hósdagur 4. mai 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 86 - 4. mai 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Tony Blair,
forsætisráðharri,
vil hava bretsku
veljararnar at
gloyma gølurnar hjá
summum ráðharrum,
nú lokalval er í dag.
Bretland
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
–Yvirskriftirnar frá níggju
døgum eiga ikki at fjala
tað, sum vit hava fingið
av skafti seinastu níggju
árini, sigur Tony Blair
ávarandi í einari roynd at
fáa veljararnar at gloyma
gølurnar um John Precsott,
varaforsætisráðharra og
Charles Clarke, innan-
ríkisráðharra. Í dag er
lokalval í Bretlandi, og
Blair stúrir fyri, at tær
báðar gølurnar kunnu kosta
Labour dýrt.
Gølan um Charles Clarke
kyknaði, tá tað kom fram,
at 1.023 útlendskir fangar
eru slopnir úr bretskum
fongslum seinastu sjey árini,
uttan at myndugleikarnir
yvirhøvur hava umhugsað at
koyra teir av landinum. Tað
er komið fram, at fleiri av
útlendingunum sótu í fongsli
fyri morð, neyðtøku og rán.
John Prescott noyddist
herfyri at viðganga, at
hann hevði verið konu síni
ótrúgvur, og at hann hevði
havt dekan ov gott samband
við skrivara sín, Tracy
Temple.
Bløðini hava gjørt nógv
burtur úr teimum báðum
gølunum, og Blair ber ótta
fyri, at tær kunnu skaða
flokkin. Sjálvur hevur hann
trupulleikar av, at hann
er lagdur undir at geva
monnum aðalsheiti, aftur
fyri at teir hava veitt flokki
hansara pengar ella lán.
Spurningurin er nú, hvat
veljararnir siga.
Tvey uppskot til forseta
Leggur frá sær
Færri børn arbeiða
Børnini bíða
Zacharias Moussaoui
fekk lívlangt
fongsul fyri sín lut
í atsóknunum 11.
september í 2001.
Dómur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Við
frmstafingi
og
longutong
vísandi
sigursteknið tók Zacharias
Moussaoui ímóti dóminum
frá nevningunum.
– Tit taptu, Amerika, eg
vann, rópti hann, tá hann
hevði fingið at vita, at hann
slapp undan deyðarevsing,
men at hann skal sita í
fingsli tað, sum eftir er av
lívi hansara. Ákæruvaldið
hevði kravt deyðarevsing,
men teir níggju nevningarnir
kundu ikki semjast um
kravið og samdust tí um
lívlangt fongsul.
Tann ákærdi lat ikki við seg
koma, meðan dómurin bleiv
lisin upp. Í rættarhølinum
vóru eisini avvarðandi hjá
nøkrum teirra, sum doyðu
11. september í 2001, men
heldur ikki tey lótu við seg
koma.
– Dómurin staðfestir endan
á hesum rættarmálinum, men
ikki á bardaganum ímóti
yvirgangi, segði George W.
Bush, forseti, tá hann frætti
um dómin.
Tann 37 ára gamli Zacharias
Moussaoui skuldi taka lut í
yvirgangsatsóknunum at
New York og Washington,
men hann bleiv tikin,
áðrenn atsóknirnar vórðu
settar í verk. Tá hevði hann
verið til venjingar at flúgva
eitt ferðamannaflogfar, tí
eftir ætlanini skuldu hann
og aðrir ræna eitt flogfar
og stoyta tað niður í Hvítu
Húsini.
Moussaoui,
sum
er
franskur ríkisborgari av
marokkanskum uppruna,
er tann einasti í USA, sum
er ákærdur í sambandi
við atsóknirnar at World
Trade Center og Pentagon,
ið kostaðu næstan 3.000
mannalív.
Tað stendur ikki á at fáa
uppskot til forsetaembætið
í Italia, nú Carlo Ciampi
hevur
kunngjørt,
at
hann leggur frá sær fyri
aldur seinni í hesum
mánaðinum. Ciampi er
85 ára gamal.
Nývaldi
forsætis-
ráðharrin, Romano Prodi,
hevur skotið upp, at ein
av floksfeløgum hansara,
Massimo D’Alema, skal
taka við sum forseti, og í
gjár kunngjørdi fráfarandi
forsætisráðharrin, Silvio
Berlusconi, at hann
hevur eisini eitt uppskot.
Hann mælir til at velja
floksfelagan Gianni Letta
til forseta.
Bæði
høgra-
og
vinstravongurin í Italia
hava mælt Carlo Ciampi
til at halda fram í
embætinum, men í gjár
segði hann, at hóast hann
er takksamur fyri álitið,
heldur hann seg ikki hava
ta neyðugu orkuna til at
røkja embætið.
Ætlandi skal tjóðartingið
velja nýggjan forseta
mánadagin í næstu viku.
Í Serbia hevur Miroljub
Labus,
varafor-
sætisráðharri, gjørt av at
leggja frá sær fyri á tann
hátt at mótmæla, at Serbia
hevur ikki útflýggjað
generalin Ratko Mladic,
sum er skuldsettur fyri
grov krígsbrotsverk í
borgarakrígnum í Bosnia
í nítiárunum.
Serbia vil fegið sleppa
upp í ES. Partarnir
hava tingast leingi, og
Miroljub Labus hevur
verið samráðingarleiðari
hjá serbisku stjórnini.
Men ES kravdi, at serbar
skuldu útflýggja Ratko
Mladic innan 30. apríl.
Bleiv tað ikki gjørt, fór
ES at slíta samráðingarnar
við Serbia. Mladic bleiv
ikki útflýggjaður, og
ES hevur nú steðgað
samráðingunum.
– Stjórnin hevur svikið
tey
týdningarmestu
áhugamálini hjá landinum
og fólkinum við at lata
Ratko Mladic ganga leysan,
skrivar Miroljub Labus
í uppsagnarbrævi sínum
til Bojislav Kostunica,
forsætisráðharra.
Høvuðsákærin
í
krígsbrotsmannadóm-
stólinum
fyri
ganla
Jugoslavia, Carle del
Ponte, hevur fyrr lagt
serbisku myndugleikarnar
at halda hondina yvir
Ratko Mladic.
Fyri fyrstu ferð minkar
talið á børnum, ið verða
send á arbeiðsmarknaðin
at arbeiða, og tølini vísa,
at tað eru serliga tey yngru
børnini, sum sleppa frá at
fara til arbeiðis.
Tølini, sum altjóða
arbeiðarafelagsskapurin
ILO hevur kunngjørt,
vísa, at frá 2002 til 2004
minkaði talið á børnum
á arbeiðsmarknaðinum
11 prosent. Har sæst
eisini, at talið á børnum
ímillum fimm og 14 ár,
sum arbeiddu, minkaði
heili 33 prosent.
Aðalskrivarin í ILO,
Juan Somavia, sigur við
AP, at heldur gongdin
fram, verða eingi børn
á arbeiðsmarknaðinum
um eini tíggju ár. Men
kortini er langt á mál,
tí sambært ILO eru tað
framvegis 218 milliónir
børn, sum verða koyrd á
arbeiðsmarknaðin.
Ein bretsk kanning vísir,
at bretar bíða leingi við at
fáa sær børn, og at tey, sum
eru fødd í sjeytiárunum,
vilja sleppa at njóta lívið,
áðrenn tey binda seg at
børnum, skrivar blaðið
The Guardian.
Kanningin hjá blaðnum
vísir, at 61 prosent av
monnunum og 51 prosent
av kvinnunum halda, at
tað hevur størri týdning
at njóta lívið enn at fáa
sær børn:
Allan Pacey á lærda
háskúlanum í Sheffield
sigur við The Guardian,
at tað er skeivt av fólki at
bíða við at fáa sær børn.
Hann vísir á, at kvinnur
fáa størri trupulleikar við
at gerast við barn, tá tær
koma upp í 35 ára aldur,
og tað sama er galdandi
fyri menninar, tá teir fara
um tey 40, sigur hann.
Bretar bíða ov leingi
við at fáa sær børn.
Eiga at gloyma gølurnar
»Eg vann, Amerika tapti«
Zacharias Moussaoui fekk
lívlangt fongsul.
Tony Bleir: –
Gloymið gølurnar
og minnist heldur
avrikini.