mikudagur 3. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 3. mai 2006
21
Vaska bilin uttan kemisk vaskievni
Vaskievnið er
kalt vatn. Tað
snýr seg um at
nýta teir røttu
klútarnar til
rætta endamálið
ENJO-klútirin tekur allan skittin
Bileigaranum
nýtist bert at
gera ein íløgu í
nakar klútar
Seat Cordoba til sølu
Seat Cordoba, frá juli 2003
Nýggjasta modellið
Sera økonomiskur, væl útgjørdur
Vegna flyting selist bilurin fyri kr. 85.000,-.
Ring 21 97 97
Copenhagen Malmø Port
(CMP) hevði í herfyri vitjan
av heimsins størsta bilskipi.
Talan er um skipið Toledo
hjá reiðarínum Wallenius
Wilhelmsen Logistics.
Tað tók tveir dagar at tøma
skipið fyri teir næstan 3.000
nýggju bilarnar frá Toyota,
Honda og Mitsubishi.
Hetta var størsta mongd
av bilum, sum Copenhagen
Malmø Port nakrantíð hevur
tikið ímóti.
Heimsins størsta bilskip
Av tí at ein partur av tekstinum í hesi grein manglaði í blaðnum
Bilar seinasta fríggjadag, prenta vit greinina um aftur
“ENJO International”
í Eysturríki er
ein av heimsins
fremstu fyritøkum
innan effektiva og
umhvørvisvinarliga
reingerð. Alt
hetta snýr seg í
høvuðsheitum um
vaskiklútar, ið eru
gjørdir úr serstøkum
tægrum. Vaskievnið
er einans kalt vatn
Í staðin fyri at selja ymisk
vaskievni til bilin, sum t.d.
til lakkeraðu flaturnar og
felgurnar, eins og kabinu og
rútar, hevur ENJO sergjørdar
klútar til øll hesi endamál
og harvið alla reingerð av
bilinum. Bileigaranum nýtist
bert at gera ein íløgu í nakar
klútar og sleppur heilt undan
at keypa sápu og onnur
kemisk vaskievni.
Vaskievnið er kalt vatn,
og er tað heilt ókeypis. Tað
snýr seg um at nýta teir røttu
klútarnar til rætta endamálið.
Ein klútur er til at vaska bilin
uttan, ein annar at turka bilin
við, ein til rútarnar og ein til
kabinuna o.s.fr.
Um bilurin er rættuliga
skitin er eingin trupulleiki at
vaska hann við ENJO-klúti
saman við vatni. Klúturin,
ið tekur bæði skitt og asfalt,
er eisini sera væl egnaður til
felgurnar. Í mun til onnur
vaskievni er eingin bíðitíð
við ENJO-klútinum, einki
vaskievni sum skal sprænast
upp á fáa tíð at virka.
ENJO-vørurnar verða
framleiddar av “ENJO
International” í Eysturríki
og verða einans seldar av
útbúnum
konsulentum,
sum geva kundum røttu
vegleiðingina. Produktini
kunnu nýtast í øllum
húsarhaldinum,
og
høvuðsendamálið er fara
væl við umhvørvinum.
Alt
hetta
snýr
seg
í
høvuðsheitum
um
vaskiklútar, ið eru gjørdir
úr serstøkum tægrum. Hetta
ger at nýtslan av sápu og
øðrum kemikalium kann
minkast við 90 prosentum
ella meira.
Sum fyritøka leggur
Enjo stóran dent á at verja
umhvørvið og tey hava
eina fullfíggjaða rein-
gerðingsskipan, sum kann
brúkast í húsarhaldinum, á
stovnum, á virkjum ella hvar
tað skal vera.
Í Føroyum er tað ENJO-
Føroyar
v.
Tórhardu
Bláhamar, Tjarnarlág 41,
Tórshavn, sum er ENJO
aðalumboð, telefon 314353
ella 226603. Fleiri ENJO
umboð finnast á heimasíðuni
www.enjo.fo