hósdagur 4. mai 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 4. mai 2006
15
Á Føroya
Hondarbeiðsskúla
í Klaksvík er
virksemið í hæddini
í løtuni. Stevnur
og prógvhandanir
nærkast, so
hjá nógvum á
broderískeiðnum
ræður nú um, at fáa
pløggini til føroyska
búnan liðug
Hondarbeiði
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Várskeiðini
á
Føroya
Hondarbeiðsskúla eru um
at verða liðug, og nógv skal
fáast frá hondini áðrenn
seinasta frálærudag. Serliga
á broderískeiðnum sita tær
og kýta seg at fáa føroysku
klæðini liðug, nú stevnur og
próvtøkuhandanir nærkast
Hóskandi avbjóðingar
Á hesum broderískeiðnum
á Føroya Hondarbeiðsskúla
eru umleið 14 luttakarar,
og tað er Poulina Eliasen,
sum stendur fyri frálæruni.
Skeiðið er sum altíð
fullteknað við luttakararum
úr øllum landinum, har tað
eisini er rættiliga ymiskt,
hvussu nógvar royndir
kvinnurnar hava við at
brodera. Men tað skal ikki
verða nøkur forðing fyri,
at allar fáa nakað burturúr,
sigur Poulina.
– Hvørt skeiðið byrjar
við eini grundleggjandi
innleiðlsu í teir ymsu
broderíteknikkirnar
og
litsamansetingarnar. So
kunnu allar verða við frá
byrjan, eisini tær, sum
ongantíð hava broderað fyrr,
sigur Poulina. Hon leggur
afturat, at tær meir royndu
kvinnurnar skulu eisini hava
møguleika at koma víðari,
so tær fáa eisini hóskandi
avbjóðingar. Tað finst
nevniliga ikki bara eitt ótal
av ymsum broderíteknikkum
– til ber eisini altíð at menna
kynstrið víðari. Eitt nú kann
mátin, tú heldur nálini og
leggur tráðin geva einum
broderíi eina heilt øðrvísi
og spennandi útsjónd.
Frá broderí til
seyming
Flestu luttakararnir arbeiða
við pløggum til føroyska
búnan. Og í løtuni eru tær
sum vera man fleiri, ið kýta
seg at gera seg lidnar til
stevnur ella prógvhandanir,
tá føroysku klæðini skulu
vera klár at fara í.
Ein av kvinnunum leggur
í løtuni seinastu hond á
fyriklæðið og turriklæðið,
sum dótturin skal í, nú hon
skjótt fær 10. floks prógvið.
Dótturin hevur sjálv valt
tilfar og litir – bleikar gul/
grønar nuansur á ráhvíta
silkigrund. Samansetingin
er sera øðrvísi og óvanliga
vøkur, gevur mest sum eitt
fjøðurlætt inntrykk.
Um mannfólkini eisini
hava havt ein fingur
við í spælinum her á
broderískeiðnum, er meir
ivasamt, men eisini teir
verða havdir í huga. Ein
av luttakarnum, Gunvør
Sigurðsson, er í løtuni í ferð
við at gera vestin til føroysku
klæðini hjá soninum lidnan,
nú hon er á skeiðnum fyri
aðru ferð. Fyrru ferðina fór
nógv av tíðini til at velja
mynstir og litir og annars
koma í gongd. Sum allar
hinar kvinnurnar, letur
Gunvør sera væl at Poulinu
sum lærara.
– Hon dugir ótrúliga væl
at koma við hugskotum og
seta litir saman. Og so er hon
óvanliga tolin. Tá eg kom
her fyrstu ferð, dugdi eg
lítið meir enn at halda nálini,
sigur Gunvør, sum hevur sett
reyð/gulu litirnar á vestinum
saman, so teir hóska litunum
á hosubondunum. Tey ymsu
bondini skulu sjálvsagt
eisini til, áðrenn búnin
er liðugur, og á hesum
skeiðnum sita fleiri og gera
bregdabond at seyma á
troyggjuna, tólvtáttað bond
til grindaknívin og virkað
bond til hosubond.
Eisini bjóðar skúlin
skeið í at seyma vestar
til
mannfólkabúnan.
Harumframt
er
eisini
møguleiki at tekna seg til
eina røð av øðrum skeiðum,
eitt nú vanliga seyming,
leðurseyming,
tøving,
maskinbinding, patchwork
og orkis, ið er eitt slag av
millumting millum hekling
og binding.
Føroya Hondarbeiðsskúli
virkar sum dagskúli, við
frálæru tveir dagar um
vikuna í seks vikur.
Broderískeið:
Leggja seinastu hond á føroysku klæðini
Gunvør Sigurðsson dugdi lítið meir enn at halda nálini, tá hon byrjaði á skeiðnum. Nú leggur
hon seinastu hond á vestin til føroysku klæðini hjá soninum
Poulina Eliasen, lærari, er altíð til reiðar at taka eina hond í ...
Uttan mun til, hvørjar royndir tær hava, fáa allir luttakararnir
onkra avbjóðing at fara í holt við á broderískeiðnum
Nógv vakurt og modernað verður gjørt á Hondarbeiðsskúlanum