hósdagur 4. mai 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 86 - 4. mai 2006
VÁRNÝTT
VÁRNÝTT
Adidas
hettutroyggja
menn
550,-
Adidas
lifestyle
700,-
Puma
Pele Brazil
750,-
Puma
Kart Cat
750,-
Russell
hettutroyggja
kvinnur
550,-
Adidas VM
Zip jakki
kvinnur
400,-
Hummel
polo blusa
menn
299,-
Puma
t-shirt
menn
280,-
Adidas
Zip jakki
menn
550,-
Glyvravegur • FO-625 Glyvrar • Tel. 44 73 99 • Fax 44 73 97
ÍTRÓTTUR · N. Finsensgøta 5 · Postsmoga 268 · 110 Tórshavn
Tel 35 53 00 · E-mail: sportthd@post.olivant.fo
ÍTRÓTTUR á GLYVRUM
Oljuleki hevur
kanska viðført, at
spreingingin í Sørvági
gjørdist sterkari enn
væntað. Arbeiðseft
irlitið hevur sett fyri
bils spreingiforboð á
økinum í Sørvági
SPREINGING
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Fríggjadagin varð sprongt
í Sørvági, og spreingingin
var somikið ógvislig, at grót
fleyg heilt oman til landing
armiðstøðina, sum tók stór
an skaða. Leygardagin var
aftur sprongt, og aftur hes
aferð var spreingingin ov
ógvislig. Hesaferð vóru tað
fýra bilar, sum stóðu fyri
skotum. Grót dat á bilarnar,
og onkur bilur fórst so illa,
at hann gjørdist vrak.
Málið liggur nú hjá Arbeiðs
eftirlitinum, sum hevur sett
fyribils spreingiforboð á
staðnum. Spreingimeistarnir
verða avhoyrdir, men tað er
eingin ákæra reist móti teim
um.
Ein oljugoymsla er tætt
við staðið, har spreingingin
fór fram. Ein gamal oljuleki
kann hava viðført, at olja
var á klettunum, har sprongt
var. Tað kann hava ført við
sær, at spreingingin gjørdist
ógvisligari enn ætlað.
Av arbeiðseftirlitinum
frætta vit, at málið verður
kannað í løtuni. Tey hava
spurt seg fyri hjá nøkrum
serfrøðingum í Norra, men
teir eru ósamdir á máli, um
oljulekin kann hava havt
nakra ávirkan. Tað kann ikki
avvísast, at oljulekin hevur
økt um spreingiorkuna. Um
oljudampur var har, so er tað
væl møguligt, at hann hev
ur gjørt spreingingina sterk
ari, tí at oljudampur er sera
eldfimur.
Um tað einans er væta,
sum liggur á klettunum, so
skuldi tað ikki havt nakra
ávirkan. Men vit kunnu ikki
avvísa tað kortini, siga tey
frá Arbeiðseftirlitinum.
Oljuleki orsøk til spreingiskaðar
Ein gamal oljuleki kann hava viðført, at olja var á klettunum, har sprongt var
Mynd: Eirikur Lindenskov