Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 4. mai 2006 5 – Vit hava gjørt eina politiska neyðsemju um Kringvarpið og har máttu vit lora á onkrum økjum fyri at fáa nakað á øðrum økjum, sigur Andreas Petersen Kringvarp Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit hava gjørt eina neyðsemju og har máttu vit lora á summum økjum fyri at fáa nakað á onkrum øðrum øki. Andreas Petersen, formaður í mentanarnevndini hjá Løgtinginum, staðfestir, at tann nýggja Kringvarpslógin er ein politisk neyðsemja. Í hesari neyðsemjuni missir Kringvarpið rættin til at senda handilslýsingar, men afturfyri fær tað loyvi at senda almennar útlendskar “Public Service” rásir, eitt nú DR og NRK. Allir teir stóru flokkarnar í Løgtinginum samdust um, at tey árini, skulu handilslýsingarnar í Kringvarpinum minka so líðandi til tær eru heilt burtur um fimm ár, tí hetta skal vera ein marknaður, sum tær privatu støðirnar skulu eiga burturav. – Tað hava vit gjørt fyri at tryggja, at Kringvarpið verður púra óheft av øllum handilsligum áhugamálum, tí tað kann hugsast, at Kringvarpið aftrar seg við at vera kritiskt ímóti eini fyritøku, sum lýsir nógv í sjónvarpinum. – Tað eru ongar almenn Kringvørp í londunum rundanum okkum, sum sleppa at senda handilslýsingina og tað halda vit heldur ikki, at okkara Kringvarp skal sleppa, leggur Andreas Petersen afturat. Men tað er eisini greitt, at Løgtingið hevur onga greiða ætlan fyri, hvussu handilslýsingarnar í Kringvarpinum skulu minkast niður so líðandi. – Nú mugu vit síggja, hvussu gongdin verður og hvussu lýsingarnar verða í øðrum rásum, so eigur lýsingamarknaðurin at verða fluttur yvir á privatu rásirnar. Men afturfyri at missa handilslýsingarnar, halda vit, at tað er rímiligt, at Sjónvarp Føroya so at senda útlendskar, almennar rásir. Er tað ikki at leggja seg út í kappingina við vinnur, sum longu eru á økinum? – Tað veit eg ikki. Men nú fáa tær privatu rásirnar einkarrætt til handilslýsingar. – Vit hava eisini eina langa siðvenju fyri at frætta tíðindi aðrastaðni frá, uttan at tað hevur oyðilagt okkum, hvørki mentanarliga ella málsliga. Vit eru eisini so smá, at tað er avmarkað, hvat vit sjálvi fáa framleitt av sendingum og tí er tað baraupplýsandi, at sleppa at síggja aðrar rásir eisini. Sendinetið avgerandi Kortini heldur Andreas Petersen, at tað, sum í veruleikanum verður avgerðandi, er, hvørja støðu Løgtingið tekur til sendinetið. – Tað er als ikki avgjørt enn. Skal Sjónvarp Føroya senda aðrar rásir, skal sendinetið byggjast út, men á tí økinum er ongin avgerð tikin enn. Í hesum sambandi er tað ein stórur spurningur um vit skulu hava eitt ella tvey digital sendinet. Sjálvur heldur Andreas Petersen, at tað virkar løgið at byggja tvey sendinet í hesum lítla landi, tí tað kostar pening at gera og at røkja. – Føroya Tele hevur eitt sendinet og tað er ein spurningur, hvussu rætt tað er at Kringvarpið eisini hevur eitt - samstundis sum Føroya Tela umsitur sendinetið, sum Kringvarpið hevur nú. – Sendinetið er ikki annað enn eitt veganet og vit hava ikki tvey veganet í Føroyum og tí er tað eisini ein spurningur um vit skulu hava eitt felags sendinet, sigur Andreas Petersen. Eitt, sum Televarpið fýlist á, er, at hvørki tað, ella Kappingarráðið og Fjarskiftiseftirlitið sluppu at siga sína hugsan um hetta. – Tað er tí, at hetta er ein politisk avgerðing burturav, allir partar loraðu á einum øki og fingu nakað aftur á einum øðrum øki, sigur Andreas Petersen. Sí eisini greinina “Ætla at brúka fleiri milliónir til onga nyttu” og greinina “Fyrimunurin er nógv størri enn vansin Fyrimunurin er nógv størri enn vansin Semjan um Kringvarpið er ein neyðsemja, har tað eru fleiri fyrimunir enn tað eru vansar, sigur Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins Kringvarp Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er einasti møguleiki hjá privatum áhugaðum at stovna eina sjónvarpsstøð. Tí tekur fólkaflokkurin undir við neyðsemjuni um nýggju Kring- varpslógina. Hann sigur, at fyrimunirnir við lógini eru nógv størri enn vansarnir. – Einasti møguleikin hjá privatum rásum er, at tær fáa einkarrætt til lýsingarnar. Men prísurin, sum vit máttu gjalda, var, at Kringvarpið eisini sleppur at senda almennar, útlendskar “public Service” støðir. – Tað er rætt, at tað fer at gera tað torførari at kappast, at Kringvarpið eisini sleppur at senda útlendskar rásir. – Men vit halda, at tað er ein nógv størri fongur, at tær privatu rásirnar fáa einkarrættin til lýsingarnar, tí tað er einasti møguleiki, sum er, fyri at seta privatar rásir á stovn. – Her eru fyrimunir og vansar, men fyrimunirnar eru nógv størri enn vansarnir, leggur hann. Spurningurin um sendinetið er ein annar spurningur og Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin sær eitt stórt virði í at hava eitt sendinet, sum eisini privatar rásir fáa atgongd til. Hvussu tað so skal sikpast, er ein annar spurningur. Sí eisini greinina “Ætla at brúka fleiri milliónir til onga nyttu” og greinina “Vit máttu gera eina neyðsemju”. Løgtingið brýtur almenna vinnupolitikkin, tá ið tað gevur Sjónvarpið Føroya loyvi til at senda útlendskar rásir. Men skal tað bera til, skal Løgtingið fyrst brúka fleiri milliónir til eitt nýtt sendinet, sjálvt um tað er púra óneyðugt, sigur stjórin í Televarpinum Kappingar- avlaging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað, sum løgtingið nú er í ferð við, er ógvuliga óheppið. Tað er ógvuliga óheppið, tí tað er brot á almenna vinnupolitikkin. Og tað er óheppið, tí tað fer at kosta skattgjaldaranum fleiri milliónir, sum saktans kundi verðið spardar. Laila Hentze er stjóri í Televarpinum og hon er ógvuliga ørkymlað av tí, sum fer fram á Føroya Løgtingið í hesum døgum. Løgtingið hevur júst samtykt eina nýggja lóg fyri Kringvarpið. Málið er samtykt einaferð og tað kemur til endaliga viðgerð í morgin. Tað, sum Løgtingið ætlar, er, at Staðfesta við lóg, at Kringvarp Føroya eisini kann senda útlendskar Public Service rásir. Her kann talan vera um DR, NRK, umframt almennu sjónvørpini í Íslandi, Svøríki og øðrum londum. Tað er onki at ivast í, at hetta fer at fáa stóra ávirkan á virksemið hjá Televarpinum, sum sendir fleiri av hesum rásum frammanundan. – Hetta er eitt ógvuliga stórt og prinsipielt inntriv í kringvarpsøkið í Føroyum, sigur Laila Hentze. Og tað ger Løgtingið, uttan so mikið sum at lata sakkunnleikan og tey, sum verða ávirkað av hesum, sleppa at siga sína hugsan. Hon sipar til, at hvørki Televarpið, Kappingarráðið ella Fjarskiftiseftirlitið er eftirspurd um hesi viðurskifti, áðrenn Løgtingið ger eitt so stórt inntriv. – Tað er ómetaliga løgið, sigur Laila Hentze. Brot á vinnupolitikkin Samstundis ivast stjórin í Televarpinum ikki í, at hetta er brot á almenna vinnupolitikkin, tí hetta er at sleppa einum almennum stovni at fara í beinleiðis kapping við vinnu, sum longu er á økinum. – Og tað er óhoyrt at lata ein almennan stovn fara í beinleiðis kapping við vinnu, sum longu er á økinum. Laila Hentze heldur nevniliga, at hetta er kappingaravlagandi so tað munar. Sostatt kann hetta fáa víttfevndar avleiðingar. Og sum frálíður kann hetta at máa grundarlagið undan Televarpinum, tí DR og aðrar public service rásir, hava so stóran týdning fyri handilsliga virksemið hjá Televarpinum. – Tað er heldur onga aðrastaðni um okkara leiðir, at almenn sjónvørp slepp at senda útlendskar rásir í kapping við vinnu, sum longu er á økinum. – Tað hevði verið heilt óhugsandi, at DR, eisini fór at senda NRK, leggur hon afturat. Men nú verður tað ført fram, at Televarpið er ikki í privatari vinnu, tí tað er eitt dóttirfelag hjá Føroya Tele, sum er eitt alment partafelag? – Televarpið er eitt partafelag, sum er sett á stovn at virka á vinnuligum grundarlagi. Tað er líka mikið, hvaðani peningurin kemur, tí Føroya Tele hevur gjørt eina íløgu, sum tað krevur, at fáa vinning av, sigur Laila Hentze. – Samstundis er Televarpið eitt tekniskt frambrot, sum eisini hevur vakt stóran áhuga uttanlands, leggur hon afturat. Brúka milliónir óneyðugt Hon heldur eisini, at tað er heilt burturvið at siga, at vissi Sjónvarpið sleppur at senda DR, NRK og aðrar støðir, so er tað ókeypis. – Tað er als ikki ókeypis, tí so skal eitt nýtt, digitalt sendinet gerast og tað kostar milliónir. Tað skal eisini haldast viðlíka og tað er heldur ikki ókeypis. – Og tað er bara skattaborgarin, sum kann betala tað, so ókeypis er tað als ikki. – Hinvegin hevur Televarpið longu eitt digitalt sendinet og sum støðan er nú, sendir Televarpið eisini Sjónvarp Føroya. Og ístaðin fyri at byggja eitt sendinet afturat, er tað væl bíligari at lata Televarpið eisini senda Sjónvarp Føroya. Laila Hentze heldur, at tað er heilt óhoyrt at hava fleiri digital sendinet í Føroyum. – Tað hava ongi onnur lond og tað er uppaftur meiri burturvið í einum lítlum landi sum okkara, leggur hon afturat. Kortini staðfestir Laila Hentze, at Televarpið fer at halda fast um sínar útbyggingarætlanir og tær eru at í ár og næsta ár verður Televarpið víðka til eisini at umfata Vágar og Suðuroy. Men um allar bygdirnar í økinum fara at síggja, er óvist, tí tað velst um, hvussu tær liggja fyri í samabandi við signalið. Sí eisini greinina: “Vit mátti gera eina neyðsemju” og greinina “Fyrimunurin er nógv størri enn vansin. – Tað, sum er heilt avgerðandi, er, hvørja niðurstøðu Løgtingið kemur til í spurninginum um sendinetið og tað er als ikki avgjørt enn, sigur Andreas Petersen Stjórin í Televarpinum, Laila Hentze, var í Løgtinginum í gjár, har hon fylgdi við orðaskiftinum og hon heldur, at tað er eitt ógvuliga prinsipielt og óheppið inntriv, sum Løgtingið nú hevur gjørt: Ætla at brúka fleiri milliónir til onga nyttu Vit mátti gera eina neyðsemju