Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 86 - 4. mai 2006 ] Todi setti lív í Start-álopið Mikukvøldið spældi norska felagið Start sín fimta dyst í tippuliguni. Dysturin var á heimavølli ímóti Fredrikstad, og enn einaferð endaði málleyst. Start hevur ikki megnað at skorað á heimavølli í hesum kappingárinum. Todi Jónsson kom saman við Stefan Barlin inn, tá ið tað restaðu um 20 minuttir, og heimasíðan hjá Start skrivar, at tað kom veruligt lív í álopsspælið, og Start mest sum hertók brotsteigin hjá Fredrikstad. Tað eydnaðist tó ikki at fáa mál, og tað var eitt vónbrot fyri heimaliðið, sum bert hevur vunnið ein av fimm dystum higartil. Serbiskur styrkur til HB Nú kann HB-venjarin seta serbiska miðvallarspælaran Jovan Radinovic-Panic á liðið. Pappírini, sum felagið hevur bíðað eftir, eru komin fram, og Jovan kann spæla við í stórdystinum ímóti KÍ í Klaksvík sunnudagin. 26 ára gamli Jovan hevur vant við HB seinastu vikurnar, men hann hevur ikki kunnað spælt orsaka av vantandi loyvum. Nú er alt greitt, og HB- venjarin kann nú velja eina spennandi Panic-loysn til týðandi dystin sunnudagin. Jónas Tór Næs var við til at koppa oddaliðnum úr Randers, og Andrew av Fløtum legði upp til mál í sigrinum hjá Fremad Amager, tá ið dystir vóru í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjárkvøldið Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað gekk væl hjá føroysku fótbóltsspælarunum í næst­ bestu donsku deildini í gjár­kvøldið. Frem, Fremad Amager og Lyngby, sum øll hava føroysk umboð á liðnum, spældu øll dystir, og tvey av teimum vunnu. Triðja liðið spældi javnleik. Frem hevur staðið seg mun­­ andi betri, enn tey flestu høvdu roknað við, at tá ið seinna hálva av donsku 1. deild byrjaði aftur í mars. Liðið misti nógvar stuðulsspælarar í vetur, og tí roknaðu tey flestu við, at liðið fór at stríðast í botn­inum. Men soleiðis hevur als ikki verið. Frem hevur vunnið fleiri dystir, og í gjárkvøldið koppaðu teir oddaliðnum úr Randers. Jónas Tór Næs spældi sum vant á høgra bakki, og hann var við allar 90 minuttir av dystinum, sum Frem vann 2-0. Andrew spældi væl Fremad Amager spældi á heima­vølli ímóti Brabrand, og tað eydnaðist teimum av Amager at vinna dystin 2-1. Andrew av Fløtum byrjaði dystin sum ein av trimum álopsspælarum, og hann var við í nógvum hjá Fremad Amager. Andrew hevði onkra góða roynd, og hann legði upp til fyrra málið hjá Fremad Amager. Beint fyri leiklok var hann skiftur út, tá ið heimaliðið vildi hava tíðina at ganga. Thomas Christensen skor­ aði bæði málini hjá Fremad Amager. Fremad Amager liggur nú sum nummar 7 í donsku 1. deild, men vónin um upp­­ flyting er ógvuliga lít­il, nú kappingin nærkast end­anum. Lyngby hongur í Christian Lamhauge Holst, sum hevur føroysk ættarbond og hevur spælt ein landsdyst fyri Føroyar, var við í all­ar 90 minuttirnar, tá ið Lyng­ by spældi á heimavølli ímóti Fredericia. Tað var ein strika í rokningina, at Lyng­by ikki vann dystin. Høvdu teir megnað tað, lógu teir lið um lið við Vejle á uppflytingarplássinum. Men tað kundi enda við tapi hjá Lyngby. Fredericia var á odda 2-0, tá ið tað manglaði ein hálvur tími av dystinum. Tað eydnaðist tó Lyngby at skora tvær ferðir og harvið fáa eitt stig burtur úr dystinum. Christian Lamhauge Holst var ágrýtin í álopinum, men hann skoraði ikki hesaferð. Lyngby liggur ávíkavist trý og fýra stig aftanfyri tey bæði fremstu liðini í deildini, men Lyngby hevur ein dyst til góðar, so møguleikin fyri uppflyting til superliguna er avgjørt til staðar. Føroyingarnir høvdu gott kvøld í Danmark Christian Lamhauge Holst spældi allan dystin í álopinum hjá Lyngby í javnleikinum ímóti Fredericia. Lyngby er nú av álvara við í uppflytingarstríðnum til superliguna Mynd: Svend Jakobsen Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Randers FC 23 14 - 3 - 6 45 23 22 45 2 Vejle 23 13 - 5 - 5 43 26 17 44 3 Kolding 23 13 - 3 - 7 43 32 11 42 4 Lyngby 22 12 - 5 - 5 42 39 3 41 5 Køge 22 10 - 8 - 4 39 27 12 38 6 Fremad Am. 23 11 - 4 - 8 41 41 0 37 7 Frem 23 10 - 4 - 9 40 31 9 34 8 Herfølge 22 9 - 5 - 8 42 26 16 32 9 LFA 22 8 - 6 - 8 41 34 7 30 10 FC Fredericia 22 9 - 3 - 10 35 39 -4 30 11 Ølstykke 22 8 - 4 - 10 24 29 -5 28 12 AB 23 8 - 3 - 12 30 45 -15 27 13 HIK 23 5 - 10 - 8 26 31 -5 25 14 Brabrand 23 7 - 4 - 12 23 43 -20 25 15 Skjold 23 4 - 4 - 15 21 53 -32 16 16 Brønshøj 23 1 - 7 - 15 21 57 -36 10 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen, Jónas Þór Næs (Frem), Andrew av Fløtum (Fremad Amager), Christian Holst Lamhauge (Lyngby), Atli Gregersen (Skjold) Norska Tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brann 5 3 - 2 - 0 8 3 5 11 2 Lillestrøm 5 3 - 2 - 0 10 6 4 11 3 Stabæk 4 2 - 2 - 0 6 2 4 8 4 Sandefjord 5 2 - 2 - 1 6 6 0 8 5 Lyn Oslo 5 2 - 2 - 1 6 7 -1 8 6 HamarKam 5 2 - 1 - 2 7 5 2 7 7 Odd Grenland 5 1 - 4 - 0 4 2 2 7 8 Molde 5 2 - 1 - 2 4 4 0 7 9 Rosenborg 4 1 - 2 - 1 6 4 2 5 10 Våleranga 5 1 - 2 - 2 3 5 -2 5 11 Start 5 1 - 2 - 2 2 5 -3 5 12 Fredrikstad 5 0 - 3 - 2 3 6 -3 3 13 Viking 5 0 - 2 - 3 3 7 -4 2 14 Tromsø 5 0 - 1 - 4 1 7 -6 1 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (Start)