Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 4. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tórolvur Fagradal fer til gravar úr Havnar kirkju, í dag kl. 15. Tey, ið vilja minnast Tórolv, kunna lata felagnum fyri krabbamein eina gávu; konta í peninga­ stovnunum. Gunnar Christiansen, Tórshavn, andaðist í heiminum týsdagin 2. mai, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggja­ dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Gunnar, kunna lata eina gávu til KFUM ella Blindastovnin; konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Tað vóru tung boð at fáa, at tú góði pápi ikki longur vart okkara millum, enn einaferð mugu vit sannað, at Guds vegir ikki altíð eru okkara vegir. Tá tú vart her í Randers til konfirma­ tión­ina hjá Róa, vardi tað ongan, at tað skuldi vera seinasta, og einasta ferð tín til Danmarkar. Seinast vit vóru saman var summ­ ar­ið 2004, tá var sjúkan farin at tyngja teg, allíkavæl høvdu vit vóna at tú orkaði at koma til okkara silvur­ brúðleyp í 2005, men tað hevði tú ikki mót upp á, tað var gott, at mamma kundi koma. Tú ringdi ofta teir dag­ arnar mamma var her, tú hevði slíkan hug at vera við, men soleiðis skuldi tað ikki vera. Ofta ringdi tú til okkum, og tað var so gott at hoyra, at tú, tó at sjúkan nívdi, vart við gott mót og at tú takkaði Gudi fyri tað. Seinast tú ringdi var umleið eina viku aðrenn tú andaðist, tá kundi eg væl hoyra at røddin var viknað. Sum tú altíð gjørdi, spurdi tú eftir abbabørnunum, um hvussu tað gekk teimum, og um hvussu tey høvdu tað, men hesa ferðina bað tú meg á ein serligan hátt heilsa teimum. Aftaná havi eg hugsað, at tað var sum um tú vildi siga farvæl fyri seinastu ferð, tú visti nokk hvønn veg tað gekk, og tað bleiv eisini títt seinasta farvæl til okkum her á fold. Men ein dag møtast vit aftur, heima hjá Gudi, og tá skulu vit syngja sangin tú dámdi so væl, “Jesus um teg vil eg syngja”. Til tín góða mamma og míni syskin við familjum, tað var gott at vera heima og vera saman við tykkum, sjálvt um tað var fyri at fylgja pápa til hansara siðsta hvíldarstað, men hvat er tað gott at vita, at ein dag skulu vit síggja hann aftur í teimum ævigu bústøðum. Jesuspápi styrki og signi tykkum. Æra verið minnið um mín elskaða pápa. Dóttir tín Maria. Sangur sum Jón yrkti til abba sín og sum hann sang við børðuna í kirkjuni. Tá eg síggi tínu eygu afturlatin fyri lívinum, hómi eg eitt vakurt andlitsbrá, sum um alt er vorðið kvirt. Kíni tínar køldu kinnar. Kyssi teg og ynski góðan túr. Hjartað brotnar tó eg veit, at vit síggjast aftur einaferð. Í himlinum, har alt er gott. Eg gráti nú; men í vón. Alla tíð er sorgin við mær tó, at gleðin fyllir mína sál. Sjálvt um deyðin kom, so livir tú. Tú ert komin fram á mál. Í himlinum, har alt er gott. Eg gráti nú; men í vón. Tá eg síggi tínu eygu afturlatin fyri lívinum, hómi eg eitt vakurt andlitsbrá, sum um alt er vorðið kvirt. Frá elsta abbasoninum Til minnis um pápa mín Jónn Tórgið Hansen, Leirvík f. 03.09.37, d. 16.03.06 Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Erling Michelsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Kristnastovu. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Johan og Eyð Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Thomas Johan Dam Húsavík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Frelsunarherin. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til seinasta hvíldarstað. Tøkk til øll tykkum, ið hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Tøkk til Jákup Reinert Hansen, prest. Tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar. Ein serlig tøkk til Eyðvør og Herleif, at hann kundi vera hjá tykkum seinastu tíðina. Tøkk til Turid fyri góða hjálp. Familjunnar vegna Arna Tølini hjá Akstovuni fyri søluna av nýggjum akførum í tíðarsekeiðnum januar –apríl 2006 vísa ein týðuligan vøkstur í søluni av persónbilum og vørubilum, meðan motorsúkklurnar eru so nógvar sum ongantíð áður Akfør At sølan av motorsúklum er nógv vaksin, sást best tann dagin Norðoyatunnilin lat upp, tá umleið 200 motor­ súkklur koyrdu í fylginum saman við ellis­akførunum. Annars vísa tølini at í fjør vóru seldir 395 persónbilar í mun til 499 í ár - ein vøkst­ ur upp á 26 prosent. Vøru­ bilarnir hava ein vøkstur upp á yvir 65 prosent við 91 í mun til 55 í fjør. Størsta vøkstrinum í prosentum standa motorsúkklurnar fyri, har 81 vóru seldar í mun til tvær í fjør. Sølan av prutlum er minkað úr 117 til 58 fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Hetta er ein minking upp á næstan 60 prosent. Motorsúkklurnar framvegis størsta vøksturin Motorsúkklurnar standa fyri tí størsta vøkstrinum av akførum fyrstu fýra mánaðirnar í ár