mikudagur 3. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 85 - 3. mai 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Sviar dømdir fyri njósning
Ætlar at hitta Abbas
Óvitandi amerikanarar
Var við barn
Á hvørjum ári
doyggja fýra milliónir
børn fáar dagar eftir,
at tey eru komin í
heimin.
Barnadeyði
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Uttan fyri eina læknastøð
í Etiopia situr ein 13 ára
gomul genta og rurar lítla
beiggja sínum, sum er
deyðanum nær av svongd.
Eygu hansara stara tóm út
í luftina, og hann er púra
máttleysur.
Lítli Nemo er ein av fleiri
milliónum, sum eru meint
rakt av matvørutroti í eystara
parti av Afrika. Mamma
hansara roynir at forvinna
til lívsins uppihald við at
selja við, og tað gevur henni
einar 40 krónur um mánaðin.
Sjálv er hon ógvuliga veik
og hevur onga mjólk til
sonin.
Í teimum afrikonsku
londunum sunnan fyri Sahara
fáa 30 milliónir fólk ov lítið
at eta, og í Eysturafrika eru
15,5 milliónir í neyð. Sum
altíð eru tað børnini, ið
verða meinast rakt.
Læknatíðarritið Lancet
skrivar í sínari seinastu
útgávu, at á hvørjum ári
doyggja fýra milliónir
nýføðingar, og at 3,2
milliónir onnur verða
deyðfødd. Í nógvum londum
verða hesi als ikki skrásett.
Herfyri kunngjørdi barna_
hjálpargrunnurin hjá ST,
UNICEF, eina frágreiðing,
sum sigur, at kring heimin
eru 146 milliónir børn undir
fimm ár, sum hava ov lítið
til matna. Tað svarar til 27
prosent av øllum heimsins
børnum, skrivar NTB.
Øll tey 113, sum
vóru við armenska
flogfarinum, doyðu,
tá tað datt niður í
Svartahavið.
Flogvanlukka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Flogfarið var á veg úr
armenska høvuðsstaðnum
Jerevan
til
russiska
frítíðarplássið Sotsji við
Svartahavið. Tá tað skuldi
seta seg á flogvøllinum
við býin Adler, var veðrið
so vánaligt, at tað fekk
ikki sett seg. Flogskiparin
gjørdi av at royna eina ferð
afturat, men klokkan 02.15
lokala tíð hvarv flogfarið
brádliga av radaranum á
flogvøllinum. Tað var tá
einar seks kilometrar frá
flogvøllinum.
Russisku myndugleikarnir
sendu alt fyri eitt bjargingarlið
at leita, og tíðliga í morgun
kunngjørdi innanríkisráðið í
Moskva, at bjargingarliðini
høvdu funnið likamslutir,
bjargingarvestar og ymisk
petti av flogfarinum í
Svartahavinum.
Seinni upplýsti talsmaðurin
hjá innanríkisráðnum, at 26
fólk vóru funnin deyð. Eingin
teirra var í bjargingarvesti,
og tað verður tikið sum
tekin um, at flogfarið er
dottið niður brádliga, og
at flogskipararnir hava
ikki fingið stundir at siga
ferðafólkunum frá.
Svartahavið er rættiliga
djúpt, har vanlukkan hendi,
og russisku myndugleikarnir
siga, at vrakið liggur helst á
450 metra dýpi. Tí vórðu boð
send eftir einum serligum
kavbáti hjá herflotanum, og
hann skal royna at bjarga
tí svarta kassanum úr
vrakinum.
Á middegi kunngjørdu
myndugleikarnir, at 26
russar, ein ukraini, ein
georgi vóru í flogfarinum.
Øll hini vóru armenar.
Armenska
flogfelagið
Amravia átti flogfarið,
sum var av slagnum Airbus
320. Sambært Itar Tass
var varastjórin í felagnum
ímillum ferðafólkini.
Ein dómstólur í Iran
hevur dømt tveir svenskar
ríkisborgarar trý ára
fongsul, tí teir høvdu
tikið myndir av iranskum
herstøðum, skrivar AP.
Tað var Jamal Karimirad,
innanríkisráðharrri, sum
kunngjørdi dómin, men
hann vildi ikki siga meiri
um málið.
Svenskir fjølmiðlar
skriva, at teir báðir
vinmenninir blivu tiknir,
tí teir høvdu tikið myndir
av
bygningum
hjá
iranska herinum á oynni
Qeshm, sum er í Hormuz-
sundinum.
Sambært
svensku tíðindastovuni
TT vóru menninir farnir
til Iran at arbeiða innan
byggivinnuna.
Verjin hjá sviunum segði
við svenska sjónvarpið í
gjárkbøldið, at dómurin er
ov harður, tí talan var als
ikki um njósning. Svenskir
myndugleikar vilja ikki
gera nakrar viðmerkingar,
fyrr enn teir hava nærlisið
eina rætta týðing av
dóminum, sigur Christian
Carlsson,
talsmaður
hjá uttanríkisráðnum í
Stockholm, við TT.
Síðani Hamas vann
palestinska
valið
í
januar,
hevur
einki
samband verið ímillum
ísraelskar og palestinskar
myndugleikar,
men
nú
sigur
ísraelski
forsætisráðharrin, Ehud
Olmert, at hann ætlar
sær at tosa við palestinska
forsetan,
Mahmoud
Abbas.
Abbas hevur alla tíðina
sagt, at ísraelsmenn og
palestinar eiga at hava
samband við hvør annan,
sjálvt um Hamas hevur
stjórnarvaldið í teimum
palestinsku økjunum. Ein
talsmaður hjá ísraelsku
stjórnini segði í gjár, at
Olmert er sinnaður at
hitta Abbas, men at hann
fer ikki at tosa við umboð
fyri Hamas-stjórnina.
Ísrael hevur fyrr sagt,
at landið fer ikki at
samráðast við Abbas
um frið, so leingi Ísrael
er í stríði við Hamas,
men Ehud Olmert hevur
kortini sagt, at tað ber til
at varðveita sambandið
við palestinska forsetan,
sum sum er sinnaður at
samstarva við ísraelsmenn
í royndunum at skipa eitt
palestinskt ríki. Tað vil
Hamas
harafturímóti
ikki.
Ehud Olmert skal hitta
Mahmoud Abbas.
Hóast
amerikanskir
hermenn hava verið í
kríggi í Irak í trý ár, dugir
helmingurin av ungum
amerikanarunum ikki at
siga, hvar í Miðeytsri Irak
er.
Tað kemur fram í einari
kanning, sum National
Geographic hevur gjørt.
Tey ungu, sum eru
ímillum 17 og 24 ár, fingu
eitt kort av Miðeystri, men
bara 40 prosent dugdu
at siga, hvar á kortinum
Irak var. Bara 25 prosent
vistu, hvar Ísrael er. Tey
fingu eisini eitt kort av
Asia, og tá vísti tað seg,
at næstan 50 prosent vistu
ikki, hvar India er. Tá tey
so vórðu spurd um tann
harða jarðskjálvtan, sum
kravdi 70.000 mannalív í
Pakistan í oktober í fjør,
vísti tað seg, at tveir
triðingar av teimum
høvdu als ikki hoyrt um
skjálvtan.
Stjórin í National
Geographic, John Fahey,
sigur úrslitið av kanningini
vera skelkandi, og tí fer
National
Geographic
at taka stig, sum skulu
bøta um kunnleikan hjá
teimum ungu í USA.
Nógv fólk í Sveis gjørdust
í øðini, tá tað frættist, at
skíðstjørnan Corinne
Rey-Ballet var vorðin
myrd saman við bróðuri
sínum sunnudagin, og
øðin gjørdist ikki minni í
gjár, tá tað frættist, at hon
var við barn
Sveisiska løgreglan
veit ikki við vissu, hvør
myrdi tey bæði, at í
gjárkvøldið kunngjørdu
myndugleikarnir, at teir
sóknast eftir fyrrverandi
manni hennara, Gerald
Stadler. Eygnavitni hava
greitt løgregluni frá, at tey
sóu hann á drápsstaðnum
sunnudagin, og at hann
hevði eina skammbyrsu
í hondini.
Russiskir bjargingarmenn vóru skjótir á vanlukkustaðið.
Datt niður í
Svartahavið
Milliónir av nýføðingum doyggja