Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 86 - 4. mai 2006 Streymurin er av­tak­ andi og veður­lík­ indini eru góð. Nógvir av útróðrarbátunum í Klaksvík vóru tí úti týsdagin Egning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Stengurnar, Klaksvík: Tað er langt millum út­ róðr­­ar­bátarnar henda týs­ morgunin. Eftir eitt vikuskiftið við liggjandi góðveðri og upplating av Norðoya­tunl­ inum var tíðin komin at leggja til brots aftur. Streymurin er avtakandi, eftir at hava verið hægstur um vikuskiftið. Nú hava teir lagt frá landi aftur, sam­stundis sum líkindini eru góð. Í fleiri av egningar­skúr­ un­um er einki lív henda týs­morgunin, tí bátarnir eru ikki afturkomnir enn. Eingin bilur sæst nakrastaðni, og tí er spurningurin um nakar egnari man vera at hitta. Jú, mín sann. Í einum teirra er ljós og lív. Her eru tveir mans til arbeiðis í skúrinum hjá útróðrarbátinum Reyns­ múla. Teir gera klárt til næsta umfarið í egningini. Skjótt at skera Henda týsdagin eru teir tveir­einir í skúrinum – Hans Elias og makkari hansara. Teir skera agn. Á borðinum liggur nakað av høgguslokki og inni í frysti­goymsluni liggja fleiri pakkar av hinum slagnum av agni – tí sonevnda saury. Hetta eru tey bæði sløgini, sum útróðrarmenn kenna, og sum í løtuni verða nógv nýtt í egningini. Fyrr var agnið skorið við hond og knívi, men í dag hev­ ur tøknin at kalla tikið yvir. Á borðinum stendur ein einføld maskina: Her verður høgguslokkurin lagdur í, og brotpartin av einum sekundi seinni, er hann sundurskorin til agnbitar. Hesir verða savn­aðir saman í eini kurv á gólvinum. Vóru egnarar til arbeiðis henda dagin høvdu teir skjótt kunna fylt agnið á borð­ini, soleiðis at menn fingu arbeitt tað, teir skulu. 65 stampar Sum nevnt er eingin egnari inni í skúrinum hesa løtuna. Teir koma seinni. Línubáturin Reynsmúli fór aftur til útróðrar um mid­ náttarleitið mánakvøldið. Við sær høvdu teir 65 stamp­ ar. – Vit vænta at teir koma aftur einaferð í kvøld - týs­ kvøldið, søgdu teir báðir í skúrinum. Tí varð roknað við, at ar­beiði fór at verða aftur til egnararnar dagin eftir – tað er: mikumorgunin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí streymurin er fram­vegis góður. Eingin egning í dag Tað er skjótt at skera agn, tá útgerðin er til tess. Seinasta túrin fór Reynsmúli avstað við 65 stampum Fleiri kommunur kring landið hava merkt til trupulleikan at bilar koyra alt ov skjótt eftir lands­ vegunum gjøgnum bygdirnar. Skelti eru sett upp sum greitt siga frá mest loyvdu ferðini. nú er tað so upp til tann einstaka bil­ føraran at fylgja hes­ um ásetingum Ferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Gøta: – Hetta er eitt gott stað til eina slíka loysn! Orðini eigur Uni Vestureið, løgregluovasti. Staðið er við barnaskúlan í Gøtugjógv. Og loysnin eru tey nýggju ferðtálmandi skeltini. Í farnu viku varð nýggja herferðin við at minka um ferðina sett í verk á fýra støðum kring landið – Sandavági, Skipanesi, Søldarfirði og her við Gøtugjógv. Hetta skuldi sjálvandi mark­erast, og tað varð gjørt við einum kunnandi fundi í skúlanum við Gøtugjógv. Her vóru umboð fyri Lands­ verk, løgregluna, komm­un­ ur­nar, skúlarnar og onnur boðin við. Á samkomuni greiddi Uni Vestureið frá, at ein hevði valt júst hetta staðið við Gøtugjógv av teirri or­søk at ein her hevði ein trupulleika. Roynt hevur verið at tálma ferðsluni, men hetta hevur ikki verið nøktandi. Tað vónar ein hinvegin við hesum nýggju elektronisku skeltunum. Tálma ferðsluna Hesi nýggju skeltini virka á tann hátt, at tey siga frá mest loyvdu ferðini – 30 km/t – í tíðarskeiðum tá børnini fara í og úr skúla. Hetta skal fáa bilførarar at hugsa seg um og minka ferðina niður til tað loyvda. Og soleiðis verður vónað, at skúlavegurin kann gerast tryggur hjá børnunum. Hetta er kortini ikki einasta skelti av slíkum slagi. Eitt líknandi elektroniskt skelti sum hetta stendur eisini við skúlan í Søldarfirði. Umframt hetta eru ferðgáar settir upp á øðrum støðum, eins og greið skelti sum vísa mest loyvdu ferðina. Gevur úrslit Henda nýggja átakið hevur verið í umbúna eina tíð, og er nú umsíðir sett í verk. Hugskotið til hetta er kortini ikki tikið úr leysari luft. Ein hevur nevniliga roynd­ir við slíkum í granna­ londum okkara. Í danska býnum Brovst varð eitt líknandi átak sett í verk, og tá eftirmetingin varð gjørd, var úrslitið púra greitt: 88 % av foreldrunum hildu, at nú var skúlavegurin vorðin munandi tryggari hjá børnum teirra. Men – vísti Uni á – hetta tek­ur kortini ikki ábyrgdina frá bilførarunum. Hetta átak­ ið ger ferðsluna tryggari, gamaní. Men avbjóðingin er nú at fáa bilførarar sjálvar at skilja og at halda seg til ásetingarnar í ferðslulógini – og herundir eisini mest loyvdu ferðina. Ætlanin er haraftrat at ferðsluløgreglan verður nógv meiri at síggja á føroysku vegunum nú og framyvir. – Hjálpir tað ikki, so fer løgreglan at heilsa uppá viðkomandi, legði Uni aftrat. Gøtubørn sleppa trygt í skúla Børnini í 5. flokki við skúlan við gøtugjógv hava nú fingið tryggari skúlaveg. Støðan er hon, at bygdirnar liggja niðanfyri landsvegin gjøgnum allar bygdirnar og skúlin omanfyri. Tí noyðast tey, sum eru til gongu at fara tvørtur um vegin her við skúlan. Tað er ikki altíð eins tespiligt, tí nógv tunga ferðsla fer eftir hesum vegastrekkinum Mynd: Jens Kr. Vang Hetta eru ferðtálmandi tiltøkini, sum nú eru sett í verk: Við Gøtugjógv eru talvur settar upp áðrenn bygda­ skeltini, ið vísa at ferðin verður sett niður stigvíst frá 80 km/t til 60 km/t. Ferðgáar eru settir upp við bygdaskeltini í Sandavági og á Skipanesi. Við skúlan við Gøtugjógv og í Søldarfirði eru uppsett elektronisk broytilig skeltir, ið vísa 30 km/t í tí tíðarskeiði, tá ið børnini ferðast millum skúlan og heimið FAKTA