mikudagur 3. mai 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 85 - 3. mai 2006
Nr. 85 • mikudagur • 3. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Toyota RAV4
Nýggjur leiðari
í SUV-klassanum
FAKTA
Toyota eru nú komnir
við nýggjum RAV4.
Tá fyrsti RAV4 kom
á marknaðin í 1994,
varð hann upprunin
til eitt heilt nýtt
bilkonsept, nevniliga
teir sonevndu SUV.
Bilurin hevur verið
tann mest seldi í
sínum klassa í Evropa
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Toyota RAV4 hava í mong
ár verið mest seldu SUV
(Sports Utility Vehicle) í
Evropa. Tá RAV4 av fyrstan
tíð komu á marknaðin í 1994,
vóru teir upprunin til hetta
heilt nýggja bilkonseptið.
Síðan hevur RAV4 verið
nýttur sum fyrimynd hjá
nógvum bilmerkjum. Talan
er um lættar frítíðarbilar, ið
líkjast jeepum, teir eru høgir
frá vegnum, hava lutfalsliga
stór hjól og man situr høgt
við góðum útsýni. RAV
stendur fyri “Recreational
Active Vehicle”, og 4-talið
stendur fyri 4x4.
Innrættingin er sera liðilig,
og lætt er at leggja setrini
niður soleiðis at alt aftan
fyri forsetrini verður eitt
stórt vørurúm. Baksetrini
kunnu stillast aftur og fram,
soleiðis at viðførisrúmið
kann broytast frá 410 til 513
litrar. RAV4 fæst eisini sum
vørubilur. Instrumentborðið
hevur heilt nýtt og smart
design
við
Optitron-
instrumentum, ið eru eins
løtt at avlesa undir øllum
ljósviðurskiftum.
Við Smart Entry og Smart
Start- systemunum kann
bilurin læsast upp og setast
í gongd uttan lykil, bert
lykilin er nærhendis.
Hesin nýggjasti er triðja
generatión av RAV4. Meðan
forgangarin fekst í tveimum
støddum, eini stuttari útgávu
við trimum hurðum og eini
longri við fimm hurðum,
fæst hesin bert í einari
útgávu við fimm hurðum, ið
er bæði størri og rúmligari
enn forgangarin.
Nýggi RAV4 verður
permanent drivin av øllum
fýra hjólunum, men kraftin
verður deild elektroniskt
millum for- og bakhjólini,
soleiðis at bilurin undir
vanligari koyring verður
mest drivin av forhjólunum,
men tá tað er brúk fyri tí, taka
bakhjólini við eftir tørvi.
Bilurin fæst við trimum
ymiskum motorum, einum
2,0 litur VVT-i bensinmotori
við 152 hk, og tveimum 2,2
litur D-4D-dieselmotorum
við ávikavist 136 og 177
hk, báðir við commonrail-
innspræning.
RAV4 kann síggjast og
roynast hjá Reyni Service.
Prísirnir byrja við 245.600,-
fyri vøruvognin og 324.600,-
fyri persónbilin.
Toyota RAV4 2,2 D-4D
Motorurin
2,2 litur D-4D diesel 136 hk
v. commonrail-innspræning
0-100 km/t
10,5 sek
Oljunýtsla
15,2 km/l
Dekkstødd
215/70-16
Stødd og vekt
Longd
439,5 cm
Breidd
181,5 cm
Hædd
168,5 cm
Eginvekt
1.449 kg
Viðførisrúm
410-513 litrar
Prísur
kr. 275.600,-
(vøruvognur)
kr. 360.600,-
(persónbilur)
Søluumboð
Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 353040
www.reyniservice.fo
Nýggjasti Toyota RAV4 er bæði størri og rúmligari enn forgangarin
Meðan forgangarin fekst í tveimum støddum, fæst hesin bert í
einari útgávu við fimm hurðum
Instrumentborð við heilt nýggjum designi við Optitron-
instrumentum
RAV4 fæst eisini sum vørubilur.