hósdagur 4. mai 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 86 - 4. mai 2006
Í gjár samtykti løgtingið við aðru viðgerð kringvarps
lógina. Hóast talan er um eina tiltrongda lóg, sum
vit hava bíðað eftir leingi - eisini í spenningi, so var
tað kortini harmuligt at staðfesta, at mentanarnevnd
løgtingsins hevur broytt upprunauppskotið soleiðis,
at Kringvarp Føroya beinleiðis kann fara í kapping
við privatar miðlar - á ójøvnum føti! Hetta kann
Kringvarp Føroya, tí løgtingið hevur samtykt, at
stovnurin skal sleppa at senda útlendskar public
service rásir, sum t. d. DR1, DR2, Nrk o. s. fr.
Hetta er ein rættuliga prinsippiellur spurningur fyri
føroysku fjølmiðlarnar, sum virka reint kommersielt
- uttan nakran form fyri almennan stuðul. Hetta stig
løgtingsins er beinleiðis kappingaravlagandi - og er
rættuliga týðuliga gjørt í óðum verki, uttan at t. d.
Televarpið, sum beinleiðis verður rakt av hesum,
er eftirspurt. Spurningurin varð eisini reistur undir
tingviðgerðini, um Kappingarráðið kann góðtaka
slíkt - men hann varð ikki svaraður.
Tað er kortini eitt framstig, at lógarsmiðir okkara
umsíðir hava tikið støðu til lýsingarpolitikkin hjá
almenna kringvarpinum. Sum støðan er í dag, so er
ein sera ójøvn kapping her millum almenna kring
varpið og privatu miðlarnar. Kringvarpið, sum
er alment fíggjað, og sum við pantifúta kann fara
eftir kringvarpsskattinum, eigur ikki eisini at verða
lýsingar- og sponsorfíggjað. Tað er hvørki gott fyri
stovnin - ella fyri kappingina millum miðlarnar.
Tað setir eisini politikarunum krøv, at Kringvarpið
missir hesa inntøku næstu fimm árini. Tað verður
áhugavert at frætta, hvussu hesir pengar skulu fáast
til vega - um kringvarpsskatturin hækkar, ella játtan
verður á løgtingsfíggjarlógini.
Hetta stigið hjá løgtinginum við at lata Kringvarpið
senda útlendskar rásir, víðkar almenna monopolið,
og tað tekur grundarlagið undan undan privatum
miðlum. Tað er als ikki uppgávan hjá Kringvarpi
Føroya at senda public service tilfar hjá øðrum lond
um, Uppgávan er at senda føroyskt public service
tilfar. Hóast tað er at fegnast um, at ein so breið
politisk semja er gjørd um hetta mál, so er júst hetta
stigið illa umhugsað - og átti at verði broytt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Alment monopol og
kappingaravlaging
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eg havi lisið viðmerkingarnar
hjá Annitu á Fríðriksmørk í
samband við dupultleikin
hjá tjóðveldismanningini í
málinum um skúladepilin í
Marknagili.
Eg skilji væl at Annita
er frustrerað. Frustratiónir
í Tjóveldisflokkinum var
júst heitið á greinini hjá
mær í samband við svik Tjóð
veldisfloksins mótvegis skúl
adeplinum.
Men
Annita!
Tað
skerst ikki burtur, at tveir
framstandandi tjóðveld
istingmenn – harav tann
eini valdur í Suðurstreymi
– alment bæði upp á skrift
og í talu hava beint tekniska
skúla í Havn til Klaksvíkar.
Eg havi loyvt mær at taka
hetta álop Tjóveldisfloks
ins á skúladepilsætlanina í
Marknagili í ramasta álvara.
Allir tingmenn vita, hvussu
viðbrekið málið um skúla
depilin í Marknagili er, og
at einhvør semja í hesum
málið er veik og løtt at telva
í spønir.
Tað, sum eg vildi við grein
míni, var:
• at takka samgonguni fyri ta
semju vit hava funnið
• at vísa á at »alt ella onki
politikkurin« hevur nærum
kvalt yrkisútbúgvingarnar í
Havn
• at harmast um, at Tjóðveld
isflokkurin spælir dupultspæl
í skúladepilsmálinum
Eg skilji væl, at Annita royn
ir at sláa alt upp í glens og
soleiðis sløra veruleikan í
málinum – eg eri tó ikki vís
ur í, at Annita heldur hetta
vera serliga skemtiligt. Mitt
í øllum bjóðar Annita at
leggja høvur sítt á blokkin
sum trygd fyri, at Tjóðveld
isflokkurin stendur aftan fyri
Skúladepilin í Marknagili.
Men Annita, eg hevði
ynskt, at henda trygdin var til
staðar, tá hon gjørdi munin –
hon telur bara ikki eins nógv,
nú samgongan – uttan hjálp
frá Tjóðveldisflokkinum -
er komin undir land við eini
semju í málinum.
Tjóðveldisflokkurin er
heilt einkult kroystur at
atkvøða fyri málinum.
Eg kann tó bara fegnast
um, at Tjóðveldisflokkurin
(íroknað Tobba og Finn)
gongur í seg sjálvan og tekur
undir við málinum soleiðis,
sum tað nú fyriliggur.
Enn meira svik
Nú málið kemur aftur úr
mentunarnevndini sæst, at
Tjóðveldisflokkurin hevur
lagt á annan bógv í eini
nýggjari roynd at forkoma
skúlaætlanini. Nú eitur tað
seg, at skúladepilsætlanin er
fíggjarliga óforsvarlig.
Raslað verður við øllum
vápnum. 80-ini verða griv
in fram aftur, stuðul til fisk
ivinnuna, manglandi gjøgn
umskygni og búskaparligt
forderv, og eg veit ikki hvat.
Álvartos, hvar eru vit?
Lógin, sum er ætlað at
fíggja sjálveigandi vinnu
skúlar og sum verður brúkt
í hesum føri, fær av at vita.
Lógin er nr 106 frá 1998.
Um vit kaga í lógartekstin
og viðmerkingar til lógina so
sæst, at hon er sera greið.
Lógin er gjørd til handils
skúlan og teknisku skúlarnar
í Havn og Klaksvík og er
m. a. ætlað at nýbyggja og
umbyggja nevndu skúlar.
Lógin lýsir, hvussu sjálvs
eigandi
vinnuskúlarnir
skulu stjórnast og eisini heilt
greitt, hvussu fíggingin skal
útvegast, tá byggjast skal.
Nú kundi ein fingið ta
fatan, at tað eru vit fólka
floksmenn, sum hava hálað
henda fíggingarleistin burtur
úr reyvalummanum.
Lógin, er sum nevnt frá
1998 og er nr 106. Hon er løgd
fram av Signari á Brúnni,
tjóðveldislandsstýrismanni
í mentamálum í november
1998 og vælsignað av Kars
teni Hansen tjóðveldislands
stýrismanni í fíggjarmálum
um somu tíð.
Hon bleiv samtykt á tingið
22. december, 1998 við 26
atkvøðum fyri og ongari
ímóti. Lógin kom í gildi 1.
januar 1999.
Tekur dupultspæl og svika
lótir Tjóðveldisfloksins ong
an enda í hesum málið ?
Hovstunnilin
Bert ein lítil heilsan til Ann
itu her loksins. Lógin um
vinnuskúlar er sera greið,
fíggingarleisturin er greiður
og lógin stríðir ikki ímóti
nakrari játtanarskipan.
At brúka partafelagslógina
til at byggja Hovstunnilin
var hinvegin í stríð við alla
lóggávu og siðvenju innan
alt partafelagsvirksemi
Fari at ynskja tekniska
skúla og handlisskúlanum
tillukku og øll góð ynskir
framyvir og vóna at lógin
um at byggja skúladepilin í
Marknagili verður til gagns
fyri allan skúlaungdómin í
Føroyum.
Enn meira svik – Annita!
løgtingsmaður
Poul
michelsen
Aðalfundurin heitir á leiðslu
skúlans og Mentamálaráðið
at flyta undirvísingina til
maskinmeistaraprógv niðan
aftur í bygningin undir
Krákugjógv innan 1. august
2006.
Vit halda ikki at umstøð
urnar hjá teimum lesandi eru
nóg góðar í Nóatúni í mun
til tær frálíku umstøður, sum
vit høvdu áðrenn flytingina í
august 2005.
Vit heita eisini á landsstýr
ismannin í mentamálum at
svara okkum upp á teir fýra
spurningarnar í opna bræv
inum, dagf. 23. februar
2006.
Maskinmeistarar: Vilja aftur í gamla skúlan
Yvirlýsing:
Felagið Maskin-
meistaralærarar
savnsmynd