mikudagur 3. mai 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 85 - 3. mai 2006 ]
Nr. 85 • mikudagur • 3. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Dalbúð og
Kollsker
taptu tepurt
Tveir 17 ára
gamlir føroyskir
fótbóltsspælarar
vóru í gjár við í
finaluni í donsku
skúlakappingini
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað gekk akkurát ikki hjá
Oura fótbóltsskúlanum,
sum fyrrapartin í gjár
luttók í finaluni í donsku
skúlafótbóltskappingini
fyri unglingar. Tveir
føroyskir spælarar vóru
á liðnum hjá Oure,
sum spældi finalu móti
Copenhagen West, ið er
liðið hjá handilsskúlunum
í Ishøj og Tåstrup.
Øssur Dalbúð og Tork
il Kollsker ganga á Oure
fótbóltsskúlanum, sum
liggur uttanfyri Svend
borg á Suðurfyn. Skúlin
luttekur í skúlakappingini
og íheyst kvalifiseraðu teir
seg á Fyn til víðari luttøku.
Ein annar føroyskur
fótbóltsunglingur er á
Oure. Hann er eisini sera
evnaríkur, og hann hevur
verið á Oure liðnum.
Tíverri var Pætur Jørgen
sen, sum er lítli beiggi
Bjarna Jørgensen, ið er
á FORMULA liðnum
hjá Skála, skaddur til
endaspælið. Pætur, sum
er høgri vongverji, hevur
vant við OB, har hann
hevur spælt á besta ung
lingaliðnum.
Mánadagin
spældi
Oure hálvfinalu móti
Laursens Realskole. Øss
ur Dalbúð var í Oure álop
inum, og Torkil Kollsker
var í miðverjuni. Oure
vann 5-2, og Øssur Dal
búð skoraði tvey av mál
unum.
Í hinari hálvfinaluni
vann
Copenhagen
West, sum er liðið hjá
handilsskúlanum í Ishøj
Taastrup, 4-2 á Randers
Realskole.
Finalan varð spæld
fyrrapartin í gjár, og hon
varð send beinleiðis á
sjónvarpsrásini Viasat
Sport 1.
Eftir vanliga leiktíð
- 2 x 40 minuttir - var
støðan 1-1, eftir at Oure
heilt tíðliga hevði lagt seg
framum. Torkil Kollsker
var í miðverjuni alla tíð
ina, og Øssur Dalbúð
var í álopinum, inntil tað
restaði eitt korter.
Eftir vanligu leiktíðina
var spælt tvær ferðir fimm
minuttir longd leiktíð,
men einki mál kom. Í brots
sparkskappingini misnýtti
Oure tvær ferðir, meðan
Copenhagen West mis
brúkti eina ferð og tískil
vann finaluna á Vejlby
Riskov stadion í Århus.
Tað ganga nakrir
dagar, áðrenn Jón
Rói Jacobsen veit
hvussu støðan er við
knænum, sum hann
aftur hevur fingið
skaða í. Í ringasta
føri kann verða
neyðugt við nýggjari
skurðviðgerð í
knænum
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jón Rói Jacobsen bíðar í
løtuni eftir at fáa endaliga
at vita, hvussu álvarsamur
skaðin í knænum hjá honum
er. Undir venjing í síðstu
viku skeiklaðist knæið, og
síðani hevur tað verið so
hovið, at tað ikki hevur borið
til at kanna tað neyvt.
– Eg bíði nú eftir at hevilsi
leggur seg, og so fara vit at
testa stabilitetin í knænum.
Tað gera vit við venjingum
her í AaB, og í næstu viku
hava vit fingið eina tíð hjá
einum skurðlækna í Randers,
sum eisini skal kanna knæið,
sigur Jón Rói Jacobsen
– Beint nú veit eg ikki, um
tað er ein minni skaði, ella
um tað kann enda við einari
nýggjari skurðviðgerð. Eg
vóni tað besta, men eg má
bíða eftir endaligum boðum,
sigur hann.
Regluligir knæskaðar
Í løtuni er eingin grundaður
illgruni um, at krossbandið í
knænum er farið, men skaðin
er í sama knæið, sum Jón
Rói hevði álvarsaman skaða
í, og sum hann eisini hevði
ein minni skaða í fyrr í ár.
– Um eg kann rokna við
at fáa reguligar skaða í hetta
knæið, tí tað kanska ikki
er nóg stabilt, so kann tað
gerast neyðugt við nýggjari
skurðviðgerð, men nú fáa vit
at síggja, sigur Jón Rói.
Kanningarnar undir venj
ing síðst í hesi vikuna og
hjá skurðlæknanum í Rand
ers í næstu viku, skulu
millum annað gera av, um
stabiliteturin í knænum er
í lagi, og um Jón Rói skal
halda fram við at venja og
spæla, ella um hann skal
leggjast undir skurð.
Í løtuni er tað ikki sann
líkt, at Jón Rói spælir við í
landsdystinum hjá Føroyum
ímóti Póllandi um slakar
tvær vikur.
ÍSB
Johan Samuelsen
Nú fer Ítróttarsambandið
fyri Brekað aftur at skipa
fyri eini norðurlendskari
ítróttarkapping her á landi
– fyrstu ferð var kappast í
svimjing í NM í svimjihøllini
í Gundadali, og var tað í
1987.
Hesaferð er tað í væl
umtókta spælinum, boccia,
at NM verður í døgunum
12. – 14. mai. Einaferð
áður hevur boccia í NM ver
ið í Føroyum, og var tað í
1991.
Boccia er eitt spæl, sum
er egnað til øll í orðsins
sanna týdningi. Øll kunnu
vera við í hesum spæli, sum
hevur sín uppruna suðuri við
Miðjarðarhavsins strendur.
Kappingin er løgd hesar
dagarnar í samband við
Dýri biðidagsferiuna, og øll
Norðurlond vera umboðað
bæði væl og virðiliga. Enda
liga luttøkufráboðanin fyri
liggur ikki enn, men fyri
bilsfráboðanir eru komnar
og fer samlaða luttakaratalið
at liggja nakað omanfyri tey
100 – tá er sjálvandi talan
um
kappingarungdóm,
hjálparfólk og onnur
Nógv at hugsa um
Talan er um eina stóra
kapping, sum krevur nógva
orku og fyrireikingar av
serligum slagi av einum so
lítlum felagsskapi, sum ÍSB.
Umframt alt tað ítróttarliga
í samband við sjálva kapp
ingina, sum Ingolvur Gunn
arson fer at hava høvuðs
ábyrgdina fyri, so eru so
nógv serlig viðurskifti at
hugsa um hesar dagar.
T.d. verður talan um ein
ar 20 luttakarar, sum koma
higar at dystast, sum sita í
koyristólum, bæði manu
ellum og el-koyristólum,
og krevur tílík ferðing við
flogførum til Føroya ser
ligar fyriskipanir, t.d. er
bert loyvt at hava tveir el-
stólar í einum flogfari vegna
nýggju trygdarreglurnar í
alheimshøpi, og tí má ein
neyv samskipan gerast við
Atlantic, so allir boccia
spælararnir koma rættstundis
til kappingina.
Sovorðin stór NM-kapping
krevur nógv pláss, og tí er
neyðugt at spælt verður í 4
hallum, nevniliga í Hoyvík,
á Hálsi, í Gundadalshøllini
og í HBF-høllini.
NM í boccia verður hildið í Føroyum
Jón Rói livir í óvissuni
Jón Rói Jacobsen verður neyvan við føroyska fótbóltslandsliðnum í Póllandi um slakar tvær vikur, men í løtuni er óvist, hvussu
álvarsamur nýggi knæskaðin hjá honum er