Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 3. mai 2006 27 Vikarur Vit sóknast eftir vikari, ið heitast kann á seinnapartar. Fólk við 1/2 tíðar starvi fyrrapart eru vælkomin at søkja. Hevur hetta tín áhuga? Send okkum eina skrivliga umsókn. Sankta Jósefs Barnagarður Varðagøta 12 · FO-100 Tórshavn Tlf. 312854 · Fax 316990 Avloysari til Látipípuna Søkt verður eftir einum avloysara 30 tímar um vikuna at byrja sum skjótast. Starvið er fram til hálvan juli. Látipípan er ein stovnur við 24 útibarnagarðsbørn- um og 18 frítíðarstovubørnum í 1. og 2. flokki. Starvið er í útibarnagarðinum. Vit vænta av tær: • at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt • at tú tímir at vera úti • at tú sært avbjóðingar fram um forðingar • at tú hevur góð samstarvsevnir Nærri fæst at vita við at ringja til Maluna Stóra leiðara á tlf. 470146 ella 230145. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Skrivlig umsókn verður at senda til Vestmanna Kommunu í seinasta lagi 18.05.06. Látipípan Lærarar til HT, SIT og Yrkisútbúgvingar Søkt verður eftir undirvísarum til lærugreinirnar: • Yrkislæra innan el-, maskin og timbur- og snikkarayrki. • Stødd-, alis- og evnafrøði á B- og C-stigi Statik&Styrkilæra á C-stigi. Førleiki, t.d. verkfrøðingur. • Miðlar á A- og C-stigi • Føroyskt C-, føroyskt E- og enskt E-stig. Íalt uml. 16 tímar/viku. Lutvís er talan um tvørfakliga undirvísing og samstarv í toymi. Setanartreytir eru eftir sáttmála í millum FTL og Fíggjarmálaráðið. Tikið verður við starvinum frá august 2006. Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast skúlanum innan 29. mai. Áhugað kunnu venda sær til Rúna Heinesen, skúlastjóra. Tekniski Skúlin í Klaksvík Postboks 20 Fo-700 Klaksvík Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og vinnuskúli. Á skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og skúlagongd fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og timbur yrki. Aðalmál skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi og fakliga og námsfrøðiliga menning. Søkt verður eftir einum persóni til arbeiði á Kovin Seafood Kovin Seafood er framleiðari av niðursjóðaðum fiskavørum so sum rognum, rækjum og patéum. Vørurnar sum Kovin Seafood framleiðir enda á hyllunum í supermarknaðum kring alt Europa. Tín høvuðsuppgáva verður at starvast innanfyri blanding av vørum til niðursjóðingar. Blandaraarbeiðið er tann týdningarmesti liðurin í framleiðsluni av góðum niðursjóðaðum vørum. Tað er tí av alstórum týdningi at tú er nærlagdur, arbeiðssamur, sjálvstøðugur, ábyrgdarfullur og hevur góð samstarvsevni. Sum søkjari til starvið er tað ein fyrimunur um tú hevur royndir, lærdóm ella áhuga í at arbeiða innanfyri matvøru/fiskaframleislu. Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Løn sambært avtalu. Hevur hetta tín áhuga er tú sera vælkomin at venda tær til Kovin Seafood, Hillingatangi 8, FO-360 Sandavágur. Tlf. virkisleiðari Samson 333051/533051. Suðuroyar Barnaverndartænasta www.tvoroyri.fo · barn@tvoroyri.fo tlf. 585988/588055 · fax 371814 postboks 80 · FO-800 Tvøroyri Barnaverndar- tænastan Barnaverndartænastan Leiðari: Susanne Madsen tlf.: 588044 Mail: susanne@tvoroyri.fo Sosialráðgevi: Mary Midjord tlf.: 585988 Mail: Mary@tvoroyri.fo Uttanfyri arbeiðstíð: Set teg í samband við barnaverndartænastuna á tlf.: 223996 Suðuroyar Barnaverndartænasta er nýstovnað tilboð til borgarar í oynni. Tað er sprottið úr teim núverandi barnaverndum og sett saman til eina høvuðsbarnaverndartænastu. Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa tað hjálp ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra. Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt. Tú kann venda tær til Barnaverndartænastuna um tú, barn títt ella familjan hava ringar umstøður og hava tørv á hjálp til at mýkja gerandisdagin. Tú kann eisini seta teg í samband við Barnaverndar- tænastuna um tú veit um familju ella barn ið tørva hjálp. Tú kann vera ónevndur um tú ynskir tað. Barnaverndartænastan húsast í Tvøroyrar komm- unu hjá býráðsskrivstovuni, og tú kann seta teg í samband við okkum um telefon, mail ella fax ella koma sjálv/ur. Barnaverndartænastan er opin frá kl 09.00 – 16.00. Telefontíð er frá kl. 9.00 – 12.00. Meir fæst at vita um barnaverndirnar kring landið á www.bvs.fo