Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 86 - 4. mai 2006 Hóast Brennistøðin á Hjalla hevur brent við fullari megi í ein lítlan mánað, liggja enn í alt um 2000 tons av gomlum ruski á goymslu á Hjalla. Rusk Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ovnurin á Brennistøðini á Hjalla hevur fyri kortum verið umvældur í tveir mánaðar, men 17. apríl byrjaði brenningin á Hjalla aftur: – Umvælingin av brenniovninum á Hjalla fer fram í tveimum stigum. Fyrsta umvælingin er liðug, men endaliga umvælingin verður tó ikki liðug fyrr enn í august. Tá verður Brennistøðin á Hjalla aftur stongd í eina viku, men so alt eisini gjørt, sigur Bárður Mikkelsen, stjóri á Brennistøðini á Hjalla. Í alt kostar umvælingin 36,5 milliónir krónur, og tað verður Tórshavnar Býráð, ið fer at gjalda upphæddina. Múrverkið sprongdist Dagin fyri Brennistøðin á Hjalla lat upp, sprongdist ein partur av múrverkinum, men Bárður Mikkelsen sigur, at hóast hetta brennur ovnurin á Hjalla við fullari megi: – Óhappið hendi undir upphitingini, men tað var ikki so álvarsamt, sigur Bárður Mikkelsen. 2000 tons av ruski Av tí at Brennistøðin hevur verið stongd í heilar tveir mánaðar, liggja í løtuni um 2000 tons av gomlum ruski á goymslu. Fyri at forða fyri at ruskið dálkar óneyðuga nógv, er mesta ruskið pakkað inn í ballir: – Vit hava deilt ruskið upp. Fyrst knústu vit ídnaðarruskið og bingjuruskið og pakkaðu tað í ballir. So í alt liggja nú 1872 ballir, ið viga um 1200 tons á Hjalla. Húsarhaldsruskið, ið vigar 700 tons, hava vit koyrt niður í eina »silo«, ið er eitt stórt rúm at goyma rusk í. Restina av ruskinum hava vit koyrt í bingjur. Í alt meti eg, vit hava 2000 tons av gomlum ruski til góðar at brenna, sigur Bárður Mikkelsen. Á Brennistøðini á Hjalla vita tey ikki at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at brenna gamla ruskið: – Í løtuni dugi eg ikki at meta, hvussu langa tíð tað fer at taka at brenna gamla ruskið. Vit eru farin í gongd við at brenna gamla húsarhaldsruskið, men restin av ruskinum noyðist at bíða. Tað gongur ikki skjótt, tí gamla ruskið verður ikki tikið framum nýggja ruskið, so tískil fer tað helst at taka langa tíð til alt ruskið á goymsluni er brent. - Men tað gongur rætta vegin. Sum nú er liggur alt ruskið trygt og væl, og eg vænti, vit fara í gongd við restina í heyst, sigur Bárður Mikkelsen at enda. 2000 tons av gomlum ruski Føroya Felag móti Krabbameini fer nú av álvara at varpa ljós á húðkrabbamein. Húðkrabbamein er tað slagið av krabbameini, sum í tilburðum er mest vaksandi seinastu árini í Føroyum. Húðkrabbi Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tilburðirnir av húðkrabba eru nærum trífaldaðir eftir 10 árum, serliga vandamikla móðurmerkja-krabbamein. Í nærum fjórða hvørjum krabbameinstilburði er sostatt talan um húðkrabba. Stovna bólk Føroya Felag móti Krabbameini fær javnan fyrispurningar frá fólki, sum hava fingið staðfest húðkrabba og sum fegin vilja tosa við fólk, sum eru í somu støðu sum tey. Felagið metir tí, at tíðin er komin at seta á stovn ein bólk fyri tey, ið hava ella hava havt húðkrabbamein. Hetta verður gjørt 13. juni 2006, tá ið felagið skipar fyri almennum fundi á Hotel Hafnia. Danski húðlæknin Michael Heidenheim fer at halda fyrilestur um húðkrabba og móðurmerkjakrabba, viðgerð og fyribyrging. Atvoldin til øktu tilburðirnar av húðkrabba er serliga sólin, at fólk eru ov nógv úti í sólini og undir kunstigari sól. Hóast sóltímarnir í Føroyum eru færri enn aðrastaðni, vita vit, at sólin er minst líka sterk her ella kanska sterkari. Tí eru hyggjuráðini at verja húðina væl, tá ið sólin skínur, og ansa eftir ikki at vera ov leingi í sólini. Frá 16 tilburðum í 1995 til 52 í fjør Hagtøl Hagtøl yvir tilburðir av húðkrabbameini seinastu tíggju árini geva eina greiða ábending; tilburðirnir eru nærum trífaldaðir frá 1995 til 2005, frá 16 tilburðum í 1995 til 52 í fjør. Serliga seinastu 5 árini eru tilburðirnir øktir í tali, í 2001 vóru teir 20 í tali, árið eftir 32, í 2003 28, í 2004 41 og 52 í fjør. Serliga tilburðirnir av móðurmerkjakrabbameini eru øktir í tali, úr 1 ella 2 nítiárini til 10 í 2004 og 15 í 2005. Móðurmerkjakrabbamein kann vera ógvuliga vanda- mikið. Á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum www.krabbamein.fo eru Krabbameinsfelagið varpar ljós á húðkrabba Móðurmerki, ið broytast, kann vera tekin um húðkrabba – 700 tons av húsarhaldsruski verður varðveitt í eini »silo«. – Ídnaðarruskið og bingjuruskið er pakkað í tílíkum ballum. Í alt liggja 1872 ballir við gomlum ruski á Hjalla. og øll ýs Ítróttarsosialurin altíð við har tað hendir .