Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 86 - 4. mai 2006 ] Nr. 86 • hósdagur • 4. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Skúla­kapp­ ing í talvi Eins og undan­ far­ in ár, skipar Talv­ samband Føroya í mai og juni mánaði fyri FM liðkapping fyri skúlaungdóm Telving Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eins og undanfarin ár fer Talvsamband Føroya at skipa fyri FM liðkapping fyri skúlaungdóm. Kapp­ingin er skipað soleiðis, at telvt verður um FM heitið í 2 aldursbólkum: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri . Innleiðandi kappingar verða á Oyrarbakka og í Klaksvík, meðan finaluumfarið verður í Skopun. Sera hugaligt, at FM finala í talvi, á fyrsta sinni, verður telvað á Sandoynni - og enntá í heimbygdini hjá okkara sterkasta telvara í løtuni, altjóða meistara okkara IM John Arna Nilssen. At finaluumfarið júst verður í Skopun, er ikki minst eitt úrslit av megnar ungdómsarbeiðinum hjá talvráðgevanum hjá Talvsambandinum, Mogens Nielsen - ikki minst á Sandoynni - har rættiliga nógvir ungdómar luttaka í skúlatelvingini, sum annars støðugt breiðir seg kring landið alt. Talv er av álvara á veg inn um skúlagátt. FM finalubólkar fevna um 6 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki frá innleiðandi kapp­ ing­­unum. Tey lið sum ikki kvalifiserað til fin­ aluna, ella sum ikki lut­ taka innleiðandi, telva í opnum bólkum í fin­al­u­ni um plaseringar og heið­ ursmerki. Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava í mesta lagi 2 skift­ istelvarar - t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði. Fyrra innleiðandi kapp­ing verður í Oyra skúla fríggjadagin 12. mai. Seinna innleiðandi kapping verður í Klaks­ vík hósdagin 25 mai. Finalan verður í Skopun mánadagin 5. juni. Heiðursmerki verða til hvørja kapping latin trimum teimum bestu lið­unum í hvørjum ald­ urs­bólki. FM vinnarar fáa harumframt steyp til ognar. Kappingarnar eru fyri allar áhugaðar talv­ungdómar - royndar, minni royndar, umframt fyri tey sum júst eru byrjaði at telva - tað er ikka at halda seg aftur, sigur Talvsambandið – Um Ingi Højsted ikki fær spælt fótbólt í eitt ár, verður tað ein stórur missur fyri landsliðið. Hann er sentralur í tí spæli­ stílinum, sum eg ætlaði at arbeiða við á landsliðnum, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ingi Højsted hevur eftir øll­um at døma slitið kross­ bandið í høgra knæið. Ein lækni kannaði Inga mána­ dagin, og hann var ikki í iva. Tann minimali ivin, sum kann verða um skaðan, skal ruddast á vegnum týs­ dagin, tá ið ein danskur lækni við kunnleika til slíkar skaðar, skal kanna Inga á Landssjúkrahúsinum. Landsliðvenjarin Jógvan Martin Olsen hevur havt reglu­ligt samband við Inga Højsted seinastu dagarnar, og hann hevur framvegis eina lítla vón um, at boðini týsdagin kunnu verða betri, enn tey vóru mánadagin, men tað er ikki nógv, sum bendir á tað. – Um Ingi Højsted ikki fær spæ lt fótbólt í eitt ár, verður tað ein stórur missur fyri landsliðið. Hann er sentr­ al­ur í tí spælistílinum, sum eg ætlaði at arbeiða við á landsliðnum, sigur Jógvan Martin Olsen. Øgiliga synd fyri Inga 20 ára gamli Ingi Højsted er rættiliga feskur á a-lands­ liðnum, men hann hevur eft­ ir stuttari tíð spælt seg inn í landsliðshitan. Ingi spældi fyrsta landsdystin í 2003, og síðani hevur hann verið fimm ferðir á vøllinum. – Ingi hevur rættiliga spælt seg inn á liðið, og hann hevur verið eyðsýndur seinastu landsdystirnar. Hann hevur verið serliga góð­ur í presspælinum, og eg havi rættiliga roknað við honum næstu tíðina. Tí er tað ómetaliga spell, at hann nú møguliga verður uttanfyri í eitt ár, sigur Jógvan Martin Olsen. – Hetta er eisini øgiliga synd fyri Inga sjálvan, tí eftir at hann varð skuffaður av tíðini í Birmingham, kom hann heimaftur at spæla og ætlaði sær avstað aft­ur til útlandið í næstum. So persónliga føli eg við honum. Rættiligt gjøgnumbrot Ingi Højsted hevur seinastu árini verið millum fremstu ungu spælararnar í Føroyum. Hann fór blaðungur til Ars­ enal at venja, og har var hann í fleiri ár, áðrenn hann kom heimaftur til B36 í fjør. Har fekk hann rættiligt gjøgn­umbrot í føroysku fót­ bólti, gjørdist stuðulsspælari í B36 og vann FM í fyrstu royndini. Ingi kom eisini á lands­ liðið og gjørdist eftir ongari tíð fastur spælari. Í vár var hann í Birmingham og royndi seg, men har fekk hann ikki veruliga kjansin, og fyri nøkrum vikum síðani gjørdu partarnir av at gevast við samstarvinum. Tí var Ingi komin heim­ aftur at spæla fyri B36, men tað skuldi ætlandi bara vera í eina tíð. Útlendsk feløg hava framvegis áhuga fyri honum, og gekk tað sum ætla, so skuldi Ingi av landinum aftur í summar. Nú er alt fyribils sett í bíðistøðu, tí Ingi fær neyvan spælt aftur næsta lítla árið. Landsliðsvenjarin fer at sakna Inga Højsted Ingi Højsted Føddur: 12. november 1985 Bústaður: Hoyvík Feløg: B36, Arsenal, Birmingham City A-landsdystir: 4 dystir/0 mál Føroyameistari við B36 í 2005 FAKTA – Ingi hevur rættiliga spælt seg inn á liðið, og hann hevur verið eyðsýndur seinastu landsdystirnar. Tí er tað ómetaliga spell, at hann nú møguliga verður uttanfyri í eitt ár, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari