegin hava eitt stemp­ul, ið sigur, at eg geri eitt gott arbeiði, og tað vænti eg eisini, at allir hinir koyrilærararnir vilja, sigur Benny Ejdesgaard koyri­lærari í Havn, um orsøkina til uppskotið um, at almenningurin skal hava innlit í góðskuna á frálæruni hjá koyrilærarunum. Almenn dumpiprosent Á heimasíðu síni koyrilararin. fo, skjýtur Benny Ejdesgaard upp, at dumpiprosentini hjá hvørjum koyrilærara vera løgd út á alnetið, soleiðis, at ein næmingur hevur møgu­ leika at meta um góðskuna á teirri veiting, ið hann ella hon keypir. Tí sum er, er fasti prísurin einasta parametur, ið fólk hava at taka støðu eftir. Men um tú dumpar hevur hetta nógvar eykaútreiðslur við sær. Tú skalt gjalda fyri nýggja roynd og fyri eyka koyritímar, tí er endin ofta, at koyrikortið gerst munandi dýrari enn upprunaliga ætl­ að. Móttakarin hevur krav upp á góðsku og eigur at kunna fáa innlit í góðskuna av veitingini, sigur Benny Ejdesgaard. Hans J. Her­ mansen, ið somuleiðis er koyrilærari í Havn er heilt samdur við Benny. Hann sigur við Sosialin, at hetta er eitt fínt uppskot. Koyrikortið er ein so týðandi partur av tí, ið vit læra, at góðskan eigur at vera í lagi. Tíanverri velja tey flestu koyrilærara eftir grundprísinum, men so hanga tey upp á eyka­ rokn­ingar. Hann metur tí, at størri gjøgnumskygni bert er ynskiligt. Eisini aðr­ir koyrilærarar, ið Sosi­ al­urin hevur tosað við eru jaliga sintir yvir fyri upp­ skotinum. Vil gangan undan Benny hevur lagt uppskotið fram fyri Akstovuni, ið sam­ bært honum førdi fram, at niðri varð hetta heldur ikki gjørt. Men Benny Ejdes­gaard metir ikki, at vit endiliga skulu vera eftirbátar, og bíða inntil danir broyta sína skipan: “Hví kunnu vit ikki ganga undan?” spyr hann. Hans J. Hermansen er samdur í, at tað er óheppið altíð at skeita at dønum, á hesum økinum, men at hetta tíanverri er ein tendensur. Ofta eru onnur lond frammanfyri Danmark á ferðslu økinum. Smileyskipan Hann er greiður yvir at, tað verður trupult at fáa uppskotið um almannakunngerð av dumpi­prosentum í gjøgnum og skjýtur tí upp, at man ger sum danska ráðið fyri ferðslutrygd hevur skotið upp, at koyrilærararnir eru við í eini smiley skipan, har smílið á tínum Smiley gerst alsamt glaðari, jú lægri dumpiprosenti er. Benny Ejdesgaard sigur, at hann enntá hevur skotið upp fyri Akstovuni, at skipanin gerst sjálvboðin, soleiðis, at bert teir koyrilærarar, ið vilja luttaka eru við. Leggur ikki eftir starvsfeløgum Benny Ejdesgaard sigur, at hetta ikki er nøkur roynd at leggja eftir starvsfeløgum. Tí hann er sannførdur um, at allir gera eitt gott arbeiði, og tí eru áhugaðir í at lata almenningin fáa hetta innlit. Men samstundis er gongdin í Danmark ræðandi, har ov nógvir koyrilærarar eru um boðið, og summir ikki liva upp til hetta ábyrgdarfulla starv. Hetta kann gerast veru­ leikin í Føroyum um nøkur ár, og tá er gott at hava tryggj­ að seg ímóti hesum trupul­ leikum, ið danir hava nú. Ræðandi donsk hagtøl Ein kanning, ið sjónvarps­send­ ingin Kontant á Danmarks Radio hevur gjørt, vísir, at í Keypmannahavn er miðal dumpipronsetið er 45%. Her hevði tann koyriskúlin við hægsta dumpiprosentinum 84 %, meðan tann við lægsta dumpiprosentinum hevði 6%, ið dumpaðu. Men fyri næmingin, ið skuldi taka koyrikortið var prísurin ein­asta parametur, ið hann kundi taka støðu eftir, tá hann valdi skúla. Fleiri um­boð fyri løgregluna og fólk frá ferðslutrygd vístu á, at nógvir koyriskúlar í Danmark høvdu so lágar prísir, at tað ikki bar til, at veita nøktandi frálæru fyri hetta gjald. Hóast vit ikki hava tølini fyri koyriroyndirnar í Føroyum, vísur 45% mun­ ur­in í dumpiprosentum í ástøðis­royndum, at munurin eisini á føroysku frálæruni er alt ov stórur. Neyðugt innlit Tølini vísa, at munur er á frá­læruni, og kundin eigur, at hava møguleika fyri at fáa ábending um hvussu góðskan á frálæruni er. Men er vandi ikki fyri, at um vit fáa almenn dumpiprosent ella eina smiley skipan, at koyrilærarar fara at nokta at lata næmingar sleppa upp í koyriroynd, fyrr enn teir eru heilt vísir í, at næmingurin ikki dumpar. Hetta kann kosta eyka koyritímar fyri næmingin, og í síðsta enda gera koyrikortið enn dýrari. Hetta heldur Benny Ejd­es­ gaard ikki vera ein trup­ul­leika. “Eg koyri ongan upp í roynd fyrr enn, eg eri tryggur við, at tey fara upp. Eg vil ikki hava, at mínir næmingar fara út og gera eina vanlukku! Man koyrir ikki fólk upp, fyrr enn tey eru klár. Men hjá teimum flestu eru teir lógarkravdu tímarnir nokk.” sigur Benny Ejdesgaard, ið tí ikki metur, at hetta verður ein trupul­leiki. Prísurin á koyrikorti Prísurin fyri at taka eitt koyrikort í Havn er tann sami hjá øllum koyrilærarum, ið vit hava ringt til. Fyri eitt koyrikort, har tú tekur lógarkravdu 40 tímarnar í ástøði og 20 í koyring, skalt tú gjalda kr. 11.500. Eyka koyritímar kosta kr. 450 um tíman. Dumpar tú til ástøðis­ roynd skalt tú gjalda kr. 300 fyri hvørja eyka roynd, bíðitíðin at sleppa upp­aftur er umleið eina viku. Dumpar tú koyri­ roydina er gjaldið fyri eyka roynd kr. 400, og tú bíðar í løtuni umleið ein mánað, áðrenn tú sleppur upp aftur. Lat kundan fáa innlit í góðskuna Sama gjald fyri sera ymiska góðsku Benny Ejdesgaard koyri­lærari