mikudagur 3. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 85 - 3. mai 2006 ]
Vøllirnir hava skyldina
Wayne Rooney er seinasti spælarin í eini røð av spælarum,
sum hava brotið eitt bein í fótinum, og nú skriva enskir
fjølmiðlar um orsøkirnar til hetta. Onkur vil vera við, at
tað eru teir nýggju og løttu gaggurnar, sum hava ein part av
skyldini. Danny Murphy, miðvallari í Tottenham, heldur,
at tað eru vøllirnir, sum eiga ein part av ábyrgdini.
– Vøllirnir verða røktir øðrvísi nú enn áður. Teir skulu
vera fastir í tí, so at fótbóltsspælið kann verða so gott
sum gjørligt, men føturnar hava tað ikki gott á hesum
vøllum, tá ið nógvir dystir verða spældir eftir stuttari
tíð, sigur Danny Murphy við The Sun.
Todi er til reiðar
Føroyski álopsspælarin í Start, Todi Jónsson, er til reiðar
at spæla dyst ímóti Fredrikstad í kvøld. Todi hevur verið
plágaður av bæði skaðum og sjúku seinastu vikurnar, og
um vikuskiftið spældi hann ikki við hjá Start. Nú er hann
aftur klárur at tørna til, hóast hann hevur ein minni snudd
í lærinum.
– Fyri ein gamlan mann sum meg, verður tað altíð okkurt
smávegis galið, tá ið eg skal spæla mín fyrsta dyst í eitt
hálvt ár, men eg eri klárur til dystin ímóti Fredrikstad, sigur
Todi við Fedrelandsvennen.
Óli Johannesen og
Jákup Mikkelsen
eru veteranar á
landsliðnum, men
Jógvan Martin Olsen
er við at spæla eitt
landslið saman við
yngri spælarum.
Fleiri nýggir mans fáa
kjansin í dystinum
ímóti Póllandi
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jógvan Martin Olsen hevur
nú sett navn á spælararnar,
sum skulu verða við
føroyska a-landsliðnum í
venjingardystinum ímóti
Póllandi tann 14. mai.
Nú eru alsamt færri
spælarar eftir, sum hava spælt
fleiri enn 25 landsdystir,
og fleiri kunnu spæla sín
fyrsta altjóða landsdyst í
Póllandi.
Bjarni Jørgensen, sum
spælir við Skála, er millum
teir 18 spælararnar, sum
eru tiknir út til landslið.
Bjarni hevur spælt nógv á
ungdómslandsliðum, men
nú skal hann við til fyrsta
veruliga a-landsdystin.
Hans Pauli Samuelsen úr
EB/Streymi og Christian
Restorff Mouritsen úr
Manchester City eru eisini
tiknir út hesaferð, og teir
eru báðir spildurnýggir á
landsliðnum.
Afturat teimum eru eisini
fleiri aðrir spælarar, sum
eru feskir á landsliðnum -
Hanus Thorleifsson úr B36,
Janus M. Joensen úr HB og
Rasmus Nolsøe úr HB.
Færri við royndum
Jákup Mikkelsen og Óli
Johannesen eru teir, sum fram
um allar hinar, hava royndir
frá altjóða fótbólti. Teir verða
framvegis stuðulsspælarar í
næstu undankappingini hjá
landsliðnum.
Jákup Mikkelsen er
so
sjálvskrivaður
til
landsliðið, at bert hann
er tikin út sum málmaður
hesaferð. Jens Martin
Knudsen er við landsliðnum
sum
málmansvenjari,
og tað ger møguliga, at
landsliðsvenjarin torir at
satsa á hendan hátt, og
harvið fáa pláss fyri fleiri
útispælarum, sum hann vil
royna.
Eftir Jákup og Óli eru tað
yngri spælarar, sum hava
verið fastir menn seinnu
árini, men tað eru færri av
teimum. Jákup á Borg, Fróði
Benjaminsen, Súni Olsen
og Jón Rói Jacobsen mugu
roknast sum stuðulsspælarar,
men nógvir av teimum,
sum eru tiknir út hesaferð,
hava ikki spælt fast við
landsliðnum.
Fleiri mangla
Onkrir av teimum, sum hava
verið nógv við seinnu árini,
ella sum tað verður roknað
við frameftir, eru ikki við
í dystinum ímóti Póllandi.
Andrew av Fløtum, Mortan
úr Hørg, Símun Samuelsen,
Pauli G. Hansen, Claus Bech
Jørgensen, Rógvi Jacobsen,
Ingi Højsted og Heðin á
Lakjuni eru ikki tiknir út.
Fleiri av hesum eru
darvaðir av skaða ella
eru bundnir av dysti fyri
útlendsku feløg síni.
Hetta gevur so kjansin til
aðrar spælarar, sum Jógvan
Martin væntar sær nakað av
í framtíðini.
Nýtt ættarlið myndar
føroyska landsliðið
Bjarni Jørgensen hjá Skála er nýggjur maður á a-landsliðnum. Hann verður við í dystinum ímóti
Póllandi um 10 dagar
Jógvan Martin Olsen hevur
tikið hesar 18 spælarar út til
landsdystin ímóti Póllandi
14. mai
Jákup Mikkelsen, B36
Fróði Benjaminsen, B36
Hanus Thorleifsson, B36
Christian Høgni Jacobsen,
NSÍ
Janus M. Joensen, HB
Rasmus Nolsøe, HB
Kári Nielsen, HB
Jákup á Borg, HB
Atli Danielsen, KÍ
Hjalgrím Elttør, KÍ
Óli Johannesen, TB
Jónhard Frederiksberg,
Skála
Bjarni Jørgensen, Skála
Hans Pauli Samuelsen, EB/
Streymur
Jan Ingi Petersen, B68
Jón Rói Jacobsen, AaB
Súni Olsen, AaB
Christian R. Mouritsen,
Manchester City
FAKTA