hósdagur 4. mai 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 4. mai 2006
7
Tað verður ein
endaleys røð av
kendum sangum á
skránni, tá ið Eyðun
& Terji spæla til dans
í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði
leygarkvøldið
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tveir av bestu popp-
sangarunum í Føroyum
fara leygarkvøldið at spæla
til dans í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði.
Eyðun Nolsøe og Terji
Rasmussen hava skrivað,
sungið og spælt eina langa
røð av hittum í føroyskum
tónleiki, og allar hesar sangir
taka teir við sær á pallin í
Fuglafirði leygarkvøldið.
Hetta er fyrstu ferð síðani
august mánað í fjør, at Eyðun
& Terji spæla saman alment.
Tá spældu teir á Summar
Festivalinum í Klaksvík,
og framførslan eydnaðist
framúr væl.
Og tað er kanska ikki so
løgið hóast alt, at Eyðun
og Terji eru førir fyri at fáa
fólk við sær, sum teir vanliga
gera.
Báðir hava spælt live í
nógv ár, teir hava spælt við
nøkrum av best umtóktu
bólkum í landinum, og so
hava teir eina ørgrynnu av
kendum sangum at taka
av. Hvør kennir ikki sangir
sum Eros, Dansa, Nummar,
Flýggi til tónleikin, 80’ini
og aðrar. Hetta er nakað
av tí besta í føroyska
poppsangskattinum,
og
Eyðun og Terji hava verið
við til at spæla og skriva
hesar sangir.
Eitt rimmar tiltak
Leygarkvøldið fara teir
at tríva í allar sínar kendu
sangir, sum teir hava spælt
saman við Føstufressum,
Moirae, Frændum, og sum
teir hava spælt í felag á fløgu
og konsertum.
Eyðun og Terji vóru
fyri nøkrum árum síðani
rættiliga virknir í einum
samstarvi, sum eisini hevði
við sær eina fløguútgávu við
nýggjum sangum.
Seinnu árini hevur hetta
samstarv ikki verið so stórt,
sum tað onkuntíð var, men
teir spæla av og á saman.
Og leygarkvøldið verður
ein møguleiki at hoyra teir
aftur.
Bólkurin hjá teimum er
mannaður soleiðis: Leivur
Thomsen (gittar), Rógvi á
Rógvu (trummur); Arnold
Ludvig (bass) og Magnus
Johannesen (ljómborð).
Og
samantvinnar
tú
nakrar
av
bestu
tónleikarunum í landinum
við teir báðar tiltiknu
poppkomponistarnarar og
sangararnar, so fært tú eitt
rimmar tónleikaupplivilsi.
Bussar koyra í sambandi
við tiltakið leygarkvøldið, og
sum nakað nýtt koyra bussar
eisini úr Klaksvík, so nú hava
klaksvíkingar møguleikan
at verða við. Bussar koyra
eisini úr Eysturoynni, Havn
og Vágum.
Talan verður um
bæði nýtt og gamalt,
tá Føroyaprent
fríggjadagin
heldur móttøku.
Ein móttøka, sum
sambært stjóranum
hevur fleiri endamál
Móttøka
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Framsýning av fyrstu
bókunum, sum vórðu
prentaðar í Føroyum.
Framsýning av nýggjum
bókum. Prent av litplakatum,
sum verða lætnar teimum
vitjandi, ið eisini kunnu
fáa tvey yrkingarsøvn við
á vegnum. Og so sjálvandi
eisini livandi tónleikur,
har ein av fólkakærastu
sangarum okkara fer at
framføra yrkingar hjá einum
av fólkakærastu yrkjarum
okkara.
Jú, har verður gjørt nógv
burturúr, nú Føroyaprent
fríggjadagin skipar fyri
móttøkku. Ein móttøka,
sum kanska fyrst og
fremst skal markera,
at samanleggingin av
Hestprent og bókaprentinum
hjá Dimmalætting nú er
líka sum komin á mál. Men
samstundis ein móttøka,
sum eisini markerar so nógv
annað.
Frambrot og
sjónliggerð
Jon Hestoy, sum var
einsamallur eigari av
Hestprent, og sum nú er stjóri
á Føroyaprent, sigur, at tað
hjá teimum eru fleiri góðar
orsøkir til hesa móttøkuna.
– Eitt tað týdningarmesta
hjá okkum at sýna fram
á móttøkuni, er nýggja
UV-lakkmaskinan, sum
vit hava gjørt íløgu í.
Fyri
uttanfyristandandi
ljóðar hetta kanska ikki
av so nógvum, men fyri
prentmøguleikar her í
Føroyum er hetta mest
sum ein kollvelting. Hetta
ger, at vit kunnu prenta
eins glitrandi pappír, sum
tú sært á mongu útlendsku
magasinunum, sum tú fært
ymsastaðni. Tað er nakað,
sum ongantíð áður er gjørt
í Føroyum, og tí gevur
hetta okkum heilt aðrar
møguleikar at fara eftir
arbeiðum, sum áður hava
verið send til Danmarkar at
gera.
– Men hartil, so markerar
móttøkan eisini so nógv
annað. Síðani vit í 2004
løgdu saman, hava bæði
vit og kundar okkara liva í
einum ævigum byggiróti.
Nú eru hølini her við
Hoyvíksvegin mest sum
komin heilt upp á pláss, og
í aðrar mátar er virkið liðugt
umskipað, og hetta er nakað,
sum vit fegin vilja vísa bæði
kundum og øðrum. Ofta vita
hesi heldur ikki, hvat tað er
fyri ein fyritøka, sum tey
hava við at gera. Vit eru
errin av, at vit hava eina
somikið góða prentsmiðju,
sum vit hava, og ofta verða
viðskiftafólkini bilsin, tá tey
síggja, hvussu stórt virkið í
veruleikanum er.
Vilja síggjast aftur
Júst hetta við sjónliggerðini
er eisini nakað, sum kanska
hevur verið ein trupulleiki
hjá Føroyaprent. Og hetta er
eisini ein av orsøkunum til,
at somikið nógv verður gjørt
burturúr móttøkuni.
– Samanleggingin og
konsernviðurskiftini við
Dimmalætting hava kanska
viðført, at fólk onkra tíð hava
ivast, hvat fyritøka okkara
í veruleikanum er. Eru vit
partur av Dimmalætting
ella Prentmiðstøðini, ella
gera vit kanska avísir, og
hvat er sambandið við
Sosialin? Hetta ger tað eitt
sindur trupult hjá okkum at
positionera okkum mótvegis
marknaðinum, og eisini
tað er nakað, sum vit vilja
broyta.
– Og tað er heldur ikki
av tilvild, at móttøkan er
sett soleiðis saman, sum
hon er. Við teimum báðum
framsýningunum sýna
vit, at virkið hevur djúpar
røtur aftureftir, samstundis
sum vit eru ein nýmótans
prentsmiðja. Styrki okkara
hevur serliga verið bókaprent
og 4-farvu litprent, og tí
nýta vit eisini høvi at gera
plakatina og at endurprenta
yrkingar hjá Tummas
Napoleon
Djurhuus.
Tongla-Tummas, sum hann
eisini varð nevndur, hevur
altíð verið ein av mínum
persónligu favorittum, og við
teimum báðum bókunum,
sum verða prentaðar, fáa vit
tvær púrasta ymiskar síður
av honum. Og við Hanus
Johansen sleppa gestirnir
eisini at uppliva framførslu
av nøkrum av tí, sum er at
finna í bókini.
Móttøkan hjá Føroyaprent
verður 5. mai klokkan 15.
Eyðun og Terji aftur á pallin
Eyðun & Terji fara leygarkvøldið at spæla til dans í Fuglafirði
Ein móttøka, sum vil nakað
Jon Hestoy og starvsfólk hansara á Føroyaprent hava úr at gera,
nú seinastu fyrireikingarnar til móttøkuna skulu fáast upp á
pláss
Mynd: Jens Kristian Vang
Yvirskot eftir
einum ári
Tað var ein hampuliga
errin stjóri, sum fyri
stuttum legði fram
ársroknskapin fyri 2005
hjá Føroyaprent.
Hóast yvirskotið á
167 tkr. kann tykjast
heldur lítillátið fyri eitt
virki av hesari stødd, so
er hetta eitt úrslit, sum
leiðslan metir sum sera
nøktandi.
– Vit hava jú framt
stórar broytingar, síðani
Hesprent og bókaprentið
hjá Dimmalætting varð
lagt saman. Bæði tá tosað
verður um framleiðslu,
starvsfólk, tólbúnað og
hølisumstøður. Og tí var
væntandi, at tað kundi
taka nakað av tíð at fáa
raksturin aftur á beint.
Men tað hava vit so
fingið longu næsta árið,
og tað eru vit framúr
væl nøgd við, sigur Jon
Hestoy, stjóri.
Fíggjarstøðan
hjá
felagnum javnvigaði
tann 1. januar við
21.494 tkr. Eginognin
var tað7.108 tkr.
-mørk