Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 85 - 3. mai 2006 Starvsfólk til Kommunalu Brennistøðina Søkt verður eftir starvsfólki til innan- og uttandura reinhald á Kommunalu Brennistøðini. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett beinanvegin og er tíðaravmarkað til 30. september 2006. Starvið er tímalønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðsmannafelag við ískoyti fyri skitið arbeiði. Meira fæst at vita við at venda sær til Bárð Michelsen, deildarleiðara á telefon 302035 ella 228918. Tórshavnar kommuna Leyst starv Aðalskrivari til Kommunusamskipan Føroya Aðalskrivarin hjá Kommunusamskipan Føroya, KSF, hevur tikið av øðrum avbjóðingum og tí søkja vit eftir nýggjum aðalskrivara til felagsskapin. KSF KSF er ein tvørkommunalur felagsskapur við hesum limakommunum: Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Vágs kommuna, ið tilsamans umboða nærum 70% av fólkatalinum í Føroyum. Uppgávurnar hjá HSF eru m.a. at samskipa, fyrireika og ráðgeva limakommun- unum í málum av felags áhuga. Dømi uppá slík mál kunnu vera: býti av uppgávunum millum land og kommunur, umboðan mótvegis myndugleikum og feløgum innan- og uttanlands, lógarsmíð av áhuga fyri kommunurnar, uppskot til umsitingarligar mannagongdir og skipanir, førleikamenning v.m. Vit samskifta og samstarva við landsumsitingina, vinnulívið, feløg og felagsskapir í Føroyum og uttanlands. Á stovninum, sum liggur í Tórshavn, eru umframt aðalskrivaran ein løgfrøðingur og eitt skrivstovufólk. KSF bjóðar Eitt starv við nógvum spennandi uppgávum. M.a. kann nevnast at tú: • Verður leiðari á skrivstovu felagsins • Verður bindiliðið millum limakommunurnar • Skal samskipa virksemið hjá limakommununum • Skal skipa fyri førleikamennandi tiltøkum fyri limakommunurnar • Skal gera kunningartilfar og frágreiðingar til limakommunurnar • Skal ráðgeva kommununum, bæði hvør sær og í KSF høpi • Verður protokolførari hjá KSF og skal ansa eftir, at samtyktirnar vera fylgdar • Skal samskifta við myndugleikar, áhugabólkar, feløg innan- og uttanlands vegna limakommunurnar KSF roknar við at tú m.a.: • Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • Hevur umsitingarligar royndir • Hevur áhuga í kommunalum viðurskiftum • Hevur hugflog og evnini at taka stig og seta í verk • Dugir at samskifta, bæði í skrift og talu • Er málsøkjandi og hevur hegni til at samstarva við politisku skipanina Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu við grundarlagi í sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til formann felagsins, Rodmund Nielsen, tlf. 417000, ella aðalskrivaran, Ingibjørg Berg, tlf. 302480. Umsókn Umsóknin skal saman við upplýsingum um útbúgving og royndir vera KSF í hendi í seinasta lagi hósdagin 18. mai 2006 kl. 12.00o g sendast: Kommunusamskipan Føroya KSF R. C. Effersøesgøta 30 Postboks 53 FO-100 Tórshavn Køksleiðari til Skúlaheimið Fyri komandi skúlaár verður søkt eftir avloysara fyri køksleiðara á Skúlaheiminum. Køksleiðarin hevur ábyrgdina av øllum virkseminum í kantinuni og køkinum og eru uppgávurnar m.a.: • at matgera og útflýggja • tilrættalegging av øllum virkseminum í køkinum • umsiting av øllum fíggjaligum viðurskiftum í køkinum. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, ert fyrikomandi yvirfyri næmingum og hevur ans og hugflog, at gera kantinuna til eitt spennandi matarstað fyri ungfólk. Vit seta stóran prís uppá samstarv og liðiligheit. Starvið verður sett eftir sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Tikið verður við starvinum 7. august 2006. Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast skúlanum innan 29. mai. Áhugað kunnu venda sær til Rúna Heinesen, skúlastjóra. Tekniski Skúlin í Klaksvík Postboks 20 Fo-700 Klaksvík Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og vinnuskúli. Á skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og skúlagongd fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og timbur yrki. Aðalmál skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi, fakliga og námsfrøðiliga menning.