Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 4. mai 2006 9 – Okkara ynski er at arbeiða fyri einum livandi og savnandi felagsskapi, sum hevur umsorgan fyri tí einstaka, bæði til likams og sálar, segði Bergur D. Joensen í formansfrágreiðing síni á ársmøtinum hjá Heimamissiónini farna vikuskiftið. Hetta skal gerast við at fáa smábarnafamiljur, ung og eldri at trívast væl saman, bæði tá talan er um landsarbeiðið og tað staðbundna arbeiðið. Ársmøti Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Nesvík: – Ein livandi og savn­andi felagsskapur er neyðugur fyri lív og vøkstur. – Hetta er ikki minst neyð­ugt, um vit skulu halda okkum til endamál okkara, sum er at vekja upp trúarlívið og at menna felagsskap teirra trúgvandi, segði formaðurin í røðu síni. Hetta hendi fyrrapartin leygardagin, tá Heima­missi­ ónsfólk úr øllum landinum vóru samankomin til árs­ møtið í Nesvík. Ársmøtið varð hildið undir heitinum “Møt menniskjum har tey eru”, og lá hetta sum grundarlag undir tí mesta, sum fór fram hetta vikuskiftið. Umframt frágreiðingina hjá formanninum varð fíggj­ ar­støðan hjá rørsluni eisini lýst og umrødd. Sum víst aðrastaðni í síðuni er fólkið í Heimamissiónini glað at geva til arbeiðið. Annars arbeiðir Heima­ missi­ónin við at orða visj­ ón­ir sínar fyri framtíðina. Hetta arbeiðið byrjaði á eini stevnu á Toftum í fjør heyst fyri 150 leiðarar í missi­ónsarbeiðinum tóku lut. Nú varð tikið í aftur hesar orðingar, har ein part­ ur var um tann savnandi felagsskapin. Vinir og familja Í ársfrágreiðing sínari vísti Bergur m.a. til tvær kann­ ingar um týdningin av einum andaligum felagsskapi. Fyrra kanningin var gjørd millum ungfólk á eini ráðstevnu í Norður­landa­ húsinum í fjør. Her varð stað­fest, at tey ungu seta fam­ilj­una og vinirnar fremst í lívinum. – Trúgv hevur teirra áhuga, men ikki politikkur, segði Bergur. Hin kanningin varð gjørd millum danskan ungdóm í aldrinum 18-35 ár. Hon vísti, at tey søkja veruliga ein andaligan felagsskap. – Hetta hendir fyrst og fremst vegna vinir og kenn­ingar, men ikki vegna prædikur og talur, vísti hann á. Her er talan um nærum helmingin av teimum ungu. Hinvegin vísti kanningin, at 10 % kom í felagsskapin vegna tað arbeiðið sum kirkjur og samkomur gera. Bergur vísti á, at hetta vísir týðiliga og greitt, at sambandið við onnur hevur alt at siga fyri tað andaliga arbeiðið. – Hetta sigur ikki, at vit skulu leggja boðanina á hill­ ina, tí um menniskju møta upp vegna vinir og kenn­ ingar verða tey bara rokkin við boðanini, sum tey har hoyra. Tey lokalu Út frá hesum veruleika vísti Bergur á, at tað eru tvey øki sum Heimamissiónin ser­ liga eigur at leggja dent á í framtíðini – familjuna og einleikan í rørsluni. – Vit vilja styrkja kjarnu­ fam­iljuna, og vit vilja styrkja sambandið millum landsarbeiðið og tey stað­ bundnu arbeiðini, segði hann. At styrkja sambandið mill­um landsarbeiðið og tað staðbundna arbeiðið er ikki løtuverk, og her átti hvør einstakur limur at geva sítt íkast til hetta. Her er - sum hann tók til – neyðugt at gamlar og nýggjar ósemjur mugu greiðast. Neyðugt er at læra seg at siga frá og taka mál upp sum skjótast, tá ið ósemja er! – Tá ið okkara boðan skal vera at vit ynskja at verða sátt við Gud, so latum okk­ um ganga undan og liva samsvarandi hesum. – Her má hvør rannsaka seg og kanna eftir um gam­alt og illa luktandi og nógv niðurbrótandi agg og beiskleiki eru at finna nakrastaðni í lívi okkara, segði formaðurin. Hann vísti á, at okkurt heilt aftur frá 70-árunum hev­­ur fingið loyvi at seta seg fast. Men kom at enda við eini áheitan til hetta evnið: – Einki kann bróta niður og styggja fólk frá okkum í tí staðbundna felagsskapinum og landsfelagsskapinum sum stríð millum trúarsystkin. – Tí siga vit: Fyrigeving og næstrakærleiki skal eyð­ kenna systkinaflokkin, segði Bergur D. Joensen. – Neyðugt við einum livandi felagsskapi Samverkamenn: Eftir væleydnaðu lista­fram­ sýn­ingina á páskum fer felagsskapurin Sam­ verka­menn nú at geva fólki møguleika at ætt­ leiða ein næming á læru­ sveinaskúlanum í Pakistan. Felagsskapurin arbeiðir við at fáa á føtur ein slíkan bíbliuskúla í Pakistan. Til slíkt krevst sjálvandi peningur, og tí varð henda framsýningin fingin á føtur í páskavikuni. Við á framsýningini vóru 36 ymiskir mánlingar, sum fleiri føroysk listarfólk høvdu latið til endamálið. Omanfyri 400 fólk vitjaðu á framsýningini, sum varð hildin í Smiðjuni í Lítluvík. – Úrslitið av framsýn­ ingini var betri enn vænt­ að, tí nærum øll listar­ verkini vórðu seld, upp­ lýsir Janus Gunnarsson frá felagsskapinum fyri Sosialinum. Ætlanin er nú at enn fleiri føroyingar fáa møguleikan at verða við í verkætlanini. Einaferð kom­andi ár er ætlanin at seta enn eina ætlan í verk, har einstaklingar ella bólkar kunnu ættleiða ein av næmingunum á lærusveinaskúlanum. Komandi ár er eisini ætlanin at gera eina ferð yvir til Pakistan. sb. Oasan, Hoyvík: Í hesum døgum hevur samkoman fingið vitjan av fólki úr Vejen Bibelskole, sum liggur í Bergen. Eitt ferðalag uppá sløk 10 fólk í aldrinum 18 til 21 ár fer hesar dagarnar og nakað inn í næstu viku at luttaka við tey vanligu tiltøkuni í hesi fríkirkjuni. Men tey fara kortini ikki bert at sita innanveggja í Hoyvík. Tey koma at virka í og út frá samkomuni í Hoyvík. Men ætlanin er, at tey skulu fara í aðrar samkomur, og eisini út at møta fólki, tvey og tvey saman, har tey kunnu biðja fyri teimum, sum ynskja tað. Kallið hjá hesum bíbliu­ skúlanum er at hjálpa øllum kristnum menniskjum inn í teirra kall og tænastu fyri at styrkja ta lokalu sam­ komuna. Hetta er so eisini enda­ málið við Føroyaferðini, sum endar hósdagin í næstu viku. sb. Forvitnislig vitjan úr Noregi Ættleið ein næming í Pakistan Nesvík: Á ársmøtinum hjá Heimamissiónini um vikuskiftið boðaði for­maðurin, Bergur D. Joensen frá, at hann fer úr hesum starvi 1. juli í ár. Enn er ikki avgjørt, hvør kemur í hansara stað. Í formansfrágreiðing síni um arbeiðið í hesi rørsluni takkaði Bergur fyri mong góð ár í Heima­missiónini. Hann byrjaði fyri mong­um árum síðani sum ungdómsráðgevi, og hevur tey seinastu ár­ini verið formaður, nú hann leggur frá sær sum slíkur og samstundis fer úr høvuðsstýrinum. – Eg havi her fingið møguleika at royna meg á nógvum ymiskum økjum, og havi staðið í nógvum avbjóðandi uppgávum. Hetta hevur verið ein spennandi tíð, men sum eisini hevur verið strævin. – Men lat meg so bein­ anvegin leggja dent á, at eg fari ikki úr høv­uðsstýrinum vegna nakra ósemju, segði Bergur fyri teirri helst bilsnu mannfjøldini. Samstundis boðaði hann frá, at hann ætlar at biðja um orlov frá prestaembæti sínum við Vesturkirkjuna í Havn í eitt ár, frá 1. juli 2007 at rokna. Eftir framløguna av hesi sein­astu frágreiðing síni nýttu mong fólk høvið til at takka Bergi fyri tann týdn­ing hansara arbeiði og uppmuntrandi sinnalag hava havt fyri kirkju og missi­ ónsarbeiðið í mong ár. Skal hava nýggjan formann Tey syngja av lívsins kraft hesi ungu fólkini, sum eru ein partur av andaliga felagsskapinum í Heimamissiónini Mynd: Alvin E. Andersen