hósdagur 4. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 86 - 4. mai 2006
Sigla sum
ongantíð
áður
Vøksturin á ferða
fólkatalinum við
strandafaraskip
unum er ovurhonds
stórur hesa vikuna
Strandferðslan
Jákup Mørk
Tað kemur eftir øllum at
døma væl við hjá fólki, at
tað hesa vikuna er ókeypis
at sigla við skipunum hjá
Strandferðsluni.
Í tíðindaskrivi verður
sagt, at eitt nú hevur ferða
fólkatalið mána-, týs- og
mikudagin verið 2.800 mót
vegis 1.400 sama tíðarskeið
í fjør. Á Teistanum er talið
2.000 mótvegis 1.350 somu
dagar í fjør.
Enn er ikki greitt við
neyvum tølum, hvussu
stórur vøksturin í bilaflutn
inginum hevur verið.
Seinastu tríggjar dagarnar
hevur Teistin flutt 2.000
ferðafólk
Almennur
fyrilestur
á Setrinum
Almennur fyri
lestur um Dátu
grevstur í lívfrøði
dátum verður hós
dagin 4. mai kl. 15 í
Ovastovu í Nóatúni
fyrilestur
tíðindaskriv
Tað er Paul Fischer, lekt
ari á Danmarks Tekniske
Universiteti, sum fer at
greiða frá hvussu dátu
grevstur kann brúkast til
at kanna munir og skyld
skap millum ymisk sløg
av soppum. Viðgerðin
byggir á serligar spektr
umsmátingar.
Í fyrilestrinum verður
víst á ein hóskandi dátu
bygnað og algoritmur til
at gera slíkar kanningar.
Eisini verður víst á, at tílíkar
metodur kunnu brúkast til
onnur sløg av dátum.
Dátugrevstur, ið er ein
vísindagrein í støðugari
menning, fevnir um ástøði,
háttaløg og amboð við tí
í hyggju at lýsa møgulig
mynstur, broytingar, sam
bond og frávik í stórum
dátumongdum.
Frá mánadegnum vera
atgongumerkjir til konsertina
við Rebecca St. James at
fáa á Shell-støðunum kring
landið og í Vár.
Rebecca St. James fer
at hava konsert í Kelduni
í
Skálafirði
31.
mai
klokkan 20.00. Týska
sangarinnan Sarah Brendel
fer at hita pallin, og Sarah
fer fylgjandi dagarnar at
hava ókeypis konsertir í
Christianskirkjuni, Berøa,
har SALT luttekur saman við
Sarah, og í Havnar kirkju.
Eftir at nýggjasta fløgan
við Rebecca St. James hevur
verið útseld, fæst hon nú
aftur frá fyrireikarunum,
sum eisini hava tilboð við
fløgum og atgongumerkjum
á
heimasíðuni
www.
gjamma.fo HYPERLINK
„http://www.gjamma.fo/“
http://www.gjamma.fo/
Fløgurnar fáast eisini til
keyps har atgongumerkini
vera seld.
Rebecca St. James er júst
nú á heimsrundferð og er
júst komin heim til USA
eftir fleiri stórar konsertir í
Australia. Tá hon kemur til
Føroya í mai hevur hon við
sær eitt fylgi við 18 fólkum
- tónleikarar, sangarar og
teknikkarar - sum skulu
syrgja fyri, at føroyingar fáa
eitt upplivilsi fyri lívið.
Jamm,
Sámal og
Ronnie og
barrflugur
í Glitnir
Hóskvøldið verður Jamm
kvøld í Glitnri, hústruba
dururin Andreas Arge
leggur fyri og hitar eitt
sindur upp, síðan er
einhvørjum frítt at royna
síni “jamm evnið”. Fríggja
kvøldið fer Føroya besti
tvímansbólkur Sámal og
Ronnie á pallin.
Leygarkvøldið spælir
Jógvan´sa barrfluguband,
tað er Jógvan Nolsøe, sum
er oddamaður í bólkinum,
afturat sær hevur hann
Áka Hermanssen og Jón
McBirnie.
nud
Neil Joensen og Eyðun
Ásason spæla hóskvøldið,
fríggjakvøldið og leygar
kvøldið í Manhattan. Teir
báðir hava seinastu tíð
ina spælt nógv saman,
og eru ein av festligastu
tveymannsbólkunum
í
landinum. Eyðun byrjaði
sína yrkisleið sum ein av
best umtóktu barrsangarum
í Føroyum í Manhattan, so
hetta vikuskiftið kemur hann
heim.
Eyðun hevur fortíð í MC-
Hár, har hann eitt tíðarskeið
var sangari. Hann er føddur
inn í eina familju av góðum
sangarum, systirin er eingin
minnið enn navnframa
Guðrun Sólja Jakobsen. Við
sær hevur Eyðun, Neil sum
tey flestu munnu minnast,
sum gittarleikara hjá Guðrun
á AME.
nud
Rokkur úr Sveis verður
á Skránni á ársins G!
Festivali, tá Sundiver
enn einaferð leita sær
til Føroyar at spæla sín
sjálvstøðuga rokk
Festival Summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sveisiski bólkurin Sundiver,
ið vitjaði Føroyar í oktober
í fjør verður eitt av nøvnum
á G!. Bólkurin spældi tá 3
væleydnaðar konsertir í
Losjuni við Gøtugjógv, REX
og í Kambsdali.
Sundiver hevði tá júst givið
sína fyrstu fløgu út á føroyska
útgávufelagnum
TUTL,
og ferðin til Føroyar var í
sambandi við útgávuna.
Hitta í Sveis
Stakfløgan “Jonas” av fløg
uni hevur klára seg væl í
Sveis, og hevur ligið á hit
listanum hjá Radio 3Fach.
Tónleikurin er sjálvstøðugur
rokkur, siga teir, og leggja
dent á, at teir fevna nokkso
breitt, frá friðaligum rokki til
harðan rokk. Bólkurin varð
stovnaður í 2002, og limirnir
hava síðan tá spælt nógvar
konsertir kring Sveits, m.a.
saman við Høgna Lisberg og
Makrel.
Talan er um royndar tón
leikarar, ið allir hava verið
virknir á tónleikapallinum í
10 ár, og í hesum bólkinum
samansjóa teir allar royndirnar
til sín heilt egna stíl og tónleik.
Remo, ið spælir slagverk í
Sundiver, sigur, at bólkurin
spælir eitt sindur flótandi
rokktónleik, við eitt sindur
av íblástri frá The Cure, men
tó nógv meira rokkkent.
Limirnir í bólkinum siga, at
teirra ferð til Føroyar gjørdi
teir munandi kendari í Sveis,
og úrslitið vóru fleiri og størri
konsertir fyri bólkin.
Føroyar/Sveis
sambandið
Tilknýtið hjá Sundiver til
Føroyar er komið í lag í
gjøgnum samstarvið Faroe-
Switzerland connection, ið
er samstarv millum útgávu
felagið TUTL og nakrar eld
sálir í Sveis, sum Kristian
Blak kallar tey. Kristian sigur,
Felix vandenBerg, ið er primus
motor fyri samstarvinum,
hevur gjørt eitt megnar
arbeiði við at fáa føroyskan
tónleik fram í Sveits. Higartil
hava Høgni Lisberg, Makrel
og Yggdrasil spælt í Sveits,
og serliga Høgni Lisberg er
vorðin eitt kent navn í ávísum
pørtum av Sveits.
Yggdrasil hevur í tveimum
førum og í tveimum útgávum
vitja Sveits, einaferð við
Kára Sverrisyni sum sangara
og einaferð við Eivør Pálls
dóttir, hesar ferðir eydnaðust
sera væl.
Eyðun og Neil í Manhattan
Atgongumerkini í handlunum
Rebecca St. James í Føroyum
Sveisisku Sundiver koma til Føroyar at spæla rokk
Sundiver á G!