Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 4. mai 2006 11 Eftir at Javnaðarflokkurin kom aftur í samgongu eft­­ir 6 ár í andstøðu, er fram­­vegis torført at fáa eyga á pol­i­tikkin, sum ann­ars var so sjálvsagdur í andstøðu. Eftir lemjandi at­finn­ ing­ar mótvegis rikna pol­it­ikkinum hjá sam­ gong­uni ikki bara nú al­tjóða arbeiðaradagin, men frá fyrsta degi sam­ gong­an varð skipað, kom Føroya løgmaður, Jó­­ann­ es Eidesgaard við grund­ gev­ing­ini, sum so mong hava bíðað eftir. Grund­ gevingar fyri: • hví samgongan tek­ur um tey vælbjargaðu? • hví skerjingar rak­ar tey veiku, mentan og gransk­ ing? • hví samgongan hevur eft­ ir­­líkað øllum krøvum frá donsku stjórnini? • hví skúlar verða fluttir? • hví løgmaður tekur Føroya løg­ting av ræði og sum gísla? • hví Javnaðarflokk urin vrak­­ar uppskot, sum gagna sam­­halds­festinum? Og soleiðis kundi list­in gjørst enn longri. Gund­ gevingin stend­ur at lesa í Sosialinum 3 mai, og er: ».... at Javnaðarflokk­ur­in sum samgonguflokkur fyrst og fremst hevði lagt seg eftir at fáa eitt gott samgongustev og har­við skapa arbeiðsfrið. Hetta var nú eydnast, segði hann. Eitt annað, sum Javn­að­ar­flokk­urin eis­ini vildi hava upp á pláss beinanvegin, teir komu í samgongu, var at fáa viðurskiftini millum Danmark og Føroyar í rætt­­lag...«. Eg hevði ynskt, at sam­ gong­an og løgmaður høvdu okkurt annað at borð­reiða við, tá ið hvøssu at­finn­ingarn­ar skuldi aft­ ur­vísast. Tað er vorð­ið eitt sindur troyttandi, at und­anfarna samgonga – og Tjóðveldisflokkur­in skal fáa »heiðurin« fyri líkt og ólíkt og nú eisini fyri, at Javnaðarflokkurin hevur blakað øll aðalmál á sjógv og rekur fyri vág og vind á politiska víg­ vøllinum. So vita vit tað Fyri tey, sum ikki vistu tað frammanundan, má tað eft­irhondini vera ein stað­­festur veru­leiki, at borg­­a­rligur sam­bands­poli­ tikk­­ur er vøru­merki hjá hesi samgonguni. Samgongan hevur ein løg­mann, sum so fegin vil ferðast millum aðrar stats­ leið­­arar, men veruleikin er, at alt, sum hann fyr­i­ tek­ur sær, skal umvegis dansk­ar ráðharrastovur til góð­kenn­ingar, ímeðan sam­fel­­agið heima í Før­ oyum verð­ur van­stýrt – úr enda í annan; afturat sær hev­ur løgmaður nakrar lands­stýrismenn, sum ikki taka eina einastu avgerð um nakað sum helst – fyri tað kundi gamla skipanin ver­ið galdandi fyri allar lands­stýrismenninar. So vit eru nøkur, sum høvdu ynskt, at løgmaður segði, sum var: at hann og Javnaðarflokkurin sita í sam­gongu – kosta tað, tað kosta vil. Eingin visjón – eingi úrslit Sum neyðbremsa er so Vi­s­j­ón 2015 komin á vøll­in – ein rúgva av a­r­ beiðsbólkum, nógv góð fólk og glæsiligar fram­ løgur og orð. Men skulu vit náa heimsins besta sam­felag í 2015 við førda politikkinum? Skal ein sam­gonga - sum hevur gjørt avtalur við donsku stjór­nina, sum staðfestir danskt yvirvald - rokna við at sleppa upp í part í altjóða samfelagnum sum ein dansk­ur hand­ lang­ari? Eg trúgvi neyvan, at tey flestu hava eina hóming av, hvat endamálið er við fínu heimasíðuni og øllum ar­­beiðsbólkunum í 2015 ætl­anini – og satt at siga so trúgvi eg heldur ikki, at sam­gonguflokkarnir hava nakra visjón sjálvir, tað prógv­ar samgonguskeiðið hig­ar­til: eingin úrslit sum gagna samfelagnum – bert teimum fáu. Kom nú Jóannes Eidesgaard, sig sum er! Áki Andreasen Hugsi mær, at nógvir før­oy­ ing­ar eru móðir av at hoyra um vegaføringina í Leir- vík. Tíverri eru tað vit leir­ víkingar, sum verða upp­fat­ aðir av Føroya fólki at vera grenjutir. Men eg haldi, at hetta er at gera okkum ó- rætt. Tí enn hava vit einki fing­­ið av tí, sum varð lovað okkum. Leirvíkingar fingu at vita, at um vit fingu veg ígjøgnum bygd­­ina, skuldi hann verða lið­ugur, tá Norðoyatunnilin lat upp. Um vit heldur ynsktu ein tunnil undir bygd­­ina, fingu vit at vita, at hesin ikki fór at verða lið­­­ug­ur, tá Norðoyatunnilin lat upp, og at ferðslan mátti koyra ígjøgnum bygdina í eitt avmarkað tíðarskeið. Leir­víkar kommuna sam­ tykti so at loyva ferðsluni í­­­gjøgn­um bygdina í upp til 2 ár, treytað av at vit fingu eina góða loysn. 26. mars í 2002 bleiv tunnil samtyktur í løgtinginum. Nú hava vit so bíðað í samfull 4 ár eftir einum tunli, men hava ongan fingið enn. Politikarar hava bara broytt lógina soleiðis, at vit skulu fáa ein veg á­líka­ væl. Í desember 2005 bleiv lóg­ in broytt til at umfata tunnil ella veg og fyri trimum mán­ að­um síðani, bleiv lógin broytt enn einaferð til bert at umfata veg. Undri meg yvir, at tað er so lætt at broyta eina lóg og snúgva sær undan sínum lyftum í hes­um landi. Tað er mær ein gáta, at løgtingið fyrst spyr leirvíkingar, hvat vit ynskja, fyri síðani at ganga ímóti ynskinum, sum annars varð samtykt við lóg. Eisini má eg blíva við at spyrja meg sjálva, hví tað er av so stórum týdningi fyri øll onn­ ur at siga hvat er besta loysn í Leirvík. Lokarenna Tá eg hoyrdi um lok­a­renn­ una, hugsaði eg, at nú var sloppið, tí hetta tyktist at vera ein góð og trygg loysn fyri allar partar. Áðrenn hetta hug­skotið varð lagt á borðið, varð tað eingin loysn, sum ver­uliga varð góð. Lokarenna var harafturímóti ein loysn, sum flest allir Leirvíkingar kundu taka undir við, og sum bygdarráðið einmælt sam­tykti. Við eini lokarennu fer ferðslan undir hjartað í bygdini. Tað mesta av tí gamla sum er, verður varð­ veitt. Okkum nýtist ikki at hava ampa fyri børnunum, sum skulu í barnagarð og skúla. Virkini kunnu frítt byggja út. Eitt torg kann ger­ast, har talan hevur verið um tað. Handilin verður utt­ an ávirkan o.s.fr. Afturat hes­um er lokarennan teknað soleiðis, at farleiðin gongur í eina beina linju. Á henda hátt verður farleiðin so stutt sum gjørlig, hon verður ikki tarnað av fólki, og tað er eisini ein fyrimunur um veturin í kava og hálku. Hetta er sostatt ein góð og trygg íløga í framtíðina. Vegur ovarlaga í bygdini Hví skulu vit leirvíkingar siga ja takk til ein veg, sum tekur 130 grundøkir av okk­ ara byggilendi? Longu nú eru tað fleiri, sum hava aftrað seg við at byggja, tí hendan ó­vissan hevur verið, og tí tey ikki ynskja at búgva við síðuna av einum landsvegi. Landsverk tosar um at leggja ein veg omanfyri bygdina, men tað er bert talan um fá ár, so liggur vegurin mitt í­gjøg­num bygdina. Tosað verður altíð um, at vegurin skal leggjast om­an fyri bygdina. Í mín­ ari verð, er hetta skeivt mál­borið. Bygdarhúsið ligg­ur jú ovarliga í bygdini, og vegurin skal leggjast fram­við bygdarhúsinum, møguliga niðanfyri bygd­ ar­hús­ið. Við hesi loysn eru longu nú tvey sethús oman fyri vegin, umframt bygd­arhúsið og LÍF-húsið og harvið fótbóltsvøllurin. Vit kunnu bara ímynda okk­um ferðsluna, sum skal tvørturum hendan veg­in, um tað so verður á vegn­ um ella undir vegnum. Tal­an er sostatt ikki um at leggja vegin omanfyri, men ovarlaga í bygdini. Hví verð­ ur tað hugsað so lítið fram í tíðina? Er tað ikki betur at nýta nakrar milliónir meira nú og gera eina góða íløgu í framtíðina, heldur enn at brúka 40-50 milliónir, sum bert er ein góð íløga 10-15 ár fram í tíðina? ”Hví gera eitt nýtt Gøtueið í Leirvík?” Sera væl vald orð av Alfredi Olsen í Kjakinum í Kringvarpinum, tá evnið varð viðgjørt. Hví gera ein nógv longri veg enn neyð­ ugt, og hvat kostar hann í viðlíkahaldi og kava­rudd­ ing? ”Ov dýrt,” verður nýtt sum und­anførsla fyri ikki at gera eina nógv betri og tryggari íløgu í framtíðina við eini lokarennu. Upphæddin, talan er um, er bert brotpartur av tí, sum er nýtt til Gomlurætt, Smyril, tunnil til Gásadals, ferjulegu í Suðuroy o.s.fr. Tað undr-ar meg eisini, at Bjarni Djurholm fær kostnaðin at vera 120 milliónir, tá NCC sigur ein fastan prís á 87 mill­i­ónir. ”So fara onnur eisini at krevja tað sama”, verður eis­ ini nýtt sum argument ella undanførsla av Bjarna Djur­ holm. Hetta er burturvið í mínari verð. Havnarfólk ella onnur fara nokk at krevja ein tunnil undir bygd øki fyri tað, um tað ikki verður unt okkum her í Leirvík. Tað er bert ein spurningur um tíð, og hvør fær tann fyrsta tunnilin. Hetta er jú ein góð loysn uppá ávísar sam­­ferðslutru­pulleik­ar. Og hví halda áfram við at gera ván­aligar loysnir, tá nógv betri loysnir finnast. Skulu vit so ikki bara skunda okk­ um eitt sindur spak­u­lig­ari, so tað eisini er for­svarligt peningaliga? Ávísir tingmenn halda eis­ ini uppá, at ein vegur haruppi er ein íløga til leirvíkingar, tí so fáa vit ein veg, sum vit annars noyðast at gjalda fyri sjálvi. Men hvønn ágóða fáa vit av hesum vegnum, har tað bert er ein íbinding? Lands­ verk sigur eisini, at framtíðin er, at landsvegir ikki vera samantvinnaðir við bygd øk­ir. Hesum ræður Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini frá. Spyrjandi standa vit so í Leirvík og undrast yvir, hví ferðslan fyri einhvønn prís skal leiðast ígjøgnum Leir­víksbygd, samstundis sum talan er um at nýta nógv­ar milliónir til at leiða ferðsluna úr bygdum økjum aðrastaðni t.d. í Runavík, Skip­a­nesi, Søldarfirði og Gøt­ugjógv. Ferjulegan Hví skulu vit leirvíkingar siga ja takk til eina verri loysn, enn vit sjálvi hava goldið fyri við ferjuleguni. Ikki færri enn 25. milliónir hava leirvíkingar goldið til ferjuleguna, sum landskassin átti at havt goldið. Ferjulegan varð jú gjørd til norðoyingar. Leirvíkingar hava ikki havt tørv á henni meira enn aðrir føroyingar. Tá Leirvíkar Komm­una valdi at gjalda so nógv fyri hana, var tað m.a. fyri at ferðslan ikki skuldi verða leidd inn í bygdina. Hetta hevur verið ein fyri­ mun­ur fyri allar partar. Tað er eingin loyna, at hetta hev­ ur gjørt, at kommunan hevur havt tað ógvuliga tungt fíggj­ arliga. At vit nú eisini skulu gjalda fyri ein veg, um tað er við pengum ella grund­økj­ um, er óhoyrt. Ein íløga í fortíðina ella framtíðina Soleiðis málbar ein vinkona seg, tá vit tosaðu um veg har niðri ella har uppi í bygd­ ini. Haldi at flest allir leir­ víkingar eru samdir um, at ein lokarenna, er tann besta loysnin fyri bygdina. Tað er tá vit tosa um veg har uppi ella har niðri, at vit eru ó­samd. Um hugt verður eftir, hvør heldur hvat, haldi eg, at tað er tað eldra ættarliðið, sum vil hava vegin har uppi, tí annars verður tað ov nógv av tí gamla, sum verður tikið burtur. Um vegurin verður lagdur har uppi, er tað sostatt ein íløga í fortíðina heldur enn framtíðina. Tað unga ættarliðið vil harafturímóti hava veg­a­ før­ing­ina har niðri, tí tey skulu jú búsetast har uppi og noyðast at hugsa um trygd og trivna fyri tey og teirra børn. Hetta kann skjótt gerast ein trupulleiki, um ein landsvegur skal leggjast framvið køksvindeyganum. Vegaføringin har niðri má tí heldur sigast at vera ein íløga í framtíðina. Sum mamma at trimum smá­børnum hevur ferðsl­u­ trygdin í bygdini ógvuliga nógv at siga. Um vit fáa eina lokarennu ella tunnil, kunnu vit sum foreldur vera tryggari og framhaldandi lata okk­ara børn ferðast og spæla innanfyri ávís økir, sum er av so stórum týdningi, tá vit hava valt at búsetast í einari bygd. Tá avgerðin eisini varð tikin, at vit skuldu bú­setast í Leirvík, var ein av grundunum, at Leirvík var ein friðarlig bygd hjá børn­um at vaksa upp í, sam­ stund­is sum hon liggur væl fyri. At Leirvík eisini er ein sera vøkur bygd, eri eg errin av at kunna siga. Norðoyingar skulu vera væl­komnir til Leirvíkar, og eg gleðist saman við tykkum nú nýggir møguleikar opn­ að seg fyri tykkum við Norð­oy­atunlinum. Bæði at bjóða tykkum vælkomnum til Leirvíkar og at varðveita hesi tingini, sum hava so nógv at týða fyri meg og flestu Leirvíkingar, nýtist ikki at vera ein trupulleiki, um bert vit fáa lokarennuna ella ein tunnil, soleiðis at ferðslan kann vera leidd í­gjøgn­um bygdina uttan ov nógvan ampa fyri bygdina og bygdarfólkið. Er vegur í Leirvík nøkur tænasta, sum landið veitir Leir­víkar kommunu, so er tað ein bjarnartænasta. Eg vil tí heita á Løgtingið um at fremja ta bestu loysnina og gera eina lokarennu undir Leirvíksbygd, soleiðis sum bygdarráðið einmælt hevur samtykt við stórari undirtøku frá bygdarfólkinum. VIÐMERKINGAR Bjarnartænastan í Leirvík Leirvík. Sólrun Foldbo