mikudagur 3. mai 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 3. mai 2006
19
Petur Skeel Skarðsá
var annar røðarin á
pallin, tá 1. mai varð
hildin á Vaglinum
á Havn. Petur
Skeel Skarðsá flutti
fram røðu sína,
sum umboð fyri
verkafólkið.
1. maj
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Tað er ein heiður at sleppa
at standa her í dag, legði
Petur Skeel Skarðsá fyri
við at siga, og helt áfram og
segði, at tað er á hesum degi,
at vit eiga at minnast tey við
virðing, sum hava vunnið
arbeiðaranum tey rættindi,
teir hava í dag.
Petur Skeel Skarðsá vísti
á, at hóast umstøðurnar
hjá arbeiðarunum kring
knøttin eru ymiskar, so
er felagsnevnarin fyri teir
allar, at tilverugrundarlagið
er tengt at tí hendur og
armar skapa.
Tá ið hetta var sagt,
gjørdist røðan meiri politisk.
Petur Skeel Skarðsá tosaði
søk verkamansins, og tað
hoyrdist eisini aftur.
– Politikkararnir geva
við aðrari hondini, og taka
tvífalt aftur við hinari,
samstundis meðan gjógvin
millum tey tímaløntu og
tey, sum eru betur lønt,
bara veksur, vóru nøkur av
sjónarmiðunum hjá Peturi
Skeel Skarðsá.
Í røðuni varð eisini
staðfest,
at
dagsins
ungdómur ikki sá nakra
framtíð
í
ófaklærda
arbeiðsmarknaðinum, tí í
dag krevja og vænta øll, at
tú fært teir eina útbúgving.
Men til hetta spurdi Petur,
hvussu tað so fór at enda,
um ongin tímdi at arbeiða á
fiskavirkjunum, tí tey hava
so sanniliga týdning fyri
útflutningsvinnuna.
Visión ella hvørvisjón
Í øllum trimum talunum,
sum vóru hildnar á Vaglinum
í gjár, varð nomið við
visión 2015. Petur Skeel
Skarðsá segði, at vit mugu
føra skilagóðan politik
hesum viðvíkjandi, tí orð
í sær sjálvum skapa onga
visiónir. - Fólkið má skilja
visiónstosið, og arbeiðarin má
vera partur av dagsskránni,
og fáa somu sømdir sum
tey alment løntu, tí annars
er tað skjótt, at talan verður
um eina hvørvisjón heldur
enn visión 2015, segði Petur
Skeels Skarðsá.
Í endanum á røðu sínari
skeyt Petur Skeel Skarðsá
upp, at løgtingslimirnir og
landsstýrismennirnir áttu at
havttveir lønarfríar mánaðir
árliga, tí tað hevði verið
nakað, sum veruliga sást
aftur í landskassanum.
Zoran úr Kroatia
hevur búð í Føroyum
í fimm ár. Fyri 5
mánaðum síðani
keypti hann ein
pylsuvogn, sum hann
hevur opnan hvønn
dag
Pylsuvognur
Heini S Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Pylsuvognurin
stendur
uttanfyri ítróttarhøllina
í
Runavík.
Maðurin,
sum stendur innanfyri er
fryntligur og fyrikomandi.
Tað eru eiginleikar, sum
eru góðir at hava, tá ið tú
arbeiðir innan søluvinnuna.
Hann hevur eisini lætt við at
selja tíðindamonnunum hjá
Sosialinum pylsur.
Maðurin, sum eigur og rekur
pylsuvognin, eitur Zoran.
Hann og hansara familja
komu fyri 5 árum síðani sum
flóttafólk til Føroya. Zoran
og familjan hjá honum eru
úr Kroatia. Tey vilja fegin
verða verandi í Føroyum,
tí at hann hevur júst keypt
sær hús, nýggjan bil og
pylsuvogn, men tað er trupult
at fáa uppihaldsloyvi.
Zoran hevur arbeitt á
Bakkafrost, og konan og
børnini arbeiða á Lynfrost.
Fyri fimm mánaðum síðani
keypti hann pylsuvognin, har
hann nú arbeiðir burturav.
Hann hevur fingið loyvi frá
Runavíkar kommunu at hava
pylsuvognin standandi við
ítróttarhøllina í Runavík, við
rundkoyringina á Skipanesi
og við ítróttarøki á Skála.
Hann hevur opið frá 8
til umleið 19 hvønn dag.
Onkuntíð má hann lata
aftur orsakað av vindinum.
Hann selur javnt nógv. Um
morgunin eru tað serliga
skúlanæmingar, sum keypa,
og seinnapartin eru tað
ítróttarfólkini, sum keypa
aftaná venjing.
Pylsurnar, sum vit hava
bílagt eru nú lidnar. Tað er
ein sokallaður “Beef-dog”,
og ikki kann sigast annað
enn, at hann smakkaði sera
væl.
Petur Skeel Skarðsá endaði røðu sina við at skjóta upp at løgtingstimir og landsstyrismenn
hava tveir lønarfríar mánaðir árliga
Løgtingstimir og landsstyrismenn
– tveir lønarfríar mánaðir árliga
Vælsmakkandi “beef-dogs” úr Kroatia
Nakrar gentur koma niðan
til pylsuvognin og bíleggja
sær okkurt heitt at eta. Tær
ganga í Runavíkar Skúla.
Amy D. Streymoy er ein av
gentunum, sum onkuntíð
keypir frá pylsuvogninum
hjá Zoran. – Tað er deiligt
at kunna keypa her í
fríkorterinum. Tað eru
nógvir næmingar, sum nýta
møguleikan at keypa sær
okkurt at eta her. Tað er mest
í skúlatíð, at eg keypi her,
men eisini onkuntíð aftaná
venjing, sigur Amy.
Zoran er sera blíður, og tað
er deiligt, at hann hevur
opnað pylsuvognin, sigur
Amy D. Streymoy.
Zoran er sera blíður
Amy D. Streymoy keypir
frá Zoran