Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 86 - 4. mai 2006 Dagurin í morgin 5. mai. Gotthard, deyður í 1038. Abbati og biskupur í Hildesheim. Týskt navn, samansett av orðunum fyri Gud og harður. Í sambandi við at írski sangarin Andrew Strong kem­ ur til Føroyar at fram­føra heimskend løg sum t.d. á „In the Midnight Hour“ og „Mustang Sally“ á Jóansøkufestivalinum, kunnu vit upplýsa, at skaparin av hes­ um heimskendu løg­ unum, Wilson Pickett, doyði 19. januar í ár Praktikantar Rannvá Næs Guttesen / Lilja Holm Mortensen Mánadagin 3. apríl bleiv av­­dúkað, at sangarin Andr­ ew Strong skuldi koma til Føroyar at framføra á Jóan­ søkufestivalinum, við millum annað teimum heims­kendu løgunum „In the Midnight Hour“ og „Mus­tang Sally“. Tað er júst komið fram, at skaparin av hesum heimskendu løgunum er deyður. Wilson Pickett, eisini kall­aður Wicked, var borin í heim tann 18.mars 1941 í býnum Prattville, Alabama. Tónleikur hevur altíð verið ein partur av lívið hansara. Tónleikalív hansara byrjaði við, at hann sang í einum baptistakórið. Í 1959 kom hann við í bólkin The Falcons. Bólkurin var ein av teimum fyrstu, ið gjørdu gospeltónleik kend­an. Í 1962 slóg bólkurin ígjøg­ n­um við lagnum „I Found Love“. Síðan eru eisini aðrir kendir sangir komnir, t.d. lagið „If You Need Me“. Stutt eftir, at lagið „I Found Love“ bleiv upptikið, byrjaði Pickett sína leið sum solistur. Hansara fyrsta gjøgnumbrot sum solistur, var við lagnum „It’s Too Late“, og síðani hevur tað gingið framá. Í 1965 komu løgini, ið hava gjørt Pickett heims­ kendan, út. Hetta eru nøkur einanstandandi løg sum „In the Midnight Hour“ og „Mustang Sally“, ið nú eisini skjótt vera at hoyra í Føroyum. Wilson Pickett kom út í eina sera trupla støðu, ið nógv kend lættliga kunnu koma út fyri. Í 1987 bleiv hann tikin fyri at hava vápn uppi á sær, og varð settur í fongsul, men slapp út aftur við tí grundgeving, at hann skuldi taka seg saman. Hann fekk eina royndartíð uppá 2 ár. Aftur í 1991 varð hann hand­tikin fyri at hava koyrt á grasplenuni hjá einum borg­ ara í Englewood, New Jersey, og rópt deyðshóttarnir eftir honum. Sama ár bleiv hann valdur inn á Rock ’n’ Roll Hall of Fame. Í 1993 varð hann enn eina­ ferð tikin, av tí at hann hevði koyrt ávirkaður og rent á ein 86 ára gamlan mann. Fyri tað varð hann bleiv dømdur eitt ára fongsul. Og soleiðis hava mangir aðrir trupulleikar tikið seg upp, m.a. við rúsevnum. Síðstu ár Picketts Fleiri ár seinni vendi hannn sterkt aftur, og hann spældi fleiri konsertir og útgav nakr­ ar fløgur. Og stutt eftir bleiv hann korin til eina Grammy viðursløn fyri fløguna It’s Harder Now. Hetta tónleikalívið helt áfram fleiri ár afturat. Men í 2004 byrjaðu trupulleikar við hjarta hansara at koma til sjóndar. Til alla ólukku, fyri hansara mongu fjepparar, doyði hann av hjartaslag tann 19. januar 2006. Sama dag sum doyði, spældu Billy Joel og bólkur hansara til eina konsert í Boston til heiðurs fyri Wilson Pickett, spældu teir sangin „In the Midnight Hour“, ið sigst hann at hava ljóðað einastandandi. Minnisdagur Wilsons Pickett varð hildin 20. mars 2006. Mustang Sally Miðskeiðis í 60’unum var amerikanski bilurin Ford Mus­tang ein tann best um­tókti kring heimin, og bil­urin er enn tann dag í dag sera væl umtóktur. Sangurin Mustang Sally er skrivaður umleið 1965. Hann snýr seg um ein Ford Mustang, ið hann nevnir Sally. Sally koyrir runt ymsa­staðni sum eitt tekin um, at bilurin var sera væl umtóktur. Tað er ógvuliga stuttligt, at fólk kunnu skriva ein slík­ an sang. Men tað er hóast alt ikki so løgi, at ein slíkur sangur verður skrivaður, tí um ein hugsar seg um, so snúgva allir sangir seg um nakað, ið fer fram um tað mundi, teir eru skrivaðir. Á Jóansøku í ár fer kendi írski sangarin Andrew Strong at framføra løg hjá Wilson Pickett. Vit kunnu ímynda okkum, at hetta verður ein stórsligin framførsla, tá ið mong óivað kenna hesi so væl umtóktu løg. Skaparin av Mustang Sally deyður Wilson Pickett, eisini kallaður Wicked, var borin í heim tann 18.mars 1941 í býnum Prattville, Alabama, og doyði av hjartaslag tann 19.januar 2006, 64 ára gamal Sangurin Mustang Sally, ið er skrivaður í umleið 1965, snýr seg um ein Ford Mustang, ið hann nevnir Sally. Hesin Mustang er frá 1966 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Góða elskaða omma, vit sakna teg. Takk fyri øll tey góðu minni vit hava um teg. Tú vart altið so góð við okkum. Vit minnast, at tú plagdi at koma við bussinum niðan at vitja. Ofta komst tú tíðliga, og so var tað so deiligt at koma heim úr skúlanum, og tú var har. Tú bakaði pannukøkur og ikki at gloyma drýlin, sum tú plagdi at gera á pannuni. Tá vit vóru sjúkar, vart tú altíð klár at ansa okkum, meðan mamma og babba vóru til arbeiðis, og so keypti tú okkurt gott at hugna okkum við. Vit minnast eisini, at tú plagdi at flyta niðan til okkum, tá mamma og babba vóru uttanlands. Tað var so gott, at hava teg her. Vit fóru túr við bussinum og ofta fóru vit í Perluna at fáa okkum rís á la mande. Tá vit fluttu til Spania, komst tú við og var hjá okkum meir enn ein mánað. Tað var ordiliga gott, tí mamma og babba høvdu so nógv at ordna tað fyrstu tíðina, og so vart tú har hjá okkum. Góða omma, síðstu árini vart tú sjúk, men tú vart altíð í góðum lag og tað var altíð stuttligt at vitja teg. Vit sakna teg góða omma, men vit vita at tú nú ert ein eingil uppi hjá Jesuspápi, og at tú hevur tað gott har saman við abba, sum vit tíverri ikki kendu. Takk fyri alt elskaða omma. Sigrun, Hanna, Durita og Sólvá Minningarorð um okkara elskaðu ommu Solveig Jacobsen * 14. august 1929 ✞ 24. februar 2006