Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 4. mai 2006 25 Í dag avdúkar G!, at ektaðaði a­m­er­i­ k­anski suð­ur­stats ruts tónleika, gospel, blús og sól bólk­urin Holmes Brothers lut­tekur á árs­ins G! Festivali, í hes­um bólki hevur fyr­­­­i­s­ kiparin Jón Tyr­­il tryggja sær, sam­bært honum ein av heims­ ins bestu kon­sert­ bólkum Festival summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo “Holmes Brothers havi eg hoyrt tríggjar ferðir. Fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum á Jazzfestivali, eg haldi, tað man hava verið í 91. Síðani hoyrdi eg teir á lítlu barrini Børsen í Svendborg í januar 93 og á Nibe Festival í 2003, tá Gestir vóru og spældu har. Holmes Brothers eru gaml­ir svartir stabbar, sum spæla ektaðan amerikanskan suðurstats roots tónleik - gos­pel, blues og soul í eini imponerandi vælvirkandi bland­ing. Allar konsertirnar við teimum hava verið fant­ astiskar og upplyftandi, men eg haldi tann á Børsen ber prísin, sikkurt tí at eg sat allar fremst, so tætt at sangarin og gittarleikarin kundi havt smekka gittarin í høvdið á mær fleiri ferð, um hann ikki ansaði sær. Holmes Brothers live er stutt sagt lívsjáttandi og uppbyggjandi.”, soleiðis segði Jón Tyril, tá planet. fo bað hann velja fimm tær bestu konsertupplivingarnar, ið hann hevði havt. Nú hevur hann tryggja sær Holmes Brothers á G!. Bólkurin var stovnaður í 1979 av Sherman Holmes á bassi, Wendell Holmes á ljómborði og gittara og Popsy Dixon á trummum, og síð­an tá hevur bólkurin givið hóp­ in av útgávum út, og spælt konsertir kring allan heim, eis­ini í so ymisk støð sum í Føroyum, á Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivali fyrst í 90’árunum og í Was­ h­ing­ton fyri fyrrverandi am­­erikanska forsetanum George Clinton. Holmes Brothers hevur spælt saman við John Lee Hooker, Van Morrison, Peter Gabriel, Odetta, Phoebe Snow, Jungle Brothers og Joan Osbourne, sum sig­ur seg vera teirra størsta fjepp­ ara. Nýggjasta fløgan hjá Holm­es Brothers Simple Truth hevur 13 løg, m.a. klass­ikarar hjá fólki sum Hank Williams, Willy Nel­ son og Bob Marley, men eis­ini teirra egnu løg. Í løt­ uni eru teir á konsertferð í sambandi við hesa fløgu, ið kemur aftan á teirra størstu fólkaligu hittfløgu Spe­ ak­in In Tongues, ið kom út í 2001, og sum Joan Os­bourne hevur framleitt. Henda fløga skaffaði bólk­ i­num framførslur í stór­um amerikanskum sjón­varps­ send­ing­um, sum t.d. hjá David Letterman. Niels Juel Arge verður nýggjur fíggjarleiðari á Strandfaraskipum Landsins starvssetan Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í tíðindaskrivi, sum strand­ ferðslustjórin hevur sent, verð­ur sagt, at Niels Juel tek­ur við starvinum 1. juni, tá hann loysir Johnni Poul­ sen av. Hesin er er farin í starv sum fíggjarleiðari á P/F Føroya Shell. Niels Juel Arge er 40 ára gamal, og er út­búgv­ in cand.merc.aud á Hand­ ils­skúlanum í Århus. Sein­ astu 3 árini hevur hann starv­ast sum fíggjarleiðari hjá P/F Poul Michelsen, og áðrenn hetta arbeiddi hann á Fíggjarmálaráðnum, Grannskoðaravirkinum SPEKT og í Føroya Banka. Fer at virka fyri størri gjøgn­um­ skygni Koyrifrálæra Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eftir at vit í Sosialinum í gjár avdúkaðu, at frá 1. mai í fjør til 30. apr­íl í ár var munurin á dump­ i­prosentunum í á­støð­ isroyndunum til koyrikort upp í 45% frá einum koyr­i­lærara til annan, hó­ast prísurin, ið kundin rindar er tann sami, tykist gongd at vera komin í at loysa manglandi gjøgn­ umskygnið á økinum. Úr Vinnumálaráðnum verður sagt, at tey ynskja, at brúkarin skal fáa so gott innlit, í tí veiting hann keyp­ir, sum gjørligt. Tí fer Vinnumálaráðið í næstum, saman við Ak­stovuni, at taka upp spurn­ingin um almenn dump­i­prosent ella eina smi­leyskipan, sum tí, ið Benny Ejdesgaard koyr­ i­lærari skeyt upp í blað­ num í gjár. Niels Winther, deild­ar­ stjóri í Vinnumálaráðnum sigur við Sosialin, at tað er ynskiligt, at hetta verð­ ur gjørt í samráð við koyr­i­ lærafelagið, og at skipanin er sjálvboðin. Tí verður hetta tikið upp á fundi við felagið í næstum. Niels Winther metur ikki, at nakað hugskot er í, at tosa um, hvat gerast skal, um tað ikki eydnast at fáa koyrilærararnar við í skipanina. Tí hetta má støða takast til, um so er. Niels Winther vísir á, at ein ávísur vandi er í at gera tøl­ini almenn. Tí hetta kann fáa koyrilærarar at halda seg aftur frá at taka sokallaðar tungar næm­ingar inn, hetta eru fólk, ið av onkrari orsøk hava trupult við at klára royndina, og væntandi skulu brúka fleiri royndir, áðrenn tey fáa koyrikort. Hetta skal eisini hædd tak­ast fyri í eini skipan, ið gevur størri innlit. Sam­stundis er Akstovan illa sperd, og tí eigur ein loysn at verða funnin, ið ikki krevur stóra umsitin, sigur Niels Winther. Niels Peter Olsen úr Koyr­ilærarafelagnum sig­ ur við Sosialin, at hetta mál ikki hevur verið um­røtt í hansara tíð í felag­ num, men at tað verður tikið upp á næsta fundi, ið verður eina av komandi vikunum. Áðrenn hetta vil hann helst ikki gera nakra viðmerking til málið. Í næstu viku fer rú­t­­m­iskur gos­pel­ tón­­leik­ur at runga í Christ­­ianskirkjuni í Klaksvík og Vest­ur­ kirkj­­uni í Havn. Gen­ tofte Gospelkor, sum hev­ur føroysku Lindu Holm­berg Andrews sum hjálpardirigent, kemur til Føroya at hava tvær framførslur KONSERT Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Tann 8. mai klokkan 20 fer Gen­tofte Gospelkor at luttaka á einari ungdómsgudstænastu í Christianskirkjuni í Klaks­ vík. Klokkan 20 dagin eft­ir hevur kórið konsert í Vest­ur­ kirkjuni. Linda Holmberg Andrews er hjálparkórleiðari hjá Gen­ tofte Gospelkor. Linda hev­ ur millum annað sungið við í “Vit kunngera Jesus” og “Mær halda Harrans hend­ ur”. Linda býr í Danmark, og hon livir av at syngja og undirvísa í sangi. Hon hev­ur fýra kór, og so fæst hon eisini við ymisk tón­ leik­a­verkstøð, har hon und­ir­vísir solistum. Eisini syng­ur hon sum “backupp- voice” til ymiskar fløgur og sjónvarpssendingar. Linda sigur, at kórið er eitt luth­ersk kór, sum hoyrir til Gentofte kirkju. Tey syngja rútmiskan gospel, har ið ser­ lig­ur dentur verður lagdur á gleðina og frælsi við at syngja gospel. - Um tit møta upp til kon­ sert­inar hjá okkum, so er tað ein vandi fyri, at tit fara glað avstað aftur, sigur Linda skemt­andi. Kórið steðgar heilt stutt í Før­oy­um, men tey skulu upp­liva nógv. Mánadagin skulu tey royna at dansa før­ oyskan dans, týsdagin skulu tey vera við í “Góðan morg­ un Fø­ro­yar", og tey skulu eis­ ini ein túr til Gjáar at njóta náttúruna. - Tey suffaðu øll, tá ið eg fortaldi teimum, hvussu nógv vers eru í einum kvæði, sig­ur Linda. Tað verða 80 fólk við í ferðalagnum, harav 55 eru sangarar. Miðalaldurin á kór­i­num er umleið 40 ár, og ald­urspennið er frá 16 – 70 ár, so hetta er eitt fjølbroytt kór. - Vit venja fast einaferð um vikuna. Øll eru sera spent og møta væl upp. Vit eru bara nakrir glaðir am­a­ tørar, men kórið verður rik­ ið rættiliga proffesionelt. Vit gleða okkum øll til Før­oy­ aferðina, sigur Linda Holm­ berg Andrews. Rýtmiskur gospel í kirkjuni Jón Tyril deilir sína størstu konsertupplivng við føroyingar Nýggjur fíggjarmaður á Strandferðsluni