Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 86 - 4. mai 2006 Kunnandi fundur verður í Nólsoyar skúla í kvøld um orkuverkætlanina, sum ætlandi verður ein liður í norðurlendskum samstarvi um varandi orku og náttúruvernd Nólsoy Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Komandi summar verð­ur støða tikin til, um ein norð­ urlendsk royndar­verkætlan skal setast í verk í Nólsoy. Gongst sum ætlað, kann Nólsoyggin í framtíðini fáa allan sín orkutørv frá varandi orkukeldum. Ætlanin er nevniliga at gera eitt royndarverk, sum kann gagnnýta vindorku til streymframleiðslu. Herfyri varð vindmátari settur upp í Nólsoy, og tað eru Sp/f Røkt í Vestmanna og danski granskingarstovnurin, Risø, sum standa fyri mát­ing­ unum. Røkt er felagið, sum fram­ leiðir streym við vindmyllum í Vestmanna og letir streymin inn á netið hjá SEV. Kunnandi fundur Í kvøld klokkan 19 verður kunnandi fundur um orku­ verkætlanina í Nólsoy. Á fundinum, sum verður í skúlanum og er almennur, verður nærri kunnað um hesa verkætlan. Greitt verður frá ymiskum skipanum, sum eru møguligar í mun til orku­ tørvin í Nólsoy, og greitt verður eisini frá, hvussu skúlin í Nólsoy kann luttaka í hesi ætlan. Haraftrat verður nomið við lokalar royndir við varandi orku sum ískoyti í vanliga húsarhaldinum. Ætlaða verkætlanin miðjar eftir at menna eina skipan, sum í orðsins rætta t‡dningi kann veita Nólsoyarbygd ”grøna” – ella varandi – orku. Skipanin skal í framtíðini kunna veita bygdini ella neyðuga orku, bæði til el og hita. Á kunnandi fundinum fer Bjarti Thomsen at bjóða vælkomin, og síðan fer landsstýrismaðurin í orkumálum, Bjarni Djur­ holm, at tosa um orku­ politikk. Súsanna Sørensen fer at greiða frá upprunanum til verkætlanina, og Kristian Strømmen fer at tosa um ymiskar orkuskipanir. Dávur Juul Magnussen fer at tosa um orkutørvin í Nólsoy, og Hilmar Joensen fer at greiða frá um møguliga luttøku hjá Nólsoyar skúla. At enda fer Jógvan Thom­ sen, sum hevur eina ávísa sól­orkuskipan á sínum sethúsum, at greiða frá um sólorku. Kunnandi fundurin endar við spurningum og kjaki. Upprunin Í útnorði (Grønlandi, Íslandi og Føroyum) eru nógv fjar­ skotin øki, har trupult er at veita álítandi orku. Hesi økir hava eina serstaka og áhugaverda náttúru, sum londini halda eigur at varðveitast. Í 2002 varð lagt upp til norðurlendskt samstarv við atliti til umhvørvis-og orku­ spurningar, har dentur varð lagdur á at menna burð­ardygga orkuveiting í útjaðaraøkjum, soleiðis at varandi orka í størst møgu­ligan mun kann vera grundarlagið undir veit­ ing­un­um. Á henda hátt hevði inn­flutningurin av olju verið minni, samstundis sum størri atlit hevði verið tikið fyri umhvørvinum. Í 2003 byrjaði ein verk­ ætl­an, har fyrst og fremst møguleikar fyri vindorku við vetni (brint, hydrogen) sum orkulagur skuldu kannast. Fyrsta stigið varð at skráseta støðuna innan orkuveiting í útnorði og at meta um alternativar orkumøguleikar á útvaldum økjum. Peikað á Nólsoynna Í Føroyum hava myndug­leik­ ar­nir peikað á Nólsoynna sum royndarøki, og nú eru so skrásetingar av fram­­leiðslu­ møguleikum og orkunýtsluni í Nólsoy byrj­aðar. Tað er lagað manni hjá fólki, sum hava áhuga fyri varandi orku, at fara út til Nólsoyar til kunnandi fundin í kvøld. Ritan siglur nevniliga til Nólsoyar klokkan 18.00 og úr aftur Nólsoy klokkan 22.25. Nólsoy – hin grøna oyggin í útnorði Í kvøld klokkan 19 verður kunnandi fundur í Nólsoyar skúla um eina royndarverktælan, sum ætlandi skal »forsýna« alla Nólsoyarbygd við varandi orku Mynd: Vilmund Jacobsen Í dag endaði ein norð­urlendsk fiski­ vinnuráðstevna, sum byrjaði á Hotel Før­oyum í gjár. Heit­­ið á stevnuni er ”Økonomisk For­­valtning af Fiskerierne” Ráðstevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, sum setti stevn­ una í gjár. Gestarøðarar á ráðstevnuni hava verið Carl-Christian Schmidt, sum er leiðari á fiskivinnudeildini hjá OECD, Ásgeir Daníelsson, búskaparfrøðingur hjá Íslendska Landsbankanum og Kjartan Hoydal, aðal­skriv­ ari hjá NEAFC. Á ráðstevnuni hevur eis­ini verið kjak millum em­bætisfólk í norðurlondum við støði í fyrilestrinum hjá Kjartani Hoydal. Tilfeingisrenta Í morgun klokkan 9 varð ráðstevnan tikin uppaftur á Hotel Føroyum, og tá vórðu granskingarúrslit um til­feingisrentu við støði í dømum úr norðurlendskum fiskiskapi løgd fram. Ráðstevnan endaði við kjaki millum norðurlendskar fiskimálaráðharrar um til­ feingisrentu og aðrar bú­­skap­ arligar spurningar í sam­bandi við umsitingina av fiska­ tilfeinginum. Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, er ein teirra, sum hevur verið við á ráðstevnuni. Hann sigur, at tað hevur verið áhugavert at fylgt fyrilestrunum og kjakinum, men sum hann tekur til, er hann ikki búskaparfrøðingur, og tað er serliga búskaparlig stýring av fiskivinnuni, sum stevnan hevur snúð seg um. Hjalti heldur, at reiðarar, sum hava verið við á ráð­stevnuni, ivaleyst hava onkrar meiningar um tilfeingisrentuna, ið ráðstevnan eisini hevur snúð seg um. Hoyra meira – Eg haldi ikki, at nakar veruliga hevur praktiserað tað, sum vit rópa tilfeing­is­ rentu, enn, men hetta verður ivaleyst nakað, vit fara at hoyra meira um, heldur Hjalti í Jákupsstovu. Sosialurin fer at venda aft­ur til ráðstevnuna um ”Økonomisk Forvaltning af Fiskerierne” seinni í vikuni. Fíggjarlig umsiting av fiskiskapi Tað var landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, sum setti stevnuna í gjár, ið endaði við kjaki um tilfeingisrentu og aðrar búskaparligar spurningar í dag Myndir: Jens Kr. Vang